Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 - 30. juni 2004 15 Gongur sum heitt breyð Tað stendur ikki á hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum Bill Clinton at selja bókina "My Life". Í USA kom bókin í bókahandlarnar fyri ein- ari góðari viku síðani, og sambært forlagnum, Alfred A. Knopf, keyptu amerikanarar meiri enn 400.000 eintøk av bók- ini longu tann fyrsta dagin. Síðani er sølan minkað nakað, men kortini keyptu fólk um- leið 950.000 eintøk av bókini ta fyrstu vikuna, og væntandi fór talið upp um eina millión í gjár. Endurminningarnar hjá Clinton eru longu endurprentaðar fyri triðju ferð, og nú eru umleið 2,6 milliónir eintøk prentað - bara í USA. Finsku vegirnir tryggastir Ætlar tú tær uttanlands við bili, kanst tú kenna seg serliga tryggan á vegunum í Finnlandi. Tað vísir ein kanning, sum ferðslustovnurin hjá OECD hevur gjørt. Útrokningin er gjørd eftir, hvussu nógv ferðsluóhapp eru í teim- um ymsu londunum, og her vísir tað seg, at Finn- land hevði teir fægstu skaðarnar. Men skalt tú ikki til Finnlands, er tað eisini trygt at koyra á vegunum í Danmark, Svøríki, Fraklandi og Írlandi. Hugsar tú um at fara til Noregs við bili, ávarar OECD um, at har henda lutfalsliga tvær ferðir so nógv ferðslu- óhapp sum í Finnlandi. Harafturímóti eru vegirnir í Turkalandi ótryggir. Kanningin hjá OECD vísir, at har henda lutfalsliga átta ferðir fleiri ferðsluóhapp enn í Finnlandi. Tað er heldur ikki serliga trygt at koyra í Slovakia, Kekkia, Slovenia og Týsklandi. Fartelefonin ov dýr Í Danmark halda fleiri politikarar, at tað er alt ov dýrt at tosa í fartele- fon ímillum Danmark og onnur lond. Sosialdemokratarnir og Danski Fólkaflokk- urin halda, at takstirnir hjá telefonfeløgunum eru so torskildir, at fólk hava ilt við at skilja, hvat tað í veruleikanum kostar at nýta fartele- fonina, og hvat tað kost- ar at tosa úr útlondum til Danmarkar. Tað ber ikki til, at telefonfeløgini eru lagalig ímóti brúkarun- um, so leingi teir eru í Danmark, men at væl- vildin ikki er galdandi, tá brúkararnir eru og ferðast aðrastaðni, sigur sosialdemokraturin Thomas Adelskov við Jyllandspostin. Sambært blaðnum kostar tað minni enn eina krónu um minuttin at tosa í fartelefon ímill- um eitt nú Keypmanna- havn og Roskilde, men skalt tú tosa ímillum Keypmannahavn og Malmø, kostar tað fimm krónur um minuttin. ES- nevndin hevur eisini gjørt vart við, at tað er ov dýrt at tosa ímillum limalondini. Kvinna átti frosk Ein kvinna í Iran vil vera við, at hon hevur átt ein frosk. Frammanund- an eigur hon tvey børn. Bretska útvarpið BBC hevur tíðindini frá ein- um iranskum blaði. Sambært blaðnum hava læknar váttað, at kvinn- an átti froskin. Teir halda, at hon kann hava fingið froskayngulin í seg, tá hon var og svam í dálkaðum vatni. Ser- frøðingar fara nú at kanna froskin, sigur BBC. Ein av serfrøðing-un- um váttar fyri iranska blaðnum, at tað, sum kvinnan átti, líkist ein- um froski bæði í skapi og stødd. UTTAN ÚR HEIMI Ísraelska stjórnin gevur sær ikki far um, hvørjar óhepnar av- leiðingar politikkur hennara hevur fyri jødarnar kring heimin ÍSRAEL Árni Joensen fartekst@mail.dk Stovnurin Jewish People Policy Institute, sum fyrr- verandi amerikanski Mið- eystur-sendimaðurin Denn- is Ross stendur á odda fyri, sigur í einari drúgvari frá- greiðing, at ísraelska stjórnin hugsar ov lítið um, hvørjar avleiðingar hennara politikkur hevur fyri jødar, sum búgva uttan fyri Ísrael. Í frágreiðingini verður víst á, at nógv teir flestu jødarnir búgva aðrastaðni enn í sjálvum Ísrael, og lagt verður afturat, at teir báðir altjóða jødisku felagsskap- irnir, Jewish Agency og World Jewish Congress, umboða ikki heimsins jødar nóg væl. Frágreiðingin sigur, at politikkurin hjá ísraelsku stjórnini bæði savnar og spjaðir jødarnar kring heimin. Sagt verður, at al- samt fleiri jødar gifta seg við fólki, sum ikki eru jød- ar, og at teirra børn veksa upp uttan fyri jødadómin. – Tað at vera jødi er vorðið ein spurningur um val heldur enn uppruna. Viknandi ættarkensla og hjúnaskilnaðir hava gjørt, at fólk leggja ikki so nógv í at taka lut í tí jødiska sam- felagnum longur, stendur í frágreiðingini hjá JPPPI. Jewish People Policy In- stitute, sum hevur høvuðs- sæti í Jerusalem, varð stovnaður fyri tveimum árum síðani og sigur seg vera óheftan. Leiðarin, Dennis Ross, var ameri- kanskur Miðeystur-sendi- maður hjá bæði Bill Clin- ton og George W. Bush. Tann 20 ára gamli amerikanski her- maðurin Keith Maupin bleiv avrætt- aður í Irak í gjár IRAK Árni Joensen fartekst@mail.dk Sama dag sum irakar fegn- aðust um at hava fingið valdið í heimlandinum aft- ur, komu fólk í einum lítl- um býi í amerikanska stat- inum Ohio saman at syrgja tann 20 ára gamla her- mannin Keith Maupin. Keith Maupin varð burt- urfluttur í Irak tann 9. apríl, og síðani hevur eingin hoyrt frá honum. Ikki fyrr enn sjónvarpsstøðin Al Ja- zeera gjáranáttina almanna- kunngjørdi nakrar myndir. Har sást tann ungi hermað- urin liggja á knæ við bindi fyri eyguni. Stutt eftir small eitt skot, og Keith Maupin datt deyður niður í eina grøv. Minst ein annar ameri- kanskur hermaður í Irak bíðar eftir at verða avrætt- aður. Sviar vilja ikki lata kjarnorkuverkið við Oyrasund aftur við góðum. So skulu teir tvingast til at gera tað, svarar danska stjórnin KJARNORKA Árni Joensen fartekst@mail.dk Síðani 1987 hevur Dan- mark kravt, at sviar skulu lata kjarnorkuverkið Barse- bæck aftur. Danmark vil ikki góðtaka, at eitt kjarn- orkuverk er bara 20 kilo- metrar frá Keypmanna- havn. Í 1998 lovaði svenska stjórnin, at hon fór at lata verkið aftur í 2001. Tað hendi ikki, og í fjør segði Gøran Persson, forsætis- ráðharri, at verkið kann ikki latast aftur,. tí svenska elkervið hevur brúk fyri orkuni frá verkinum. Nú er komið fram, at svenska stjórnin arbeiðir við at útvega tí umstrídda verkinum umhvørvisgóð- kenning. Tað vilja danir ikki góðtaka, og seinastu tíðina hava danskir embæt- ismenn verið í Stockholm og endurtikið kravið um at lata verkið aftur, skrivar Jyllandsposturin. Í einum brævi til svensku stjórnina hevur danska stjórnin sagt, at verður verkið ikki latið aftur við góðum, skulu sviar tvingast til at lata tað aftur. Aftur stríð um Barsebæck Sharon er ein bági fyri heimsins jødar Aftur ein avrætting Fólk komu saman at minnast keith Maupin, tá tíðindini um avrættingina frættust Mynd: Reuters 15 14 Nr. 122 - 30. juni 2004 Meiri enn ein millión fólk líða neyð í sudanska landspart- inum Darfur, men stjórnin í Khartoum sigur, at har er eingin neyð DARFUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Í flóttafólkaleguni eru fleiri tjøld, sum foreldrini helst ikki vilja fara í. Tað er har, at hjálparfólk royna at fáa nakað av mati niður í børn- ini. Tað er har, børnini stríðast ímóti deyðanum. Mohammed Ishaq og kona hansara, Aisha, hava verið í flóttafólkaleguni í fimm dagar. Tey sita á einari máttu og geva tí níggju mánaðar gamla son- inum nakrar vatndropar úr einum krússi, og tey biðja um, at hann kann liva. Tann lítli Zohar spýtir vatnið útaftur. Hann hostar, og tann tunna húðin liggur tætt at rivjabeinunum. Á tí klæna arminum hevur hann eina nál, sum hann fær føði ígjøgnum. Zohar hevur malaria, og hann er versn- aður, tí hann fær ikki nóg mikið eta. Stutt frá teimum sita onnur foreldur. Tey rura sínum smáu børnum og biðja um, at tey kunnu liva. Summi hava mist vitið, og onnur eymka seg,. Tað sindrið, sum tey hava fing- ið at eta, gagnast ikki, og fleiri spýggja matin upp- aftur. – Eingin líður hungur Túsund kilometrar longri eysturi, í høvuðsstaðnum Khartoum, leggur Mustafa Osman, uttanríkisráðharri, seg afturá í tí djúpa skinn- stólinum. Skrivstova hans- ara hevur køliskipan, og hann kann njóta útsýnið út yvir Nilánna. – Eingin líður hungur í Darfur, og fólk fáa bara góðan mat. Har er heldur eingin umfarssjúka, sigur ráðharrin. Men so leggur hann aft- urat, at ávísir trupulleikar eru í Darfur, men eingin hungur. Tað er nakað, sum fjølmiðlarnir billa sær inn. Talsmenn hjá ST og neyðhjálparfelagsskapir siga, at hungursneyðin í Darfur er eitt vápn. Tey hava lagt ta sudansku stjórnina undir at reka ein politikk, sum hevur til endamáls at svølta fólkið í landspartinum, so tey noyð- ast at rýma haðani. Nú siga ST og neyðhjálparfelags- skapirnir eisini, at mynd- ugleikarnir royna at fjala ræðuleikarnar, og at tað kann forða felagsskapunum í at hjálpa teimum svølt- andi. Momay er tann størsta flóttafólkalegan í Darfur, og sambært hjálparfelags- skapunum hevur fimta hvørt barn har ov lítið til matna. Teir seinastu seks mánaðarnar hava tey 75.000 fólkini í leguni fingið minni enn helmingin av tí mati, sum teimum tørvar fyri at halda sær á lívi. Hvønn dag doyggja seks fólk. Tað eru yvir- høvur børn og gomul, sum ikki megna at standa ímóti hungri og sjúkum. Tætt við flóttafólkaleg- una er býurin Momay. Har er ein marknaður, men har er eingin matur at fáa. Ein lítil moska er í býnum, men hagar kemur eingin at biðja longur, tí eini 3.000 fólk eru stúgvað saman í teim- um smáu rúmunum. Rikin burtur Jørðin uttan fyri er góð, men eingin torir at dyrka hana, tí álopsmenn í su- danskum hermannabúna reika støðugt runt á rossa- baki. Teir hava byrsu í hondini og koyril í beltin- um. Hetta eru álopsmenn, sum við stuðuli frá su- dansku stjórnini hava rikið fólkið úr bygdunum. Nógv, sum teir fáa hendur á, verða myrd, og kvinnurnar verða neyðtiknar. Viðurskiftini í Darfur hava verið spent síðani í sjeytiárunum, tá turkur og vánalig grøði fingu fólk at berjast um tað sindrið, sum gav nakað av sær. Í februar í fjør brustu bardagar á, tá svartir studentar gjørdu uppreistur ímótri stjórnini. Síðani hava meiri enn 10.000 fólk latið lív, og arabisk harkalið hava rikið fólk í hundraðtúsundatali frá húsi og heimi. Manna- rættindafelagsskapir leggja stjórnina undir at stuðla áganginum, sum serliga er vendur ímóti trimum ávís- um ættarbólkum. Teir su- dansku myndugleikarnir royna at forða fremmand- um atgongd til Darfur, men myndir hjá fylgisveinum hava víst, at 56.000 hús í 400 býum og bygdum eru vorðin løgd í oyði. Hjálparfelagsskapirnir bera ótta fyri, at nógv av teimum burturriknu fara at doyggja í hrungri og av sjúkum. Hildið verður, at 1,2 millión fólk eru í neyð, men harðskapurin ger, at bara tveir triðingar av teimum kunnu vænta at fáa hjálp. Amerikanski hjálpar- stovnurin USAID hevur mett, at 350.000 fólk í Darfur kunnu fara at doyggja av hungri og sjúk- um teir næstu níggju mán- aðarnar. Powell vitjar Hesa vikuna ætlar ameri- kanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, sær at vitja Khartoum, og hjálparfe- lagsskapirnir vóna, at vitj- anin fer at koma teimum neyðstøddu tilgóðar. Annars frætta fólk í høvuðsstaðnum ikki nógv um ræðuleikarnar. Eitt av bløðunum hjá stjórnini skrivaði nú ein dagin, at myndugleikarnir hava tamarhald á støðuni í Dar- fur, og ein annan dag skriv- aði blaðið, at alt tosa um etniska útreinskan í darfur er tann beri heilaspuni. UTTAN ÚR HEIMI Sudan avsannar ræðuleikarnar í Darfur – Tað eru fjøl- miðlarnir, sum hava íspunnið tíðindini um neyðina í Darfur, sigur sudanski uttanríkisráð- harrin Mynd: Reuters • Økið umfatar tríggjar landspartar har vesturi í Sudan og er einar 200.000 ferkilometrar til víddar. • Fólkatalið liggur um tríggjar milliónir. Tey flestu eru av afrikonskum uppruna, men har norðuri í økinum eru eisini nógv fólk av arabiskum uppruna. • Høvuðsvinnuvegirnir í Darfur eru jarðarbrúk og húsdjórahald. Fakta um Darfur C M Y K 14