mánadagur 19. januar 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. januar 2015 · Nr. 7
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
og yvirgang (terrorismu) í mun til
trygd og verju landsins?
Nakað týðir uppá, at ein tílík
samanrenning fór fram í ein ávísan
mun í Føroyum síðsta summar, men
fyri at vita, um aktivisman hjá Sea
Shepherd bleiv til ella nærkaðist
yvirgangi, mugu vit fyrst allýsa
yvirgangshugtakið.
6.1 Yvirgangshugtakið er
ikki endaliga allýst altjóða
Sameindu Tjóðir (ST) hevur enn
ikki allýst yvirgangshugtakið, hóast
arbeitt hevur verið við hesi allýsing
nú í nøkur ár. Høvuðsorsøkin til
hetta er, at altjóða felagsskapurin
hjá
muslimsku
londunum
”Organisation of Islamic Coopera-
tion” (OIC), sum telur 57 lond,
ynskir at skilja ímillum hugtakið
yvirgang og rættin hjá fólkum, at
veita mótstøðu ímóti fremmandari
herseting.
Serfrøðingar eru samdir um,
at yvirgangshugtakið hevur fleiri
týdningar, eisini í søguligum høpi,
og at hugtakið kann lýsast út frá
fleiri sjónarhornum alt eftir hvørj
um umhvørvi og støðu yvirgang
urin er staðsettur.
Evropeiska samveldi (ES) orðaði
í 2002 eitt yvirgangshugtak á henda
hátt:
”Hver medlemsstat træffer de
nødvendige foranstaltninger for
at sikre, at de i litra a) til i) nævnte
forsætlige handlinger, således som
de er defineret som lovovertrædelser
i national lovgivning, der i kraft af
deres karakter eller den sammen
hæng, hvori de begås, kan tilføje et
land eller en international organisa
tion alvorlig skade, betragtes som
terrorhandlinger, når de begås med
det formål:
– alvorligt at intimidere en be
folkning, eller …”
Síðani verða undir litra a) til i)
nevnd nøkur eyðkenni fyri yvirgang
eitt nú deyðiligur harðskapur,
gíslatøka og burturflyting, flog- og
skipsrán, og eisini atgerðir mót
vegis týdningarmiklum funktión
um og veitingum í samfelagnum
verða nevndar, infrakervi. vatn og
elveitingar. Hóttanir um at fremja
omanfyri nevndu atgerðir koma
eisini inn undir yvirgangshug
takið.
Tað er komið fyri, at aktivistiskir
bólkar í samfelagnum, sum hava
ymisk endamál við sínum mót
mælum, tað verið seg innan politikk,
umhvørvi ella djórvernd, førka seg
frá síni upprunaligu aktivismu,
sum byggir á friðarlig mótmæli, til
ein meira harðrendan framferðar
hátt við uppílegging og saman
brestir við myndugleikar. Í tílíkum
førum er tað eitt hárfínt markamót
millum aktivismu og yvirgang.
Serliga í einum lítlum samfelagið
sum Føroyar, har ein aktivistiskur
felagsskapur kann vera fjølment
til staðar runt alt landið, kunnu
borgarar kanska føla seg skjótari
bangnan ella hóttan enn í størri
samfeløgum.
Men at framferðarhátturin hjá
Sea Shepherd felagsskapinum í fjør
summar hevði ta endamál: ”alvorligt
at intimidere en befolkning, …” er
tað nokk eingin ivi um. Tí haldi
eg spurningurin er viðkomandi at
seta, um tað ikki eisini kann sigast
at vera yvirgangur, tá samleikin hjá
einum landið verður raktur.
7. Arbeiðið við lógarbroyt
ingunum fevnir víða og
eigur at gerðast í stigum
Væntandi fer tað at taka nakað
av tíð, at gera neyðugar lógar
broytingar, og tað hevði tí verið
rættur framferðarháttur, at arbeiðið
verður gjørt í stigum. Samtíðis er
talan um trygdar- og verjupolitiskt
mál, har tað er viðkomandi at
gera broytingar í útlendinga- og
rættargangslógini, ið eru tvær
danskar lógir, sum eru settar í
gildi í Føroyum. Tí mugu danskir
myndugleikar við í viðgerðina av
lógunum.
Útlendingalógin hevur ásetingar
um burturvísing av persónum, sum
koma inn í landið, og sum kunnu
vera til vanda fyri trygd landsins.
Í rættargangslógini verða viður
skifti skipaði, sum hava við trygd
og landaskil í Føroyum at gera.
Rættargangslógin
skipar
eisini
virksemi hjá politinum. Skilagott
hevði tí verið, at arbeiðið tók støði í
hesum báðum lógum.
Tað er eisini viðkomandi, at
viðgera grindareglugerðina – kunn
gerð um grind frá juli mánaða 2013 –
sum við heimild í løgtingslógunum
um hvalaveiðu og vernd av dýrum,
skipar viðurskiftini í sambandi
við grindarakstur og grindadráp.
Grindareglugerðin er nýliga herd og
nútímansgjørd í mun til raksturin,
har § 11 er soljóðandi:
§ 11. “Tá boðað er frá grind, kann
sýslumaðurin gera av, at eitt øki,
tað verið seg land, hav ella loftrúm,
er grindarakstrarøki. Í hesum sam
bandi kann sýslumaðurin geva
boð um, hvør kann vera á økinum
og geva boð um, at skip, flogfør
ella fólk beinanvegin skulu fara
úr økinum, sama um hesi eru við í
grindarakstrinum ella ikki. Stk. 2.
Sýslumaðurin kann harumframt til
eina og hvørja tíð avbyrgja eitt øki
sum grindaøki, tað verið seg land,
hav ella loftrúm, og geva einum og
hvørjum boð um ikki at fara inn á
avbyrgda øki. …”
Sum sæst í § 11 í grindareglugerð
ini omanfyri, so gevur henda grein
í reglugerðini politinum sera víðar
heimildir í mun til at skipað eitt
grindarakstrarøki. Serliga hetta, at
politiið kann gera av, at loftrúmi
eisini skal vera grindarakstrarøki,
fyrikemur at vera ein sera markant
herðing av reglugerðini. Spurn
ingurin er, um henda herðing er
ov ógvuslig sæð í ljósinum av, at
heimildir hjá politinum í mun til at
gera inntriv mótvegis borgarunum,
skulu fyrst og fremst finnast í
lóggávuni, sum politiið virkar eftir
– í fyrsta lagi rættargangslógini
og í øðrum lagi í einari politilóg,
sum okkara grannalond og eisini
Danmark brúkar.
7.1 Rættargangslógin,
sum aðrastaðni er dagførd
við einari politilóg
Rættargangslógin í Føroyum er
ikki dagførd í mun til virksemi
hjá politinum í dag, at skipað átøk
mótvegis
víðgongdum
felags
skapum sum eitt nú Sea Shepherd,
ið kunnu hótta trygd landsins.
Til dømis eru lógir um virksemi
hjá politinum – sokallaðar politi
lógir – settar í gildi í okkara granna
londum, har virksemi hjá politi
num í mun til uppgávur, inntriv,
skil og trygd, átøk í sambandi við
mótmælisgongur, ófrið og brúk av
valdið, eru lýst í lógini.
Í føroysku rættargangslógini §
108 – sokallaðu “generalfuldmagten”
– stendur ikki nógv skriva um
virksemi hjá politinum í Føroyum,
men er henda áseting meira alment
orðað og er soljóðandi:
“§108. Politiets opgave er at
opretholde
sikkerhed,
fred
og
orden, at påse overholdelsen af
love og vedtægter samt foretage
det fornødne til forhindring af for
brydelser og til efterforskning og
forfølgning af sådanne. Stk. 2. Med
justitsministerens samtykke kan der
pålægges politiet andre opgaver.”
Virksemi, uppgávur og tey átøk
og inntriv, ið politiið í Føroyum
útinnir í verki, er tískil ikki serliga
væl lýst og kjølfest í lógini saman
borið við onnur lond. Hetta er ein
bágið fyri politiið í sambandi við
útinnan av teirra virksemi, tí tað
er ógreitt sambært lógini, hvussu
langt politiið kann fara í mun til
at útinna vald mótvegis persónum,
sum búgva- og uppihalda sær
í Føroyum. Nakað annað er, at
politiið sjálvt kanska ikki metir, at
hetta við einari vantandi lóggávu-
heimild er ein trupulleiki, tí politiið
byggir sítt virksemi eisini á síðvenju
og praksis.
Men tað er ein bágið fyri rættar
trygdina hjá borgarum í Føroyum
og fyri teir persónar, ið koma
inn til Føroyar – við atliti til eitt
greining
Nøkur av fólkunum hjá Sea Shepherd, sum vórðu handtikin eftir grindadrápið á Sandi í summar. Myndin er tikin, tá tey komu á tyrlupallin í Havn.