mánadagur 19. januar 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 19. januar 2015 · Nr. 7
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
altjóðu avbjóðingarnar á trygd
ar- og verjuøkinum. Í hesum sam
bandi lýsti fyrrverandi bretski for
sætisráðharrin, Tony Blair, í einari
røðu longu í 1999 avbjóðingarnar, ið
standast av altjóðagerðini, á henda
hátt:
”Globalisation has transformed
our economics and our working
practices. But globalisation is not
just economic. It is also a political
and security phenomenon. We live
in a world where isolationism has
ceased to have a reason to exist.”
Seinnu árini hava vit staðfest, at
ein samgonga av londum úr vestara
parti av heiminum, herímillum
Kongsríki Danmarkar, hevur lagt
seg uppí innanríkis viðurskifti hjá
sjálvstøðugum tjóðum sum eitt
nú Irak, Afghanistan, Libya, Mali
og Sýria. Henda uppílegging er
gjørd av humaniterum- umframt
av trygdar- og verjupolitiskum
orsøkum.
Møguliga
er
henda
uppílegging neyðug og røtt. Men
uppíleggingin setir samtíðis fram
nakrar grundleggjandi spurningar
um hetta, at virða rættin hjá sjálv
støðugum tjóðum til egið landøki
og yvirvald.
4. Samleiki, mentan,
umdømi og tryggleiki -
kjarnuvirðini í føroyska
samfelagnum hótt
Hóttanin frá Sea Shepherd felags
skapinum vendi sær ímóti kjarnu
virðum í føroyska samfelagnum,
nevnliga samleikanum, mentanini,
umdøminum og tryggleikanum.
Tá ið tosa verður um samleika hjá
einum landið, snýr tað seg um, at
borgarar í samfelagnum føla seg
bundnar saman í einum felagsskapi,
sum byggir á nøkur felags virðir og
ímyndir (symbolir).
Føroyskt mál, føroyska Merkið
og søguligir merkisdagar sum eitt
nú tjóðarhátíðin Ólavsøka eru
dømir um tann føroyska sam
leikan. Men eisini ein felags kensla
av tryggleika í mun til tey virðir
og ta mentan, ið føroyska fólkið
stendur fyri, hoyrir við til sam
leikan hjá landinum. Mentan, sum
hevur tættan samanhang við sam
leikan, er eitt fjølbroytt hugtak,
men dømir um føroyska mentan
eru eitt nú føroyski dansurin,
rúgvismikla og fjøltáttaða bóka- og
tónlistamentanin, fletting av seyði
og grindadráp.
Sea Shepherd brúkti millum
annað fjølmiðla- og kunningartøkni
til at varpa ljós á, at tað er skeivt at
drepa grind. Við at vera fjølmikið
til staðar runt Føroyar, íklødd
frámerkið við deyðarað, gav Sea
Shepherd tekin um eitt neiligt
endamál við sínum átakið.
Framferðarhátturin
hjá
Sea
Shepherd viðførir, at umdømi
Føroya í altjóða sølusamstarvi í mun
til eitt nú fiski-, ali- og ferðavinnu
kann skeiklast. Harumframt birtir
fjølmikla hjáveran hjá Sea Shepherd
undir ótryggleika millum borgarar í
føroyska samfelagnum.
5. Nýggj hóttan, sum er fløkt og
torfør at handfara
Sea Shepherd málið er eitt
dømi um eina hending og hóttan
mótvegis tí føroyska samfelagnum,
sum er fløkt og torfør at handfara.
Tann nýggja trygdardagsskráin
í Evropa og í vesturheiminum
yvirhøvur fevnir eisini um tílíkar
hóttanir, ið hava sum sítt eyðkenni,
at royna at ræða sivila borgaran
við at útinna atgerðir mótvegis
týdningarmiklum funktiónum og
virðum í samfelagnum, herímillum
umdømi, ið er eitt torført virðið hjá
einum landið at verja.
Tær nýggju hóttanirnar eru
eisini smidligar og virka altjóða
tvørtur um landamørk - tískil eru
tær torførar hjá myndugleikum
at stýra. Ein stýring, sum má
taka støði í einari samskipan og
samstarvi tvørtur um myndugleika-
og landamørk, millum tey lond og í
mun til ítøkiligu hóttanina, ið talan
er um.
Sea Shepherd átakið í fjør
viðførdi eitt umfatandi samstarv
tvørtur
um
myndugleika-
og
landamørk bæði á landi, sjógvi og í
luftini. Átakið var kostnaðarmikið,
og hevði brúk fyri nógvum fólkið
frá
donskum
og
føroyskum
myndugleikum í totalverjuhøpi,
sum
er
samstarvi
millum
hernaðarvaldið,
politiið,
sivilar
landsmyndugleikar, kommunur og
sjálvbodnar felagsskapir.
5.1 Hóttanarstøði í Føroyum
hækkaði – av trygdarávum ikki
loyvi at hava stórar taskur við sær í
Dómkirkjuna
Støðan millum føroyingar og fólk
frá Sea Shepherd felagsskapinum
var til tíðir spent – ein kann siga, at
hóttanarstøði í landinum hækkaði.
Onkur
tilburður
var
millum
føroyskar borgarar og fólk frá Sea
Shepherd, sum bleiv til politimál.
Eitt annað dømi, og sum hevur við
trygd landsins at gera, gjørdi seg
galdandi á Ólavsøku.
Tað var kirkjuráðsforkvinnan
í Dómkirkjuni, sum nakrar dagar
áðrenn
Ólavsøku
upplýsti
í
fjølmiðlunum, at fólk, sum ætla
sær í kirkju Ólavsøkudag, av
trygdarávum ikki hava loyvi at
hava stórar taskur við sær innar
í kirkjuna. Tað bleiv ikki upplýst
í fjølmiðlunum, hvørjar metingar
kirkjuráðið hevði gjørt av, um fólk
frá Sea Shepherd vóru til vanda
fyri trygdina í kirkjuni, ella um
kirkjuráðið hevði samskift við
politiið um trygdarfyriskipanirnar
í Dómkirkjuni.
Politiið í Føroyum, sum ikki
úttalaði seg í mun til hóttanina
ímóti
Dómkirkjuni,
gav
Sea
Shepherd viðhaldsfólkum boð um,
at hava síni mótmæli uttanfyri
miðbýin, í Hoyvík. Hesi boð frá
Føroya Politi høvdu heimild í politi
viðtøkuni fyri Tórshavn, sum nevnir
ferðsluviðurskifti sum grundgeving
fyri at flyta eina mótmælisgongu.
Politiviðtøkan er gomul og tekur
ikki beinleiðis atlit til mótmælis
gongur ella savnan av fólkið, sum
við sínum viðgongdu sjónarmiðum
kunnu hótta almennu trygdina í
landinum.
Støðan Ólavsøkudag í ár var í
trygdar- og verjupolitiskum høpi
sermerkt á tann hátt, at hægstu
umboð fyri lóggevandi, útinnandi
og dømandi valdið í Føroyum
vóru til staðar í Dómkirkjuni
henda dag. Tí er boðskapurin frá
kirkjuráðsforkvinnuni, um ikki at
taka stórar taskur við í kirkjuna
av trygdarávum, ein boðskapur,
sum hevur tyngd og álvara í sær
– ein boðskapur, sum snýr seg um
trygd og verju landsins í einari sið
bundnari merking, ið hevur við
politi- og hernaðarmál at gera, og
sum tískil er danskt ábyrgdarøki
sambært heimastýris- og yvirtøku
lógini.
6. Samanrenning millum
nútíðar- og siðbundið
trygdarpolitiskt mál og
spurningurin, um saman
renning eisini var millum
aktivismu og terrorismu
Sea Shepherd átakið var sostatt ein
avbjóðing hjá føroyskum og dons
kum myndugleikum, sum hevði við
trygdar-, verju- og tilbúgvingarmál
at gera í breiðum høpi. Nýggja
trygdardagsskráin, har tað í tílíkum
málum sum við Sea Shepherd, er
ein samanrenning millum ein nú
tíðar- og ein meira síðbundnan
trygdarpolitikk, og har ein kann
seta henda viðkomandi spurning,
um átakið hjá Sea Shepherd
ikki eisini var ein samanrenning
av
politiskari
atgerðarstevnu
(aktivismu) í mun til djóravernd
greining
Sea Shepherd felagsskapurin var væl útgjørdur, tá tey vóru í Føroyum síðsta summmar. Her síggjast bilur, skjóttgangandi bátur og báturin Columbus
p