Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 - 30. juni 2004 19 Vágbingar komu undan trýstinum Hóast teir enn eina ferð fingu góðan start, so megnaðu Vestmenningar ikki at blanda seg upp í oddastríðið, har Havnarbáturin fram- vegis er besta FM boðið 10-MANNAFØR Jóannes Hansen Tað er lagt upp til sera tætta kapping, og tað er møgu- leiki fyri, at fleiri bátar fara at vinna. Soleiðis varð spátt eftir Norðoyastevnuróður- in. Nú eru fýra av teimum sjey FM kappingunum lagdar afturum, og hag- tølini siga, at tað hevur gingið soleiðis, sum tað varð roknað við eftir Norð- oyastevnuna. Havnarbáturin var fremstur í Klaksvík og á Skálafjørðinum. Undan Sundalagsstevnuni var ilt at ímynda sær annan vinnara enn Havnarbátin. So smekkaði Nólsoyingur til, og undan ferðini suður til Vágs var Nólsoyingur fav- orittur. Men í Vági stóð eingin Vágbingi kurl. Tað ber sjálvandi til at siga, at vág- bingar kenna róðrarteinin betri enn hinir, og at teir tí- skil vita so ógvuliga væl, nær tað skal setast serliga nógv á. Men hetta er neyvan allur sannleikin. Eitt er, at manningin á Vág- bingi so langt í frá øll sum hon er er staðkend í Vági. Og eitt annað er sambært formanninum á Vágbingi, at tað leygardagin ikki gekk akkurát soleiðis, sum teir høvdu roknað við: – Startspurturin gekk so- leiðis, sum vit høvdu av- talað. Vit hingu kanska eitt sindur longri í startinum, enn summir av hinum gjørdu. Men vit tóku 40-50 tøk, og tá ið tey vóru av, og vit fóru niður á lunnin at rógva, mundu vit vera komnir einar tvey hundrað metrar inn frá málinum, og tá vóru vit heilt væl við. Men endaspurturin var ikki akkurát tann, sum vit frammanundan høvdu ætlað okkum. Vit høvdu ætlað at spurta eini hálvt hundrað tøk ella kanska einar hálvt triðja hundrað metrar. Hetta gjørdu vit ikki. Stýrimaðurin sær betri, enn vit, sum rógva, gera. Hann bíðaði við at geva ordran um at spurta, og tískil spurtaðu vit bara tredivu tøk. Men tíbetur var tað nóg mikið fyri at vinna, sigur Jóhan Sofus Múller, bátsfomaður umborð á Vágbingi. Í Klaksvík vóru hann og bátsfelagarnir á fjórða plássinum. Á Eystanstevn- uni vóru teir nummar fimm, so vóru teir aftur á fjórða plássinum, og hesa ferð vunnu teir. Vágbingur- in var eina bátslongd frammanfyri Havnarbátin, sum við enn eina ferð at enda frammanfyri teir, sum kappast við hann um FM, styrkti um sína støðu Hevur tað, at tit vunnu, nakað við tað at gera, at kappingin hesa ferð var á túsund metrum, meðan hon hinar ferðirnar hevur verið á longri teinum, spyrja vit bátsformannin á Vágbinginum. – Eg dugi so illa at svara hasum. Sjálvandi er tað øðrvísi at rógva túsund metrar, enn tað er at rógva tvey túsund metrar. Men tað er ikki lættari at rógva hálva teinin. Heldur er tað tvørtur ímóti. Ferðin ella tempoið er væl hægri. Eg rokni við, at teir umborð á hinum bátunum hava somu kensluna, at tað er væl strævnari at kappast á tús- und metrum, enn tað er á tvey túsund. Vestmenningur og Havn- arbáturin løgdu bragdliga fyri. Men tað var skjótt, at Vágbingur blandaði seg uppí. Hinir bátarnir royndu at bjóða av, og tað skifti ikki so lítið. Onkra løtuna rann ein bátur á aldurygg- inum og so ein annar. Men Vágbingur var drúgvastur, og tað var ikki at undrast á, at rómin var øgiligur, tá ið tað var greitt, at Vágbingur hevði vunnið í heimasjógvi í Vági. Tríggir av manning- ini á Vágbingi vóru fyri tveimum árum síðani við til at tryggja serligan fagna, tá ið teir vunnu við Smyrli í Vág, og nú vóru teir enn eina ferð við til at lyfta jóansøkulagið upp. Eftir at Hoyvíkingur rættuliga spískaði seg á Hvalvík, kundi tað kanska verið ábending um, at tað nú var ætlanin hjá hoyvík- ingum rættuliga at leggja til. Men tað eydnaðist als ikki. Kortini eru ikki allar súðir syftar, og tað kann væl hugsast, at bæði hoy- víkingar og vestmenningar fara at gera um seg, tá ið tað leygardagin fer at verða kappast í Vestmanna. Sundabáturin aftur í støtinum Bátsformaðurin á vinnarabátinum á Jóansøku heldur sína manning ikki vera nóg roynda, og hann roknar við, at teir tær næstu ferðirnar skulu kappast við í minsta lagið fýra aðrar um fremsta plássið 6-MANNAFØR MENN Jóannes Hansen Teir vunnu á Norðoya- stevnu. Tí vóru teir favor- ittar á Eystanstevnuni. Men tá gekk einki serligt hjá teimum. Á Hvalvík vóru teir aftur næstfremstir. Tá høvdu teir ein framúr endaspurt, men tað gekk akkurát ikki. Jarnbardur var nakrar fáar sponnir undan Sundabátinum um málið. Í Vági gekk tað sum eftir ánni. Sundabáturin endur- vann fremsta plássið, sum teir vunnu á Norðoya- stevnu. Talan var um fram- úr spennandi og tætta kapp- ing. Strálan, sum ikki hevði staðið seg so væl í trimum teimum fyrstu kappingun- um, hevði umskipað mans- skapið eitt sindur, og hesa ferð gekk nógv betri hjá teimum. Strandabáturin var bara ein lítlan skut aftanfyri Sundabátin á mál. – Talan var um mest um- skiftandi kappingina higartil. Vit vóru væl við í kappingini alla tíðina, men tað skifti rættuliga nógv. Serliga høvdu vit eyguni við Jarnbardi, sum vann bæði á Skálafjørðinum og á Hvalvík. Hann var leingi væl við í kappingini í Vági, og tað var Gongurólvur eisini. Vit høvdu serliga eyguni eftir teimum báð- um. Men tá ið tað nærk- aðist málinum, blandaðu Lómur og serliga Strálan seg orduliga uppí. Tí varð tað so ógvuliga spennandi, sigur Livar Nysted, sum er bátsformaður umborð á Sundabátinum. Men hví vóru tað tit, sum vunnu hesa ferð, tá ið tað ikki hevur eydnast hjá tykkum tvær tær undan- farnu ferðirnar? – Kappingin er tøtt, og tað skal ofta rættuliga lítið til, áðrenn møguleikin fyri at vinna er burtur. Tak eitt nú Jarnbard hesa ferð. Eftir at hann hevði kappast við eitt nú okkum um fremsta plássið, endaði hann langt afturi í røðini. Ivaleyst vóru teir óhepnir og komu ikki so væl fyri í eitt sindur óslætta og aldukenda sjón- um, tá ið tað ráddi mest um. Hjá okkum gekk tað ikki so væl á Skálafjørðinum, tí tá hevði ein av okkum trup- ulleikar við pútuni í start- spurtinum. Á Hvalvík var eingin ivi um, at tað vóru nógvar kreftir eftir, tá ið vit komu ímóti málinum. Tí- verri vóru vit ta ferðina ov seinir upp í bekk, staðfestir Livar Nysted. Royndirnar resta Bátsformaðurin á Sunda- bátinum heldur ikki, at tað ber til at skáka sær undan við forkláringum av yms- um slagi um, hví tað ikki gekk soleiðis, sum ætlanin frammanundan hevði verið. – Tað er ein partur av tí heila. Tað nyttar ikki at iðra seg um mistøk og kiksarar aftaná. Hetta er nakað, sum man lærir so við og við, og vit hava í hvussu so er lært, at tað kostar nógv at gera mistøk. Roknar tú nú við, at tit eru favorittar í FM kapp- ingini? – Støðutalvan sigur, at vit liggja væl fyri. Tað var harmuligt hjá Jarnbardi, at hann hesaferð skuldi enda so langt afturi í røðini. Undanfarnu kappingarnar hava víst, at hann hoyrir heima fremri enn so. Men tað verður rættuliga hørð kapping næstu ferðirnar, og vit fara at gera tað, sum vit eru mentir. Eg haldi, at tað darvar okkum eitt sindur, at vit ikki hava so nógvar royndir. Høvdið skal hald- ast kalt í avgerandi løtun- um, og tað megna teir betri, sum hava royndirnar. Men kanska er tað felags fyri nógvar, sum kappast saman við okkum, at vit hava ikki so nógvar royndir. Nú fáa vit at síggja. Líkindini í Vági vóru einki serlig, og eg vil siga, at tað minti ikki sørt um lottarí. Tað ráddi um at ríða so leingi, sum tað bar til, á aldukambin- um. Vandin lúrdi alla tíðina fyri, at báturin skuldi so at siga standa fastur í aldu- dalinum, ella kanska fara tvørur, men tíbetur spældi hetta væl av hjá okkum, sigur bátsformaðurin á Sundabátinum, sum nú liggur væl fyri at vinna FM fyri fyrstu ferð. Men enn eru tríggjar kappingar eftir, og gongdin í róðrinum í Vági vísti, at tað eru nógvir um boðið í kappingini mill- um 6-mannaførini við monnum. Manningin á Sundabátinum endurtók bragdi frá Norðyastevnu og vann jóansøkuróðurin hjá 6-mannaførum við monnum Mynd: Álvur Haraldsen Heldur óvæntað vunnu vágbingar ein sannførandi sigur á heimasjógvi leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen 19 Eftir sigurin í heima- sjógvi varð 10- mannafarið hjá vág- bingum sett við minnisvarðan, har tað leygarkvøldið av mongum varð skoðað og avmyndað FM SIGUR Í HEIMASJÓGVI Jóannes Hansen Lagið á Jóansøkuni í Vági fekk eitt orduligt skump rætta vegin seinnapartin leygardagin, tá ið tað eydnaðist Vágbinginum at vinna tøttu kappingina millum 10-mannaførini. Serliga væl kom tað við, at Vágbingur hevði vunnið, tá ið tað seinni leygarkvøldið kiksaði hjá VB á heima- vølli. Tá kendist tað sum um, at 10-mannafarið hevði drigið eitt sindur av kreditti í stevnureiðrið! Tað var ikki nógv stríð hjá róðrarmonnunum at taka sær av bátinum, tá ið teir eftir glæsiliga sigurin skuldu draga bátin, sum er fyrrverandi Kjølur hjá koll- firðingum. Seinast Kjølur vann ein róður var í 1996. Tað var eitt, tvey og trý, so var báturin lyftur og lætt- ur upp á turt av nógvum kátum vágbingum. Og leygarkvøldið var báturin líka sum settur til framsýn- ingar uppi við minnisvarð- an, har hann aftur og aftur varð skoðaður av væl nøgd- um vágbingum, og fleiri teirra tóku myndir av honum. Longu sunnudagin, með- an onnur hildu Jóansøku, var Vágbingurin aftur at síggja á fjørðinum. Tá vóru teir farnir undir fyrireiking- arnar til FM róðurin, sum leygardagin verður í Vest- manna. – Vit eru noyddir at nýta hvørja løtu, sum tað ber til at savna manningina. Vit eru bara tríggir, sum í løtuni búgva í Vági. Hinir eru allir norðanfyri. Tað hevur við sær, at vit teir fyrstu dagarnar í vikuni venja við maskinum. Tórs- dag plaga vit at fara norður um. So venja vit í Havnini tórskvøld og eisini viðhvørt fríggjakvøld og aftur sunnudag, eftir at vit hava kappast leygardagar. Um- støðurnar hjá okkum eru tískil ikki so góðar, sum tær ivaleyst eru hjá hinum manningunum. Men leyg- ardagin vísti tað seg, at tað bilti ikki. Jóhan Sofus Múller er bátsformaður umborð á Vágbingi. Hann er ein av teimum, sum tvey tey sein- astu árini hava verið við til at vinna FM við 6-manna- farinum Smyrli. Tað hevur ljóðað, at tað eru teir, sum tvey tey undanfarnu árini mannaðu Smyril, og so nakrir afturat, sum nú mannað Vágbing. Men hetta er bara ein hálvur sannleiki ella eitt sindur minni enn tað: – Frá Smyrla manningini í fjør eru vit tríggir umborð á Vágbingi. Tveir av hin- um, sum róðu saman við okkum í fjør, eru uttan- lands, og tveir ynsktu at halda frí frá rógvingini í ár. Men teir hava sagt, at teir fara at tørna til aftur næsta ár. Hinir koma úr ymsum herðashornum. Eitt nú eru tríggir, sum róðu við 6- mannafarinum Jarnbardi í fjør, og sum harvið kappað- ust við okkum umborð á Smyrli. Ein er við okkum, sum róði við Gongurólvi í fjør. So eru tað onkrir aðrir, sum ikki róðu í fjør, men sum hava roynt at rógva okkurt av undanfarnu árun- um, og onkur hevur ongan- tíð luttikið í kappróðri áður. Tað ljóðar sum um, at tal- an er um samansetta mann- ing av ungum monnum millum 22 og 29 ár, sum hava tað til felags, at teir hava viljað roynt, hvussu langt teir kunnu røkka í kappingini millum 10- mannaførini, og tað verður staðfest, tá ið tað verður spurt, hvørjir teir eru, sum manna bátin. Tá knípir tað í fyrstu atløgu at finna fram til øll eftirnøvnini, men eftir eitt sindur av ringing kemur tað upp á pláss. Teir ellivu eru Sonhard Dalfoss, Mortan Mortensen, Jóhan Sofus Múller, Andreas Poulsen, Vilhelm Petersen, Kári Brattaberg, Thomas Christensen, Hans Pauli Misá, Magnus Sørensen, Jóhan av Reyni og Heini Tausen. Sambært formanninum á Vágbingi, so hevur 10- mannafarið hjá vágnbing- um ikki vunnið nakran róð- ur síðani í 1982. Einasta ferðin higartil, at Vágbing- ur hevur vunnið FM, var í 1980. Tá ið tað er so langt millum sigrarnar, var tað ikki so undarligt, at tað var serligur kappróðrarfagnað- ur í Vági leygardagin. Tað ljóðaði, at onkur vágbingur hevði hug at fella tár, tá ið tað var greitt, at Vágbingur hevði vunnið. Tey tíðindini hevur ikki eydnast at fáa váttað. Men sjáldan kemur roykur úr ongum brandi, plagar at verða tikið til! Leygardagin verður aftur lagt til brots. Tá verður kappast í Vestmanna, har teinurin eisini er 1000 metrar, og í Vági og alla aðra staðni, har tey halda við og taka á við Vágbingi, fer at verða fylgt serliga væl við í síðsta róðrinum. Enn hevur tað ikki eydnast einum tí størsta róðrarfelagn- um í landinum at vinna í hesum kapp- ingarárinum, men ábendingar eru um, at klaksvíkingar hava møguleikar í fleiri kappingum VINNARAR OG RÓÐRARFELØG Jóannes Hansen Tað er eingin ivi um, hvørji feløgini eru, sum, nú róðr- arárið er meiri enn hálv- runnið, hava staðið seg best. Tað eru feløgini í høv- uðsstaðnum og í Suður- streymi. Í Vági vóru fýra vinnarar úr høvuðsstaðn- um. Undantøkini vóru í kappingini millum 6- mannaførini við monnum og 10-mannaførini. Í hesi síðstu kappingini var Vág- bingurin bestur. Sjálvandi er Vágbingurin úr Vági. Tað var í hvussu so er eingin ivi um tað á Jó- ansøku. Men høvuðsstaður- in eigur fittan part av manningini á Vágbingi, og teir eru ofta at síggja á Havnarvág, tá ið teir venja. Men eingin ivi skal vera um, at Vágur eigur Vág- bingin, og at tað er heilt upp á sítt pláss, at tað er Vágs bygd og babberara, sum ljóðar, tá ið Vágbing- urin hevur vunnið. Hesa ferð vunnu teir á Argjum tveir róðrar, Havn- ar Róðrarfelag vann eina kapping, kvinnurnar um- borð á Jarnbardi drógu enn eitt sett av gullkrónum til Róðrarfelagið Knørr, og so var tað Sundabáturin, sum syrgdi fyri, at tað eisini varð eitt sindur av gull- deymi í Norðoyggjum. Klaksvíkar Róðrarfelag er eitt av stóru feløgunum. Klaksvíkingar luttaka í FM kappingunum við seks manningum. Enn hevur tað ikki eydnast teimum at vinna, men fleiri manning- ar hjá teimum hava fingið so mikið góð úrslit, at tað kann roknast við, at Klaks- víkar Róðrarfelag fer at vinna onkran sigurin í ár. Bestu úrslitini hjá klaks- víkingum hava kvinnurnar umborð á Páll Fanga og teir umborð á Nevinum Reyða fingið. Kvinnurnar umborð á Páll Fanga hava verið næstar teimum umborð á Jarnbardi í øllum fýra kappingunum, og teir um- borð á Nevinum Reyða hava verið nummar tvey og trý og fýra og aftur nummar tvey. Hesa ferð vóru teir nærri sigrinum, enn teir hava verið fyrr í ár. At tað er lív og áhugi í Klaksvíkar Róðrarfelag sæst eisini aftur í kapping- ini millum 5-mannafør. Fípan Fagra við gentum hevur otað seg alt longri fram, og í Vági endaðu tær á fjórða plássinum. Fípu dreingirnir hava fleiri ferðir verið framvið. Á Norðoya- stevnu vóru teir nummar trý, á Eystanstevnuni nummar fýra, á Sundalags- stevnuni nummar fýra og í Vági vórðu teir nummar tvey. Dreingjamanningin umborð á Telku varð nummar trý á Hvalvík. Í fjør vunnu klaksvíking- ar ein róður. Tað var á Fjarðastevnuni, at Páll Fangi við monnum var fyrstur á mál. Í 2002 vunnu menninir umborð á Páll Fanga á Norðoyastevnu, og dreingjamanningin á Fípuni Føgru vann bæði á Norðoyastevnu og Eystan- stevnu. Stóra róðrarárið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag var í 2001, tá ið tey vunnu tríggjar FM kappingar - Fípan Fagra við gentum, Páll Fangi við kvinnum og 8-mannafarið Nevið Reyða. Nr. 122 • mikudagur • 30. juni 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Vágbingurin bjargaði vágbingum stevnulagið Klaksvíkingar snodda til fremstu plássini Vágbingar fegnast um sigurin á heimasjógvi Mynd: Álvur Haraldsen Tað er fyrst og fremst høvsuðsstaðarfeløgini, ið hava gjørt vart við seg í ár Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 18