Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 - 30. juni 2004 23 Summarfótbóltur á Svangaskarði Áskoðararnir til dyst- in á Toftum mána- kvøldið millum B68 og B36 noyddust at taka til takkar við at njóta tað góða veðrið, tí ikki var borðreitt við nøkrum góðum fótbóltsspæli, sum teir kundu njóta B68-B36 Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Dysturin millum B68 og B36 mánakvøldið var sam- stundis seinasti dystur hjá báðum liðum undan summ- arsteðginum, og tú hevði varhugan av, at fleiri av leikarunum á báðum liðun- um longu vóru farnir í summarfrí. Leikferðin var lág, og ilt var at fáa eyga á nakað flótandi og saman- hangandi fótbóltsspæl. Toftamenn snýttir Heimaliðið átti at fingi eina dreymabyrjan, tí tað vóru bara leiktir seks minuttir, tá ið bólturin var í málinum hjá B36. Eyðstein Skipanes royndi seg við einum góð- um skoti, sum Tróndur fekk beint út til horna. Horna- sparkið tók Eyðstein sjálv- ur, og inni í brotsteiginum bleiv bólturin beindur inn í málið hjá B36. Tá ið bólt- urin var komin eitt fitt petti inn um málstrikuna, bleiv hann beindur burtur aftur. Tíverri fyri heimaliðið høvdu hvørki dómarin ella linjuverjin sæð, at bólturin hevði verið í málinum, og tí stóð framvegis 0-0, og enn einaferð noyddust tofta- menn at ásanna, at eydnan sjáldan er við botnliðunum. Ístaðin vóru tað gestirnir úr Havn, sum stutt eftir løgdu seg á odda. Johannus Joensen vann ein bólt í verjuni hjá B36, og hann sendi Bárð Mortansson av- stað í høgra borði. Bárður smeyg sær lættliga framvið John Hera Dam, sum bleiv ryktur aftur á vinstra bakk hjá B68, eftir at veteranurin Jákup Eli Olsen longu í níggjunda minutti noyddist út við skaða. Komin nakað væl oman móti málinum hjá toftmonnum, sendi Bárður eitt gott innnlegg inn í brots- teigin hjá B68, og við nærmastu stong var liðskip- arin, John Petersen, klárur, og hann potaði bóltin í netið við høgra fóti, og so var 1-0 til B36. Einki samanhangandi spæl Tað vóru gestirnir úr Havn, sum leikliga vóru omaná í fyrra hálvleiki, uttan at teir tó spældu serliga væl. Bæði liðini høvdu ilt við at fáa fleiri enn tríggjar avlever- ingar á rað, men tó var eitt lítið sindur meiri skil á hjá B36, og nakrir málmøgu- leikar spurdust eisini burtur- úr. John Petersen var nær við at økja um leiðsluna hjá B36, tá ið hann eftir ein hálvan tíma skallaði eitt hornaspark beint upp um tvørstongina úr stuttari fjar- støðu. Toftamenn høvdi ilt við at fáa nakað veruligt álops- spæl, og sum oftast mistu teir bóltin í uppspælinum. Teir vóru tó eins sterkir sum B36 á sentrala miðvøllinum, har Øssur Hansen og Eyð- stein Skipanes dystaðust við Niels Joensen og Kenneth Jacobsen. Úti í borðunum høvdu toftamenn tó trupul- leikar við at verja fyri teim- um báðum, Bárði Mortans- son og Alex Santos, tí teir eru báðir ómetaliga kvikir, og bakkarnir hjá B68 høvdu ilt við at fylgja við teimum. Men tá ið so teir báðir veng- urnir hjá B68 sluppu framat til innlegg, vóru tey alt ov ofta óneyv, og tí kom einki burturúr. Gestirnir úr Havn fingu bóltin í B68-málið aftur stutt fyri hálvleik, tá ið Niels Joensen royndi seg við einum góðum skoti, men tað bleiv kolldømt fyri rang- støðu. Nær við fyrsta stigið á heimavølli So hvørt sum dysturin leið, lækkaði leikferðin, og ser- liga í seinna hálvleiki vóru tað nógvir spælarar, sum spældu í frígear. Havnar- menninir tóktust ikki serliga grammir eftir at fáa økt um leiðsluna hjá sær, og tofta- menn hinvegin vóru heldur ikki serliga ágrýtnir. Tá ið B68 royndi seg fram eftir vøllinum, var tað sum oftast við langum sendingum, og í sambandi við eina av hesum longu sendingum gjørdust havnarmenninir eina løtu rættuliga heitir um skallan. Einir tíggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá ið ein langur bóltur verð- ur sendur niðan ímóti brots- teiginum hjá B36 nakað úti í høgru síðu. Ein tofta- maður roynir at fanga bólt- in, men Tróndur Vatnhamar í málinum hjá B36 kemur stormandi út, og uttan fyri brotsteigin nýtir hann hendurnar til at hjálpa sær við. Ein stórur partur av bæði leikarum og áskoð- arafjøld vóru sannførd um, at nú fekk Tróndur reyða kortið, men dómarin Páll Augustinussen, ið dømdi ein góðan dyst, tók einans ostaflísuna upp úr lumm- anum, og B36-leikararnir drógu andan lættliga aftur. So hvørt sum seinni hálv- leikur gekk, nærkaðust toftamenn brotsteiginum hjá B36, meðan havnarliðið hinvegin ikki var so ofta á vitjan í hinum endanum, sum teir høvdu verið fyrr í dystinum. Tó tóktist tað altíð eitt sindur vandamikl- ari, tá ið B36 var í álopi, enn tá ið toftamenn vóru. John Petersen hevði bóltin í netinum hjá B68 tíggju minuttir fyri leiklok eftir eitt sera væl gjøgnumspælt álop hjá B36, men eisini tann royndin bleiv koll- dømd fyri rangstøðu. Toftamenn nærkaðust al- samt málinum hjá B36, samstundis sum tíðin fór at ganga undan. Tað var eisini um reppið, at ein fyrr- verandi B36-leikari javnaði fyri vertirnar, tá ið bert tveir minuttir vóru eftir at leika. Høgri bakkur hjá B68, Alex Troleis, sendi ein góðan bólt inn í brotsteigin hjá B36, og John Heri Dam slapp at standa púra ódekkaður. Hann setti krúllin undir bóltin, men tíverri fyri hann og B68 tók bólturin í stólp- an og fór út til málspark. Tað vóru ístaðin gestirnir úr Havn, sum fingu seinasta orðið í dystinum, tá ið farið var út um vanligu leiktíðina. B68 sendi alt sítt fólk fram, og tá ið ein avlevering niðan ímóti brotsteiginum hjá B36 fór skeiv, vóru havnarmenn- inir skjótir at sláa kontra. Alex Santos streyk avstað í vinstra borði, og tá ið hann nærkaðist brotsteiginum hjá toftamonnum, spældi hann innskifta Jens Erik Rasmus- sen leysan, og vágamaðurin var eirindaleysur og sendi við kalda høgra beininum bóltin framvið Jacek í málinum hjá B68, og so var 2-0 til gestirnar, og dysturin var avgjørdur. Lagnan var kanska eitt sindur hørð við toftamenn mánakvøldið, men saman- umtikið hevði B36 munin á heimaliðnum, og gestirnir dugdu eisini betur at fáa nakað burturúr. Hinvegin tykjast framstig at verða á liðnum hjá B68, og spenn- andi verður at síggja, um nýggi brasiliumaðurin And- erson, sum mánakvøldið sat millum áskoðararnar, verð- ur tann neyðugu styrkurin, ið toftamenn hava tørv á. B68-B36 0-2(0-1) 0-1 John Petersen 12. 0-2 Jens Erik Rasmussen 92. B68: Jacek Przybylski - Alex Troleis, Oleif Joen- sen, Herbert í Lon Jacobsen, Jákup Eli Olsen(9. Ronnie Svalbard) - Jóan Petur Poulsen(59. Kári Sigvardsen), Øssur Hansen, Eyðstein Skipanes(75. Mikkjal Thomassen), John Heri Dam - Mortan Hansen Kristian Anton Andreasen Gult kort: Oleif Joensen, John Heri Dam B36: Tróndur Vatnhamar - Allan Mørkøre(54. Ronnie Samuelsen), Johannus Joensen, Egil á Bø, Arnbjørn Danielsen - Bárður Mortansson(83. Jens Kr. Hansen), Niels Joensen, Kenneth Jacobsen, Alex Jose dos Santos - Áki Mørk(65. Jens Erik Rasmussen), John Petersen Gult kort: Tróndur Vatnhamar Dómari: Páll Augustinussen FAKTA Í fagrasta summarveðri spældi B68 og B36 ein lin- ligan dyst á Svangaskarði mánakvøldið, sum B36 vann 2-0 Mynd: Álvur Haraldsen 23 22 Nr. 122 - 30. juni 2004 Støðan í føroyameistaraskapinum í kappróðri Eftir róðurin á Jóansøku er støðan í føroyameistaraskapinum í kappróðri henda: Fimmmannafør, dreingir Fimmmannafør, gentur Áttamannafør nr. stig nr. stig nr. stig 1 Blikur 26 1 Blikur 23 1 Argjabáturin 28 2 Havfrúgvin 16 2 Sílið 21 2 Kvívíkingur 18 3 Fípan Fagra 15 3 Firvaldur 17 3 Nevið Reyða 17 3 Spógvin 15 4 Havfrúgvin 13 4 Ørvur 12 5 Tekla 7 5 Fípan Fagra 6 5 Knørrur 9 6 Sílið 4 6 Ørnin 4 6 Tofta Regin 1 7 Firvaldur 3 7 Frúgvin 3 7 Miðvingur 0 8 Drekin 2 8 Junkarin 2 9 Báran 0 9 Drekin 0 9 Kollur 0 9 Dúgvan 0 9 Royndin Fríða 0 9 Falkur 0 9 Svanur 0 9 Hvassi 0 9 Tjaldrið 0 9 Spógvin 0 9 Tekla 0 9 Tjaldrið 0 Seksmannafør, kvinnur Seksmannafør, menn Tíggjumannafør nr. stig nr. stig nr. stig 1 Jarnbardur 28 1 Sundabáturin 23 1 Havnarbáturin 24 2 Páll Fangi 20 2 Jarnbardur 18 2 Nólsoyingurin 20 3 Lómur 14 3 Gongurólvur 14 3 Vágbingur 15 4 Gongurólvur 11 3 Strálan 14 4 Eysturoyingur 11 5 Sølmundur 8 5 Lómur 10 4 Vestmenningur 11 6 Víkingur 7 6 Sølmundur 4 6 Hoyvíkingur 7 7 Smyril 0 7 Hósvíkingur 3 7 Sundabáturin 0 8 Víkingur 2 9 Hvessingur 0 9 Sandingur 0 9 Smyril 0 Kappróðrarúrslit á Jóansøku 2004 Úrslitini frá kappróðrinum á Jóansøku í dag vóru hesi: Fimmmannafør, dreingir Fimmmannafør, gentur Áttamannafør 1 Blikur 04.56.24 1 Sílið 05.10.12 1 Argjabáturin 04.39.13 2 Fípan Fagra 04.59.13 2 Blikur 05.15.21 2 Nevið Reyða 04.40.21 3 Havfrúgvin 05.01.01 3 Firvaldur 05.17.14 3 Kvívíkingur 04.41.22 4 Spógvin 05.04.16 4 Fípan Fagra 05.18.05 4 Knørrur 04.43.16 5 Sílið 05.04.21 4 Ørnin 05.18.05 5 Ørvur 04.45.06 6 Drekin 05.05.00 6 Havfrúgvin 05.22.21 6 Tofta Regin 04.47.18 7 Tjaldrið 05.06.08 7 Junkarin 05.23.23 7 Miðvingur 04.58.00 8 Tekla 05.06.22 8 Frúgvin 05.24.18 9 Firvaldur 05.09.12 9 Drekin 05.25.16 10Svanur 05.10.16 9 Falkur 05.25.16 Tíggjumannafør 11Royndin Fríða 05.14.23 11 Tjaldrið 05.28.00 1 Vágbingur 04.21.05 12Báran 05.16.23 12 Spógvin 05.32.24 2 Havnarbáturin 04.24.04 13Kollur 05.17.12 13 Dúgvan 05.36.00 3 Nólsoyingurin 04.24.06 14 Tekla 05.36.03 4 Vestmenningur 04.24.2 Hvassi møtti ikki 5 Eysturoyingur 04.25.04 6 Hoyvíkingur04.26.20 Seksmannafør, kvinnur Seksmannafør, menn 1 Jarnbardur 05.02.20 1 Sundabáturin04.46.15 2 Páll Fangi 05.03.14 2 Strálan 04.47.08 3 Sølmundur 05.10.03 3 Lómur 04.48.02 4 Gongurólvur 05.11.20 4 Hósvíkingur 04.48.24 5 Lómur 05.13.13 5 Sølmundur 04.50.07 6 Víkingur 05.14.19 6 Jarnbardur 04.50.10 7 Sundabáturin 05.22.12 7 Gongurólvur04.52.01 8 Smyril 05.31.21 8 Sandingur 04.57.16 9 Hvessingur 05.00.10 10 Víkingur 05.01.05 11 Smyril 05.13.15 Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 8 5 - 2 - 1 21 9 12 17 2 Skála 9 5 - 2 - 2 20 10 10 17 3 B36 9 4 - 3 - 2 19 12 7 15 4 NSí 8 4 - 3 - 1 14 10 4 15 5 EB/Streymur 9 4 - 2 - 3 17 13 4 14 6 VB 9 3 - 4 - 2 13 10 3 13 7 KÍ 9 2 - 6 - 1 15 11 4 12 8 GÍ 9 3 - 2 - 4 13 19 -6 11 9 ÍF 9 1 - 1 - 7 13 32 -19 4 10B68 9 0 - 1 - 8 6 25 -19 1 Støðan, 2. deild menm vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 TB 9 7 - 0 - 2 26 11 15 21 2 AB 9 6 - 2 - 1 18 10 8 20 3 B71 9 5 - 1 - 3 26 22 4 16 4 Royn 9 5 - 0 - 4 23 20 3 5 5 FSV 9 4 - 2 - 3 31 19 12 6 6 Sumba 9 4 - 2 - 3 14 14 0 7 7 KÍ 9 2 - 3 - 4 18 22 -4 9 8 B36 9 2 - 2 - 5 10 23 -13 8 9 LÍF 9 1 - 3 - 5 11 24 -13 6 10 VB 9 0 - 3 - 6 7 19 -12 3 C M Y K 22