mánadagur 19. januar 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. januar 2015 · Nr. 7
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1. Inngangur
Løgtingið samtykti við aðru viðgerð
tann 3. desember í fjør uppskot
um tilbúgving, átøk og lóggávu, at
fyribyrgja fráboðaðum ólógligum
virksemi í Føroyum. Hetta uppskot
til samtyktar, sum var sett fram
av andstøðuni, og tikið undir við
av flest øllum samgongufólkum,
hevur beinleiðis tilvísing til felags
skapin Sea Shepherd, sum mót
mælti grindadrápið í Føroyum í fjør
summar.
Í
álitinum
hjá
Løgtingsins
rættarnevnd, dagfest 20. november
2014, stendur skriva soljóðandi:
“Løgtingið heitir á landstýrið um
skjótast møguligt og í seinasta lagi
1. mai 2015 at leggja fram neyðugar
lógarbroytingar soleiðis, at skipast
kann ein verulig tilbúgving, og átøk
fremjast, sum kunnu fyribyrgja, at
umboð fyri felagsskapir og útgerð,
ið hava til endamáls at fremja
ólógligt virksemi í Føroyum, kunnu
koma til landið ella kunnu útinna
fyrireikingar til tílíkt virksemi í
Føroyum”.
Rættarnevndin skrivar víðari í
sama álitið soljóðandi:
“Hartil heitir Løgtingið á lands
stýrið um at leggja fyri Løgtingið
eina frágreiðing, hvussu tryggjast
kann ein støðug upplýsing mótvegis
altjóða samfelagnum um avleiðing
arnar av ólógliga virkseminum og
grundgevingarnar fyri átøkunum
hjá føroysku myndugleikunum”.
Løgtingið ynskir sostatt, at
Landsstýrið
fremur
neyðugar
lógarbroytingar
umframt
letur
úr hondum eina frágreiðing, sum
greinar viðkomandi spurningar,
ið hava við málið at gera, og sum
liggja til grund fyri átøkunum.
Tað er í sama viðfangi týdningar
mikið, at Løgting og Landsstýrið
hava í huga, at tær lógarbroytingar,
ið hetta uppskot til samtyktar legg
ur upp til at gera, ikki mugu leggja
forðingar
fyri
grundleggjandi
rættindum sambært grundlógini
hjá borgarum í Føroyum umframt
persónum, ið vitja og uppihalda sær
í Føroyum. Í hesum førinum serliga
ásetingarnar í grundlógini §§ 77 og
79 um skrivi- og talufrælsi umframt
savningarfrælsi.
2. Løgtingið samt um
átøk í einum trygdar- og
verjupolitiskum málið,
sum hevur við yvirvald
og landøki Danmarkar
og Føroyar at gera
Við at samtykkja hetta uppskot,
standa løgtingslimir tvørtur um
andstøðu og samgongu saman um,
at gera nakað við eitt trygdar- og
verjumál, sum er danskt málsøki
sambært heimastýrislógini. Sa
mtíðis er talan um eitt mál, sum
er partur av nýggju trygdardags
skránni í Evropa og í vesturheim
inum
yvirhøvur,
sum
krevur
bæði
samstarv
millum
sivilar
myndugleikar, politiið og hernaðar
valdið, men eisini eitt samstarv
millum
føroyskar
og
danskar
myndugleikar. Tað vil siga eitt
trygdar- og verjumál, sum hevur
við ein altjóða felagsskap at gera –
ein felagsskap, sum eisini føroyskir
myndugleikar mugu fyrihalda seg
til á operativum-, stjórnarráðs- og
politiskum stigi.
Við samtyktini gevur Løgtingið
til kennar, at framferðarhátturin
hjá Sea Shepherd felagsskapinum
er ikki í lagi, tá umdømi Føroya
verður hótt og borgarar í føroyska
samfelagnum gerast ótryggir av
hjáveruni
hjá
felagsskapinum.
Tí ynskir Løgtingið natúrligt, at
Landsstýrið setir átøk og lóggávu í
verk, sum kann forða og fyribyrgja,
at altjóða felagsskapir kunnu hótta
almennu trygdina í Føroyum.
Men tá átøk og lóggáva skulu
gerðast í Føroyum í einum trygdar-
og verjumáli, sum er danskt málsøki,
so er hetta ein avbjóðandi uppgáva,
tí vit førka okkum nú inn á eitt øki,
har hugtøkini landøki (territorium)
og yvirvald (suverenitet), og harvið
viðurskiftini viðvíkjandi valdið
landanna millum, hava stóran
týdning. Tað ber tó væl til, at útinna
praktiska lóggávu í Føroyum, hóast
talan er um eitt trygdar- og verju
mál, men tað hevur sum fyritreyt, at
føroyskir og danskir myndugleikar
– Føroya Landsstýri og Danska
Stjórnin - arbeiða tætt saman um
uppgávuna.
Men lat okkum fyrst kanna
eftir í dag og í einum søguligum
baksýni, hvønn týdning landøki
(territorium) og yvirvald (suvereni
tet) hava, tá vit tosa um at gera
møguligar broytingar í trygdar- og
verjumálum, sum ganga fyri seg í
Føroyum.
3. Landøki- og yvir
vald Danmarkar viðvíkj
andi Føroyum er kjøl
fest í trygdar- og
verjupolitikkinum
Yvirtøkulógin frá 2005 ásetir, at
málsøkini viðvíkjandi uttanríkis-,
trygdar- og verjumálum kunnu ikki
takast yvir sum føroysk málsøki.
Henda áseting er í beinleiðis sam
svar við innihaldið í nýggjastu
politisku semjuni um donsku verj
una fyri árini 2013-2017, har tað m.a.
stendur skrivað soljóðandi um
endamáli við donsku verjuni:
“Dansk forsvar har grundlægg
ende til formål at hævde det danske
riges suverænitet og sikre landets
fortsatte eksistens, integritet og
sikkerhed.”
Danska verjan hevur sostatt
sum sítt høvuðsendamál, at hevda
yvirvald Kongsríki Danmarkar og
tryggjað tilveruna, sjálvræðisrættin
og trygdina hjá Danmark. Yvirvald
Danmarkar
(suvereniteturin)
verður hevdaður yvir eitt landøki
(territorium), sum Henrik Zahle
sáli, professari í løgfrøði, allýsti á
henda hátt:
“Territoriets retlige betydning er
en afspejling af territorialhøjhedens
grundsætning, altså den i inter
national ret (folkeret) anerkendte
grundsætning, at der til den enkelte
stat er knyttet et territorium, og at
staten inden for dette territorium
har dels beføjelse til regulering,
dels eneret med hensyn til magt
udøvelse.”
Í viðurskiftunum millum Dan
mark og Føroyar merkir tað, at yvir
valdið er tað sama sum Kongsríki
Danmarkar, sum hevur ein løg
frøðiligan rætt til eitt landøki, sum
fatar um Føroyar, og har Danmark
hevur heimild til at stýra og at
brúka vald. Við øðrum orðum, so
er trygdar- og verjupolitikkurin
søguliga og bygnaðarliga tengdur
at yvirvaldinum (ríkinum), og tí
hevur Danmark framvegis lóggávu-
og útinnandi ábyrgd av hesum
politikk-økið.
Altjóðagerðin og ein nýggj trygd
ardagsskrá í vesturheiminum hevur
við sær, at yvirvalds-hugtakið í flest
øllum londum broytist við tíðini.
Sum henda greining roynir at lýsa
og grundgeva fyri, so er broytingin
í
yvirvalds-hugtakinum
eisini
galdandi í viðurskiftunum millum
Danmark og Føroyar, tá vit tosa um
avbjóðingar í sambandi við trygdar-
og verjmál, har Sea Shepherd
málið og trygdarpolitiska støðan
úti í heimi yvirhøvur vísir eitt rák
mótvegis hesi broyting.
3.1 Søguligt baksýni um
broytingar í yvirvalds-
hugtakinum
Yvirvalds-hugtakið birtist í 16- og
17-hundraðatalinum, og var ein
politisk og løgfrøðilig loysn uppá
tann
sentrala
spurningin,
um
tað var kongur, kirkja, aðal- ella
borgarastættin, sum hevði rættin
til at ráða yvir einum ávísum
landøki. Enski heimspekingurin
Thomas Hobbs menti í sínum verki
Leviathan í 1651 ein sokallaðan
samfelagssáttmála og hugsanina
um, at valdið hjá ríkinum er eitt
vald, ið ikki kann deilast, soleiðis
at valdsharrin (suverenurin), sum
er kongur ella stjórnin, ikki kann
geva frá sær valdið yvir eitt ávíst
landøki. Endamáli við yvirvalds-
hugtakinum var sostatt, at skipað
ein sterkan kong (ríkið), sum borg
arar í landium góvu seg undir. Á
henda hátt bleiv fyribyrgt, at kríggj
var í landinum av átrúnaðarligum
orsøkum, og at tað bleiv skapt
støðufesti í einari óstøðugari og
skiftandi altjóða skipan.
Undirritanin av tí Westfalska
Friðinum í 1648 staðfesti yvir
valds-hugtakið
men
frá
1800-
hundraðatalinum
og
frameftir,
bleiv yvirvalds-hugtakið sett undir
trýst við krøvum um demokrati
og sjálvstýrið, sum bleiv staðfest
í Versailles-sáttmálanum í 1919. Á
henda hátt bleiv yvirvalds-hugtakið
bjóða av. Í dag er hetta hugtak undir
støðugari broyting í sambandi
við humanitera ”responsibility to
protect” (R2P) hugtakið hjá ST, sum
er skyldan hjá londum at verja sínar
íbúgvar mótvegis brotsverkum, og
Sea Shepherd
felagsskapurin
– eitt trygdar- og verjupolitiskt mál, sum samtíðis er eitt nýtt slag av hóttan
mótvegis føroyska samfelagnum, og sum Løgtingið ynskir at gera nakað við
greining
Harvið brýtur Løgtingið upp úr nýggjum í sambandi við
eitt trygdar- og verjumál, sum er danskt málsøki sambært
heimastýrislógini, og samtíðis eitt mál, sum er kjølfest í
yvirvald (suverenitet) og landøki (territorium) Danmarkar.
Løgtingið førkar seg sostatt inn at gera lóggávu og átøk í
eitt málsøki, sum er sjálv kjarnan í einhvørjari tjóð, nevnliga
trygdar- og verjupolitikkurin. Broytingar í yvirvalds-
hugtakinum av humaniterum- og trygdarpolitiskum orsøkum
viðførir, at yvirvaldið hjá eisini Danmark ikki er so treytaleyst
sum fyrr. Tí ber til hjá føroyskum- og donskum myndugleikum
í einum samstarvi, at gera lóggávu og átøk Føroyum
viðvíkjandi, sum snúgva seg um trygdar- og verjumál.
Skrivað hevur Henrik Weihe Joensen, ráðgevi
í trygdar-, verju- og tilbúgvingarmálum og
fyrrverandi tilbúgvingarstjóri í Føroyum