Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 - 30. juni 2004 17 16 Nr. 122 - 30. juni 2004 fund, so var eingin her. Tað ræður um at hyggja, bíða og síggja. Brunn á basaltinum Richard Hardmann, sum nakað herfyri legði frá sær sum leitistjóri hjá Amerada Hess, og sum tú hevur verið burturfrá í nøkur ár, sigur víðari, at hann dugir hann at síggja, at her eru hend stór framstig tøkniliga sæð. Og hetta eru framstig, sum leiga at koma leitingini í framtíðini til góða. Tað er tí eisini ikki uttan grund, at hann heldur seg hava eitt skilagott uppskot at leggja fram fyri bæði føroyskar myndugleikar og fyri olju- feløgini, sum eru virkin her longu. – Setið tykkum saman og fáið ein dialog um, hvussu feløgini við leitiloyvi kunnu bora ein skilagóðan brunn gjøgnum basaltið, har man heldur seg vita, hvar bestu strukturarnir goyma seg. Um tað til at bora ein slíkan basaltbrunn og hann verður eitt lønandi fund ella gevur týðandi upplýsingar, so ivist eg ikki í, at 2. útbjóðing kann ger- ast sera væleydnað. Richard Hardmann vísir á, at um hann arbeiddi í Oljufyrisitingini hevði hann tikið stig til at tosa við oljufeløgini, sum longu hava loyvi, hvussu man hevði kunnað borað ein meiningsfyltan brunn gjøgnum basaltið og í ein- um øki, sum ikki hevur verið testað áður. – Hetta fer sjálvandi at snúgva seg um eina sera váðiliga íløgu. So her skal ein avtala gerast. Eg veit tað er ikki í tí "norður- lendska mentalitetinum" at gera slíkar avtalur, men hetta er í hvussu er eftir mínum høvdi og royndum ein avtala, ið átti at verið gjørd. Eg trúgvi sjálvur, at øll oljufeløgini høvdu góð- tikið - um skyldur teirra í 1. útbjóðing vórðu linkaðar nakað - at tey so høvdu vilj- að gingið við til ein hægri váða og høvdu borað ein basaltbrunn. Lopransmodell Richard Hardmann heldur sjálvur, at føroyskir mynd- ugleikar saman við oljufe- løgunum eiga at umhugsa eitt slag av Lopranshol- modelli. Tá brunnurin í Lopra varð boraður var tað sum eitt samstarv millum myndugleikar og oljufeløg. – Kunnu vit fara undir eitt slíkt á t.d. "Tróndarygg- inum" ella aðrastaðnk inni á basaltinum, so hevði tað fingið alstóran týdning fyri komandi leitivirksemi við Føroyar. – Mítt uppskot er tí, at man øll feløgini við uppá ráð og leggur saman skyld- urnar tey hava her og síðani ger eina niðurstøðu, har tey sleppa so og so nógv lættari afturfyri at bora ein basalt- brunn saman. Tað hevði veruliga kunnað latið upp dyrnar til allan føroyska landgrunnin. Richard Hardmann sigur víðari, at sjálvandi hevði tað besta verið at kunna borað longu í ár, tvs. undan 2. Útbjóðing, Men tað er heilt órealistiskt, tí eingin pallur fæst við so lítlum skotbrái. Men so kann tað vera í næsta ár, og alt eftir úrslitinum av slíkari boring kunnu feløgini, sum longu tá hava bjóðað uppá øki í 2. rundu, samráðast við myndugleikar um at bora eitt nú í nánd av tí fyrsta basaltboriholinum. - Eg eri bangin fyri, at 2. runda verður eitt "flobb" , verður ikki onkur roynd av hesum slag gjørd, tí uttan nakra borireferansu á basaltinum verður torført at fáa feløg- ini at binda seg til nakað ítøkiligt í eini 2. útbjóðing. Bretski jarðfrøðingurin, sum hevur arbeitt við At- lantsmótinum í mong mong ár, er annars sannførdur um, at positiv úrslit av bor- ingunum í bretskum øki í summar við markið, har Cambo og Rosebank brunnarnir, kunnu fáa sera stóran týdning fyri Før- oyaøkið. Nú tað eisini er vorðið greitt, at BG fer undir at bora ein kann- ingarbrunn, Bedlington, longur syðri í summar, er tað bert enn betri orsøk til bjartskygni. Sosialurin hevur spurt Ben Arabo, stjóra í Ame- rada Hess, hvat hann sigur til uppskotið hjá Richard Hardmann: – Hatta eru áhugaverdir tankar. Føroyskir oljumynd- ugleikar og oljufeløg- ini, sum hava leiti- loyvi, eiga at taka eitt óvanligt og stórt stig inn í framtíðina. Skjótast gjørligt at seta seg saman og gera avtalu um at bora ein brunn á basaltinum. Hetta sigur ráðgevin hjá føroyska oljufelag- num Atlantic Petroleum UK, Richard Hardmann, sum heldur tað hevði verið sera skilagott at brúkt sama modell sum, tá oljufeløg og myndugleikar fóru undir at bora í Lopra á sinni. Men av tí at her er talan um ein sera stóran váða eiga myndugleikarnir at linka um skyldurnar feløgini annars hava á landgrunninum OLJULEITING Jan Müller Richard Hardmann var millum tey fyrstu útlendsku oljufólkini, sum komu til Føroya fyrst í 90-unum við eini trúgv uppá, at her goyma seg kolvetni í undir- grundini. Hetta var so byrj- anin til tað stóra kanning- arbeiðið, sum Amerada Hess fór undir og hevur gjørt øll árini. Í dag arbeiðir hann hjá dótturfelagnum hjá Atlants Kolvetni í Bret- landi, Atlantic Petroleum UK. Richard var við til oljuráðstevnuna í Føroyum herfyri, og tá fingu vit prát við hann um støðuna á Atlantsmótinum, hvør framtíð er her fyri oljufund- um og framleiðslu. Hann vísir á, at teir eru sera áhugaðir í føroyska økinum, hvat ein eisini eigur at vænta frá einum føroyskum oljufelag. Tað er stórt spell, at einki lønandi fund enn er gjørt. Men tað er greitt, at her liggja stórir møguleikar og skal eisini nógv arbeiði gerast. Fegnast um tøkniligan framburð Richard Hardmann sigur seg eisini fegnast um tann stóra framburð, sum hevur verið á tøkniliga økinum, her serliga við atliti til at síggja gjøgnum basaltið. Hann sipar eisini til olju- ráðtevnuna í Norðurlanda- húsinum herfyri, har fleiri av fyrilestrunum og próvtil- farinum góðu góðar vónir um framtíðina fyri økið. Men hóast tað, so var umboðið fyri BP, sum legði fram á oljuráðstevnuni, rættiliga varið fyri ikki at siga negativt um møgu- leikarnar her. Hvørja við- merking hevur Richard Hardmann til tað. – Eg haldi ikki, at fyri- lestrarhaldarin hjá BP var negativur. Eg vil heldur siga, at hansara felag vísir ein negativan hugburð, tí tað dámar ikki váðiliga leiting. Stóri spurningurin fyri meg er ikki, um vit ikki staðfesta váðan, men hvat verður úrslitið og vinn- ingurin av arbeiðinum. – Um tú helt, at her ikki eru møguleikar fyri at gera heilt stór fund, so høvdu oljufeløgini heldur ikki verið her. Og tann fyrsti brunnurin, sum fer at vísa á tann møguleikan, fer at gera, at øll feløgini koma aftur. Richard Hardmann legg- ur aftrat, at nettupp ein av orsøkunum til, at tað eru komin fleiri enn 100 út- lendingar til hesa ráðstevnu er tann, at eingin veit við vissu, at tað ikki kunnu gerast heilt stór fund. – Um øll vistu, at her vóru ikki møguleikar at gera stór Richard Hardmann, oljuráðevi við føroyskar myndugleikar: Gerið avtalu við oljufeløg um at bora á basaltinum Richard Hardmann saman við umboðum fyri BP og onnur oljufeløg á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum. Her eygleiða teir nýggjastu seismisku kortini av føroysku undirgrundini, sum Westerngeco hevur latið gera Mynd Jan Müller Richard Hardmann, nú ráðgevi hjá Atlantic Petroleum UK her saman við Johan Mortensen, umboðsmanni hjá Anadarko. Eitt skifti arbeiddu teir báðir fyri Amerada Hess Mynd Jan Müller C M Y K 16