Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juni 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 - 30. juni 2004 25 Heri og John á odda Heri Simonsen og John Petersen hava lagt seg á ovastu sessirnar eftir 24 av teimum 31 EM- dystunum eru leiktir EM-KAPPINGIN Jákup Mørk Símun Midjord megnaði ikki at halda fast um odda- sessin, sum hann hevði vunnið sær eftir fyrsta um- farið í stóru EM-kapp- ingina. Eftir fyrstu 12 dystirnar hevði Símun níggju røtt, men í næsta umfarinum var hetta tal lækkað niður í seks, so samlaða úrtøkan hjá honum er 15 dystir. Hetta hevur givið Hera Simonsen og John Petersen rúm í kappingini, og teir eru nú báðir farnir framvið Símuni. Bæði Heri og John høvdu eftir fyrsta umfarið átta røtt, og hetta úrslitið endurtøku teir næstu 12 dystirnar, soleiðis at teir nú hava 16 rættar dystir hvør. Eitt imponerandi miðal upp á 66,7%. Talan er tó framvegis um eina harða kapping í dystin- um um at vinna stóra vinn- ingin, sum er ein fótbólts- ferð í Europa eftir egnum ynski. Men oddurin er nú um at gerast smalur. Niðanfyri prenta vit tó yvirlit yvir teir tíggju vedd- ararnar, sum hava staðið seg best higartil. Toppurin Heri Simonsen 16 John Petersen 16 Símun Midjord 15 Dánjal Joensen 15 Jákup E. Jacobsen 15 Osvald Hansen 14 Rúnar Jacobsen 14 Jákup Bogi Joensen 14 Bergur Midjord 14 Jens Pauli av Reyni 14 John Petersen og Heri Simonsen eru teir báðir veddararnir, sum hava staðið seg best higartil í stóru EM-kappingini HB vildi leiga Jákup Mikkelsen HB hevur spurt seg fyri hjá KÍ um at leiga landsliðsmálverjan Jákup Mikkel- sen til Europa Cup dystirnar hjá felagn- um. Hetta váttar málverjin fyri Norð- lýsinum – Tað vóru ov nógv ógreið viðurskifti, og tí bleiv ongantíð meiri burtur úr hes- um, sigur Jákup Mikkelsen við Norð- lýsið. Tannáringar standa seg væl Í Wimbledon tenniskappingini, sum verður hildin í hesum døgum, hava fleiri ungir tennisspælarar staðið seg væl. Hjá kvinnunum eru bæði 17 ára gamla Maria Sharapova og 19 ára Karolina Sprem komnar í fjórðingsfinalurnar, og tær hava spælt sera væl higartil. Maria Sharapova, sum er úr Russlandi, sigur, at hennara mál er at koma upp á ovasta pláss á styrk- islistanum. Eisini 16 ára gamla Em- manuelle Gagliardi hevur spælt seg í átt- andaparts finaluna, og har skal hon dystast við Serenu Williams, sum vann kappingina seinast. Tannlæknin dømir finaluna Ein týskur tannlækni skal døma finaluna í EM-kappingini í Portugal. UEFA hevur nevniliga gjørt av, at Markus Merk fær stóru uppgávuna. Hann er 42 ára gamal tannlækni úr Kaiserslautern og dømi í fjør finaluna í Champions League. Dómarar til tær báðar hálvfinalurnar verða italski Perluigi Collina og svenski Anders Frisk. Ebbe Sand gevst Álopsspælarin Ebbe Sand gevst nú á danska landsliðnum. Hetta boðaði hann frá eftir tapið ímóti Kekkia sunnukvøld- ið. Hann spældi 66 landsdystir fyri Danmark og skoraði 22 mál. – Nú fái eg meira tíð at hvíla meg, og tað verður sjálvandi ein fyrimunur fyri meg í felagnum hjá mær. Eg havi sjálvur gjørt av, at eg vildi gevast á landsliðnum, og nú vóni eg, at eg kann leingja sáttmálan við Schalke, sigur Ebbe Sand. 25 24 Nr. 122 - 30. juni 2004 Runavíkingar ætla sær greipuna Lagt er upp til ein sera spennandi dyst í Gundadali í kvøld, tá ið HB og NSÍ hittast í seinasta dystinum í fyrru helvt av lands- kappingini í ár. Vinn- andi liðið fer í summ- arfrí á oddasessinum í 1. deild HB-NSÍ Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Einki er at ivast í, at dyst- urin í kvøld fer at savna nógvar áskoðarar. Runavík- ingar møta vanliga mans- sterkir til dystirnar hjá NSÍ, og tá ið talan er um ein slík- an dyst, har NSÍ við einum sigri kann leggja seg á odda í 1. deild, verða guliganz óivað fleiri í tali, enn teir vanligt eru. Harafturat eru nógvir útisetar í løtuni heima í summafrí, og tað sæst vanligani aftur á áskoðarafjøldini í Gundadali. Venjarin ivasamur Leikandi venjarin hjá HB, Heine Fernandez, sigur, at teir eru øgiliga spentir og tendraðir til dystin í kvøld. Liðið vandi hart mána- kvøldið, og í gjárkvøldið var ein løtt venjing á skránni. Sjálvur hevur Heine Fernandez ikki vant í seinastuni. Hann hevur júst verið og vitjað familjuna í Danmark í eina viku, og harafturat hevur hann trup- ulleikar við rygginum og lærinum. Heine sigur, at enn er ivasamt, um hann verður við í dystinum í kvøld, men hann vónar, at vøddamýkjarin hjá HB fær gandað eitt sindur, so at hann kann spæla við í oddabrakinum. Tó er greitt, at teir tríggir Hans á Lag, Bárður Johannesen og Martin Christensen fram- vegis ikki eru tøkir hjá havnarfelagnum. Í seinsta landskappingar- dystinum hjá HB var ein nýggjur maður millum stengurnar. Talan var um Danny Rasmussen, og Heine Fernandez sigur, at Danny verður aftur millum stengurnar í kvøld. - Danny fekk møguleikan í Gøtu, og ikki kann sigast annað, enn at hann tók av møguleik- anum, tá ið hann fekk hann, sigur Heine Fernandez. Tað er einki dulsmál, at hendan vikan er ein sera umráðandi vika hjá havnar- felagnum. Vinna teir dystin í kvøld, eru teir trý stig á odda í summarsteðginum, og sunnudagin skulu teir leika seinnu hálvfinaluna í Løgmanssteypinum ímóti VB í Havn. Leikandi venj- arin hjá HB sigur, at vinna teir báðar dystirnar hesa vikuna, sær tað heilt gott út. Hann leggur afturat, at tað er einki dulsmál, at tað er júst slíkar dystir, ið spæl- ararnir síggja fram til eitt heilt kappingarár. Skulu bróta ísin í ár Í Runavík er spenningurin, eins og í Havn, sera stórur undan dystinum í kvøld. Liðskiparin hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen, sigur, at allir mans hjá runavíking- um eru klárir til odda- brakið. Royndi málverjin hjá runavíkingum sigur, at nú er NSÍ við aftur í rætta endanum, eftir at teir høvdu eina ivasama byrjan upp á kappingarárið, og runa- víkingar ætla sær at verða verandi í oddinum. Jens Martin sigur, at málið hjá NSÍ í ár er at vinna greipuna. - Vit trúgva uppá, at tað í ár fer at eydnast hjá okkum at bróta ísin í landskappingini, so- leiðis at vit kunnu gerast føroyameistarar, sigur landsliðsmálverjin. NSÍ er kanska tað felagið í land- inum, sum hevur havt tað mest støðuga fólkið seinnu árini, og tað er óivað ein fyrimunur, at menn kenna so væl hvønnannan. Haraft- urat heldur Jens Martin, at framtíðin hjá NSÍ sær ógvuliga ljós út, tí heilt nógvir ungir og evnaríkir leikarar eru á veg upp í vaksnamannadeildirnar, og tað fer at økja kappingina á besta liðnum hjá NSÍ, og tað ger bara liðið betur, heldur Jens Martin Knud- sen. Væntar undirhaldandi dyst Um sjálvan dystin í kvøld, sigur liðskiparin hjá NSÍ, at hann væntar ein sera spenn- andi og undirhaldandi dyst. Landsliðsmálverjin sigur, at bæði HB og NSÍ óivað fara eftir báðum stigunum, og tí fara bæði liðini at leypa á, sigur Jens Martin Knudsen. Nógvu royndirnar hjá landsliðsmálverjanum siga, at dystirnir millum HB og NSÍ ofta eru rættuliga væl leiktir dystir, og hann vænt- ar ikki, at dysturin í kvøld verður nakað undantak í so máta. Tað er heldur ikki so, at annað lið hevur gott tak á hinum liðnum í Gundadali, tí NSÍ hevur mangan givið HB skarpan gang í Gunda- dali, men samanlagt sæð tala tølini til fyrimuns fyri havnarfelagið. Dysturin í kvøld skuldi upprunaliga verið leiktur klokkan seks, so at tað ikki rann saman við fyrru hálv- finaluna í EM-endaspæl- inum, men eftir ynski frá runavíkingum er dysturin fluttur til klokkan sjey. Góð odds upp á NSÍ Stóra veddingarheima- síðan, www.nordicbet.com, hevur sett odds upp á dystin í kvøld, og tey eru rættuliga áhugaverd. Millum annað gevur ein sigur til runa- víkingar odds 5,55, og tað er ikki so lítið. Ein javn- leikur gevur pengarnar aft- ur 3,30 ferðir, meðan vedd- ingarfyritøkan hevur HB sum stórfavorittar, tí ein heimasigur gevur bert pengarnar aftur 1,50 ferðir. Tað varður týdningarmikið hjá NSÍ at steðga Rógva Jacobsen, um teir ætla sær at basa HB í Gundadali í kvøld Savnsmynd Liðskiparin hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen, er bersøgin og sigur greitt, at málið hjá NSÍ í ár er at vinna greipuna Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 24