mánadagur 19. januar 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 19. januar 2015 · Nr. 7
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nú persónar frá Sea Shepherd -
um lóggávan ikki er púra greið
viðvíkjandi
heimildunum
hjá
politinum í sambandi við átøk á
landi, á sjónum og í luftini.
Tað er eisini her í sambandi við
rættargangslógina – og partvís
eisini útlendingalógina - at tann
frágreiðing, ið Løgtingið biður
Landsstýrið um at lata úr hond
um, eigur at viðgera nøkur grund
leggjandi viðurskifti, sum hava við
trygdar-, verju- og tilbúgvingar
mál at gera, har ábyrgdarviður
skiftini eru deild millum ávíkavist
føroyskar- og danskar myndug
leikar.
7.1.1 Regulering av
politi-uppgávum á
sjónum – útdelegering til
føroyskar myndugleikar
Sum nevnt omanfyri, hava vit
ikki eina politilóg í Føroyum, ei
heldur eina lóg, ið regulerar átøk
hjá politinum á sjónum. Føroya
Landfúti hevur politimyndugleika
á sjónum, men hetta er ein torfør
uppgáva
hjá
Landfútanum
at
útinna í verki. Tí er neyðugt, at
Føroya Landfúti í lóg ella kunngerð
hevur møguleika til at útdelegera
politimyndugleikan til ein før
oyskan myndugleika, sum hevur
sítt dagliga virksemi á sjónum, eitt
nú Vørn.
Tað er í dag eitt samstarv millum
Føroya Landfúta, Vørn og donsku
verjuna (Forbindelseselement Fær
øerne undir Arktisk Kommando)
í sambandi við útinnan av politi-
uppgávum á sjónum. Hetta sam
starv tekur støði í kunngerð frá
danska
verjumálaráðnum,
sum
við heimild í verjulógini áleggur
donsku sjóverjuni at útinna politi-
uppgávur á sjónum – í føroyskum
sjóøki skal danska sjóverjan útinna
politi-uppgávur
í
samráði
við
Føroya Landfúta.
Hóast kunngerð til verjulógina
útdelegerar
politi-uppgávur
í
føroyskum sjóøki til donsku sjóverj
una, so er tað neyðugt, at Føroya
Landfúti eisini heimilar viðkomandi
føroyskum
myndugleikum,
at
gera politi-uppgávur í føroyskum
sjóøkið. Heimild til politi-virksemi
á sjónum kundi verið givin til
myndugleikan Vørn, sum eisini um
situr fiskiveiðieftirlit og leiting og
bjarging. Tað er serliga í sambandi
við átroðkandi, serligar og/ella
størri hendingar, at tað er neyðugt
hjá Vørn at gera politi-uppgávur
í føroyskum sjóøkið – Anita- og
Sea Shepherd málini eru dømi um
tílíkar politi-uppgávur, sum tørvur
eisini verður á at útinna í komandi
tíðum.
Men av tí at politimál í Føroyum
eru danskt ábyrgdarøki, kann tað
vera neyðugt, at avmarka heim
ildina frá Føroya Landfúta til
Vørn um politi-virksemi á sjónum
til at fata um uppgávur, sum eru
átroðkandi, serligar og/ella størri.
Týdningarmikið er bara, at føroyskir
og danskir myndugleikar fara í eitt
konstruktivt samskifti skjótast
gjørligt, har viðurskiftini kring
útdelegering av politi-virksemi til
Vørn í sambandi við uppgávur í
føroyskum sjóøkið verða útgreinaði
og løgd til rættis.
Ísland er eitt dømi um, har
politimyndugleikin hjá Ríkisløg
regluovastanum er útdelegeraður
til “Coast-Guard”, eisini nevnd
“Landhelgisgæsla Íslands”, tá talan
er um politi-uppgávur á sjónum.
Í Ísland er henda útdelegering
lættari at gera enn í Føroyum, tí
bæði politimyndugleikin og Land-
helgisgæsla Íslands eru burturav
ábyrgdarøki hjá Íslandi. Føroyar
og Danmark kundu brúkt leistin
hjá Íslandi í sambandi við politi-
virksemi á sjóøkinum, tó við
fyrivarni
viðvíkjandi
deildum
ábyrgdarviðurskiftum
umframt
avmarkingum
í
sambandi
við
slag av uppgávum, sum nevnt er
omanfyri.
8. Samanumtøka - Sea
Shepherd er eitt av teimum
altjóða rákum, ið førkar
Føroyar inn á trygdar- og
verjupolitiska pallin
Við sínum átakið mótvegis grinda
drápið ger Sea Shepherd seg inn á
ein árhundraðar gamlan siðaarv í
Føroyum, sum er blivin ein partur
av føroysku mentanini. Samtíðis er
átakið hjá Sea Shepherd víðfevnt
innantil og úteftir bæði hvat
føroyska- og altjóða samfelagnum
viðvíkur.
Við fjølmikið at vera til staðar í
landinum í sermerktum búna við
neiligum frámerki, har boðskapurin
er eitt mótmæli mótvegis mentanini
í landinum, soleiðis at umdømi Før
oya er í vanda, samanhildið við, at
hjáveran av felagsskapinum ger
borgarar í landinum ótryggar,
merkir, at borgarar kunnu kenna
á sær, at teirra føroyski samleiki
er hóttur. Samtíðis verður í hes
ari grein grundgivið fyri, at tað
eru viðurskifti, ið tala fyri, at tað
í ein ávísan mun fór fram ein
samanrenning millum atgerðar
stevnu (aktivismu) og yvirgang
(terrorismu) í sambandi við fram
ferðarháttin hjá Sea Shepherd
felagsskapinum í Føroyum í fjør
summar.
Tað eru hesi viðurskifti, sum
grundleggjandi snúgva seg um
trygd landsins og vælferð fólksins,
ið viðføra, at ein samd rættarnevnd
og eitt nærum samt Løgting biður
Landsstýrið um at gera neyðugar
lógarbroytingar og eina tilhoyrandi
frágreiðing.
Hetta
uppskot
til
samtyktar frá Løgtinginum er eitt
ógvuliga týdningarmikið og slóð
brótandi uppskot, tí sjálvt málið
um Sea Shepherd felagsskapin og
tær lógarbroytingar, ið skulu gerast
í hesum sambandi, førkar føroyskar
myndugleikar inn á trygdar- og
verjupolitiska pallin, sum er danskt
málsøki sambært heimastýris- og
yvirtøkulógunum.
Bæði
útlendingalógin
og
rættargangslógin hava søguligt og
organisatoriskt tilknýti til trygdar-
og verjumál. Tað er kanska ein
høvuðsorsøk til, at grindareglu
gerðin, sum er føroyskt málsøki,
verður herd í mun til heimildir hjá
politinum á grindarrakstrarøkin
um heldur enn at herða rættar
gangslógina, sum heimilar virksemi
hjá politinum í heila tikið og sum
er danskt málsøki. Tað er rætt
at
dagføra
grindareglugerðina,
men tað er líka so týdningarmikið
at dagføra ta lóg, sum heimilar
politinum, at gera inntriv, halda lóg
og landaskil, og at brúka vald eisini
á einum grindarakstrarøki.
Í greinini verður víst á, at tað er
ein tættur samanhangur millum
landøki- og yvirvald Danmarkar
viðvíkjandi Føroyum og trygdar-
og verjupolitikkin, sum verður rikin
av stjórn Danmarkar. Tað vil siga, at
yvirskipaða vald Danmarkar yvir
Føroyum sambært grundlóg og
heimastýrislóg er kjølfest í trygdar-
og verjupolitikkinum. Tí hava
Løgting og føroyskir myndugleikar
søguliga sæð ikki havt nakað serligt
við trygdar- og verjumál at gera.
Hetta hóast tað, at Føroyar hava
tikið yvir málsræði á økjum, ið
søguliga og organisatoriskt liggja
tætt uppat trygdar- og verjumálum,
eitt nú leiting og bjarging á sjónum,
umhvørvistilbúgving og samskipan
av sivilari tilbúgving.
Men sum eg eisini havi roynt
at víst á í hesari grein, so eru tað
hendar broytingar í yvirvalds-
hugtakinum
ígjøgnum
tíðina,
sum snúgva seg um avbjóðingar á
humanitera- og trygdar- og verju
økinum. Tað vil siga, at yvirvaldið
hjá einum kongsríki í dag er ikki
so treytaleyst sum fyrr, tí av
bjóðingarnar
innan
omanfyri
nevndu økir raka breitt sivilar
borgarar í altjóða samfelagnum.
Ein kann eisini siga, at trygdar-
og verjumál, sum søguliga og
organisatoriskt hava verið tætt
tilknýtt kong/stjórnina, í størri
mun nú enn fyrr vera latin upp í
hendurnar (útdelegeraði) á sivilum
myndugleikum og sjálvbodnum
felagsskapum.
Hetta
fyri,
at
samfeløg kunna handfara tey árin, ið
altjóðagerðin umframt humanitera-
og trygdarpolitisku støðan førir við
sær. Í hesum sambandi er nevnda
útdelegering frá Føroya Landfúta
til Vørn viðkomandi at gera, tá
talan er um politi-uppgávur á sjó
num. Harumframt er samstarvi í
totalverjuhøpi, sum er eitt slag av
útdelegering frá yvirvaldinum til
sivilar myndugleikar, eisini týdn
ingarmikið í dag – samstarvi millum
hernaðarvaldið,
politiið,
sivilar
landsmyndugleikar, kommunur og
sjálvbodnar felagsskapir.
Hesar broytingar í yvirvalds-
hugtakinum, og rákini í altjóða
samfelagnum innan humanitera
og trygdar- og verjupolitiska øki,
gera seg eisini galdandi í ríkis
felagsskapinum millum Danmark
og Føroyar. Yvirvald hongur løg
frøðiliga saman við landøki, og
fyri at myndugleikar í Føroyum
framyvir skulu vera førir fyri at
handfara avbjóðingar á føroyska
landøkinum, sum eitt nú við Sea
Shepherd felagsskapinum, so er tað
neyðugt, at nakað av yvirvaldinum
verður útdelegera til myndugleikar
í Føroyum, og at neyðug lóggáva
verður gjørd í Føroyum.
Humaniterar umframt trygdar-
og verjupolitiskar avbjóðingar úti í
heimi, sum eisini raka Føroyar, taka
ikki atlit til, hvussu lond er skipaði
ríkisrættarliga. Í hesum førinum,
at Føroyar er eitt land í Kongsríki
Danmarkar, sum hevur ábyrgdina
av trygdar- og verjumálum. Sum
søgan eisini vísir okkum, so er
tað við tíðini neyðugt, at tillagað
yvirvalds-hugtakið og tær orga
nisatorisku eindir, sum hoyra til
yvirvaldið – í hesum førinum, at
trygdar- og verjumálini ikki eru so
treytaleys donsk ábyrgd men eitt
ábyrgdarøki, sum eisini føroyskir
myndugleikar kunnu taka sær av.
greining
Eftir ein av rættarfundunum móti fólkunum hjá Sea Shepherd, sum løgdu seg út í grindadrápið á Sandi