Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 - 30. juni 2004 21 Spógvin spruttaði eina løtu SMen tá ið alt kom til alt, bar tað ongum til at gera nakað við Blik, sum nú av álvara hevur lagt sjógv mill- um seg og hinar í FM kappingini 5-MANNAFØR DREINGIR Jóannes Hansen Í fyrstu FM kappingini í Klaksvík á Norðoyastevnu fyri einum mánaði síðani var Spógvin hjá Kappróðr- arfelagnum NSÍ vinnari í kappingini millum dreingjamanningarnar. Síð- ani hevur gingið minni væl hjá Spógva dreingjunum. Men leygardagin tóktist tað sum um, at tað rættuliga skuldi fara at glógva aftur. Spógvin legði sera bragd- liga fyri, og á tí fyrsta tein- inum var hann so mikið nógv av einari bátslongd frammanfyri hinar bátar- nar, at møguleiki var fyri, at hann skuldi taka fremsta plássið frá Bliki, ið vann bæði á Skálafjørðinum og á Hvalvík. So fór tað at venda so- leiðis, sum tað hevur gjørt seinastu ferðirnar. Blikur tók seg fram, og saman við honum fylgdu Havfrúgvin og Fípan Fagra, sum tær seinastu ferðirnar hava ver- ið við ímillum teir fremstu. Blikur róði stútt og støðugt, og argjadreingir vunnu greiðan sigur. Teir vóru á málinum eina báts- longd undan næstu kapp- ingarneytunum. Tað var sera tætt í kappingini um næstfremsta plássið. Spógvin tóktist hava ilt við at halda sær frammi í spíss- inum. Tað tóktist sum um, at teir ikki funnu aldu- kambin, sum teir skuldu ríða á. Heldur var tað aldu- dalurin, sum seyg ferðina úr teimum. Í staðin vóru tað Hav- frúgvin og Fípan Fagra, sum bjóðaðu av í kapping- ini um næstfremsta plássið. Og hesa ferð eydnaðist tað Fípuni Føgru at vinna kappingina um tey fimm stigini. Fípan var meiri enn eina hálva bátslongd frammanfyri Havfrúnna, sum aftur var eina báts- longd undan Spógvanum. Spógvin vann kappingina um fjórða plássið dygst frammanfyri Sílið, sum bara var minni enn ein skut aftanfyri. Talan er um rættuliga tætta kapping um næst- fremsta plássið. Eingin ivi er um, at Blikur fer at vinna FM. Blikur hevur 26 stig, Havfrúgvin hevur sekstan stig, og Fípan Fagra og Spógvin hava fimtan stig. Sílið svaraði aftur Eftir at alt seinastu vikurnar hevur bent á, at Blikur skjótt skuldi tryggja sær meistaraskapin, er kapppingin nú víðopin aftur 5-MANNAFØR GENTUR Jóannes Hansen Tað gekk ikki triðju ferð á rað hjá argjagentum. Eftir sannførandi sigrar á Skála- fjørðinum og á Havlvík, megnaði Blikur ikki at vinna á Jóansøkuni. Tað vóru genturnar um- borð á Sílinum, sum syrgdu fyri, at spenningurin í FM kappingini varð varðveittur nakrar í hvussu so er tvær tær næstu vikurnar. Sílið, sum vann á Norðoyastevnu, hevur nú otað seg fram ímóti Bliki. Blikur hevur 23 stig, og Sílið hevur 21 stig. Tað eru bara hesir báðir bátarnir, sum rættuliga kappast um FM heitið. Firvaldur, sum hevur staðið seg væl higartil í ár, og sum aftur hesa ferð endaði á triðja plássinum - minni enn eina bátslongd aftanfyri Blik - hevur á triðja plássinum í FM kapp- ingini seytjan stig. Tað er neyvan nóg mikið at hótta tveir teir fremstu bátarnar við. Sílið fekk góðan start, og Sílið megnaði alla tíðina at halda hinar bátarnar aftan- fyri seg. Munurin frá Sílin- um og aftur til Blik bara øktist, og á málinum var Sílið meiri enn tvær báts- longdir frammanfyri Blik. Eina góða løtu var kapp- ingin um næstfremsta plássið rættuliga tøtt. Men so megnaði Blikur at skraða seg leysan, og á málinum vóru argjagentur tað mesta av einari báts- longd frammanfyri teir næstu bátarnar. Firvaldur var í harðari kapping um triðja plássið. Tvørágentur kappaðust við tær úr Klaksvík. Umborð á Fípuni Føgru hevur tað gingið støðugt rætta vegin, og aftur hesa ferð endaðu tær millum tær fremstu. Við sigrinum svaraði Sílið teimum uttanfyri ánna aftur, eftir at tær á Argjum høvdu verið bestar í tveim- um kappingum. Genturnar umborð á Sílinum var ein- asta manningin hjá Havnar Róðrarfelag, sum vann á Jóansøku. Enn hava tær møguleika at vinna FM heitið, sum Havnar Róðrar- felag hevur átt tvey tey seinastu árini. Í fjør var tað Drekin, sum vann, og í fyrraárið var tað Sílið. Tað eru tjúgu ár síðani, at Blik- ur av Argjum fyri fyrstu og higartil einastu ferð vann FM í kappingini millum gentubátar. Genturnar umborð á Sílinum bastu argjagentum í Vági leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen Blikur vann trygt dreingjaróðurin á Jóansøku Mynd: krf.fo 21 20 Nr. 122 - 30. juni 2004 Argjamenn vórðu kløkkaðir Men hóast hann tókt- ist eitt sindur kroyst- ur, so eydnaðist tað Argjabátinum enn eina ferð at vinna øll stigini 8-MANNAFØR Jóannes Hansen Tað var eitt sindur av órógv í á Sundalagsstevnuni. Ta ferðina lá Argjabáturin tvørur í startinum. Kortini eydnaðist tað honum at vinna øll stigini, hóast Kví- víkingurin royndi at gera sítt. Í Vági varð kappast á eitt túsund metrum. Harvið varð lagt upp til, at bátarnir, sum á fyrstu túsund metr- unum á fyrru stevnunum hava roynt at argað argja- menn eitt sindur, skuldu fáa høvdið fyri seg, og tað restaði ikki so nógv í, at tað eydnaðist hjá teimum. Men á málinum var Argjabáturin enn eina ferð fremstur. Hann hevur fult stigatal, og tað er einki, sum bendir á, at nakar skal hótta hann í FM kappingini. Um nakar fer at hótta hann í onkrari av teimum trimum kapp- ingunum, sum framvegis eru eftir í hesum róðrarár- inum, fer bara tíðin av vísa. Kvívíkingur og Nevið Reyða hava kappast um plaseringarnar aftanfyri Argjabátin. Hesa ferð fingu hesir báðir bátarnir betri start, enn Argjabáturin fekk. Men eftir startspurtin var Argjabáturin komin upp undir liðina á klaksvíking- um og kvívíkingum, og so- leiðis gekk tað eina góða løtu. Undanfarnu ferðirnar hevur tað víst seg, at tá ið málið hevur verið gott og væl hálv rógvið, so hevur Argjabáturin togað seg framum hinar, og so hevur hann stýrt róðrinum. So- leiðis var tað ikki hesa ferð. Nevið Reyða tóktist hava góðan hug at gera tað gott aftur, at teir á Sundalags- stevnuni ikki megnaðu meiri enn fjórða plássið. Nakrar ferðir stakk Nevið Reyða seg framum hinar, men tað tóktist ikki sum um, at klaksvíkingarnir skuldu fáa høvi at sleppa avstað. Dygst frammanundan endaspurtinum lætti Argja- báturin sær á, og so tóktist sum um, at tað skuldi ganga, sum tað hevði gjørt undanfarnu ferðirnar. Men klaksvíkingar og eisini kvívíkingar vóru treiskir. Teir hildu tørn. Onkra løt- una vóru teir fremstir, so stóð høgg um høgg, so vóru argjamenn fremstir, og so svaraðu klaksvíkingar aftur. Á síðstu metrunum megnaði Argjabáturin kort- ini fyri fjórðu ferð av fýra at vinna seg so mikið fram- um, at eingin ivi var um, at hann var fremstur og harvið vinnari av teimum sjey FM stigunum. Men munurin var lítil aftur til Nevið Reyða, sum bara var ein skut aftanfyri, og til Kví- víking, sum bara var ein uppaftur minni skut aftan- fyri Nevið Reyða. Jarnbardur verður fyrsti meistarin Hóast munurin hesa ferð var styttri aftur til Páll Fanga, enn hann hevur verið undanfarnu ferðir- nar, so er tað millum lítið og einki, sum bendir á, at nakar fer at megna at taka nak- að stig frá Jarnbardi, sum tískil kann vinna FM væl undan Ólav- søku 6-MANNAFØR KVINNUR Jóannes Hansen Spurningurin er ikki, um Jarnbardur fer at vinna FM. Heldur er spurningurin, um tað fer at vera nú leygar- dagin í Vestmanna, ella um tað verður í Sørvági annan leygardag. Tað er eingin spenningur um FM heitið. Skal leitast eftir spenningi, so er hann at finna í, um tað fer at eydnast kvinnunum umborð á Jarnbardi at vinna FM við fullum stig- tali. Møguleiki er sjálvandi fyri, at okkurt púra óvænt- að skal koma fyri undir einari av teimum trimum kappingunum, sum eru eftir. Men avrikini og úrslitini higartil hava boðað frá, at tað skal vilja meiri enn illa til, um Jarnbardur ikki skal vinna allar sjey kappingarnar í hesum árinum. Í Vági var talan leingi um uppvísningsróður. Jarn- bardur var fremstur beinan- vegin, og hann økti um munin aftur til næstu mann- ingarnar. Eina løtu var fjar- støðan fleiri bátslongdir, tá ið Jarnbardur og so allir hinir fóru skúmandi undan vindinum og á aldukamb- unum inn eftir Vágs firði. So var tað, at Páll Fangi, sum leingi hevði togast við og Sølmund fleiri aðrar um næstfremsta plássið, rættu- liga gjørdi ein vørr. Kvinn- urnar úr Klaksvík evnaðu væl at fáa nyttu burturúr alduni, tær runnu við ferð upp undir liðina á Jarn- bardi, og á málinum var munurin frá annars suverena oddabátinum og aftur til Páll Fanga ikki størri enn ein skutur. Frá Pálli Fanga og aftur til Søl- mund á bronsuplássinum vóru meiri enn tvær báts- longdir. Ivaleyst vóru tær aftaná eitt sindur kløkkar umborð á Jarnbardi. Men róðurin sum heild vísti, at nógv skal venda øðrvísi í næstu kappingunum, enn tað higartil hevur gjørt, um tað skal eydnast Páll Fanga ella onkrari aðrari manning at gera enda á sigursrøðini hjá teimum umborð á Jarn- bardi. Hóast hart kroystir eydnaðist tað Argjabátinum at vinna á Jóansøku Mynd: Álvur Haraldsen Kvinnurnar umborð á Jarnbardi fegnast um fjóðra sigurin av fýra møguligum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 20