Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. januar 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. januar 2015 · Nr. 7 ítróttur Pætur Albinus Leygardagin vóru hálv­ finalur í steypakappingini hjá kvinnum í flogbólti. Neyð­ugt var við uttan­velt­ aðum leik­vølli, og hesa­ ferð vórðu hálv­finalurnar spældar í nýggju og stási­ligu ítróttarhøllini á Sandi. Flog­ bólts­fólk høvdu nærm­ast her­tikið Sand­oynna hendan dagin, og hýrurin í høllini var góður. Fyrst dystaðust Fleyr og TB í fyrru hálvfinaluni, og í seinnu hálvfinaluni vóru tað KÍF og Dráttur, sum dystaðust. TB er greitt oddalið í lands­kappingini, og næstar teimum eru júst Fleyr, ið tær skuldu hitta. KÍF er á triðja plássið, meðan Dráttur í løtuni eru næstaftastar í lands­kappingini eftir at tær ein­ans hava vunnið tveir av teim­um higartil seks spældu dyst­unum. Comeback TB Hóast TB er greitt oddalið í landskappingini og fram­ vegis eru ósigraðar í hesum kappingarárinum, so var tað Fleyr, sum leyp hvøkk á í fyrra hálvfinaluni. Fleyr fór avstað við fyrsta setti eftir at hava vunnið tað 25- 20, og hóast TB aftur mátti royna at finna stevið í øðrum setti, so gekst bara enn verri. Hetta settið vann fleyr greitt 25-16 og vóru tær tískil óvæntað á odda 2-0. Í fyrsta settið byrjaði TB betur, men Fleyr vann settið, og í øðrum setti var Fleyr alla tíðina á odda. Triðja sett var ógvuliga javnt bróðurpartin av tíðini, men TB repaði seglini júst røttu løtuna – tær drógu frá og við 25-18 vóru tær aftur inni í dystinum. 2-1 til Fleyr. Í fjórða setti var eingin ivi. Tá vóru havnagenturnar nervøsar og TB revsaði tað harðliga við tí spæli, ið vitnar um at tær eru ósigraðar í ár. 25-11 var sannførandi talið og við støðuna 2-2 var nú neyð­ ugt við einum fimta og av­ ger­andi setti. Fleyr byrjaði betur í fimta setti og kom á odda 4-1 áðrenn TB tók timeout. Eftir hetta var TB um at fáa fatur á Fleyr, og hóast Fleyr aftur kom á odda 10-7, so javn­aði TB við støðuna 10-10. Evstu løtuna vísti TB klass­ an og vann 15-11. Tað var ser­liga Gudrid Nolsøe, sum tók ábyrgd hesa avgerandi løt­una. Tóku okkum saman Vit spurdu ein av profilunum á TB-liðnum, Marin Dimon, hvat var orsøkin til hetta rimm­ar comebackið – hvat tær avtalaðu, tá ið tær vóru aftan­fyri 0-2. – Vit avtalaðu, at vit máttu taka okkum saman. At hvør bóltur taldi, halda humørið uppi og spæla okkara spæl, sum vit hava spælt í alt ár, sigur hon og útgreinar: – Vit vóru ófokuseraðar at byrja við. Vit spældu ikki okkara spæl og einki riggaði. Í triðja setti vistu vit, at vend mátti koma í um vit skuldu koma í eina finalu, og við góðum servum, verjuspæli og álopsspæli frá okkara síðu vunnu vit triðja sett. Alt koyrdi aftur og vit hug­savn­ aðu okkum um okkara egna spæl, sigur hon. Hon sigur seg hava góðar vónir til steypafinaluna, men at tað helst verður talan um ein tættan og spennandi dyst, sum kann fara báðar vegir. – Vónirnar eru góðar. Vit hava vunnið allar okkara dyst­ir higartil, og vit hava vant hart fyri at koma so langt. Dráttur er eitt sterkt lið og tær hava góðar leikarar at arbeiða við. Eg vænti, at hetta fer at verða ein spenn­ andi dystur, sum kann fara báð­ar vegir, sigur Marin Dimon at enda. Dráttur vann Mótstøðuliðið, sum TB fer at hitta í steypafinaluni verður Dráttur. Tað er greitt eftir at tað eydnaðist Drátti at vinna 3-1 ímóti KÍF í hinari hálv­ finaluni. KÍF fekk bestu byrjanina í fyrsta setti, men Dráttur tók skjótt yvir og vann greitt 25-18. Í øðrum setti gekk tað leingi javnt á, men aftur var tað Dráttur, sum dróg frá og vann greitt 25-16. 2-0 til Drátt. Triðja sett høvdu tær úr kollafirði fyri neyðini at vinna, og tað gjørdu tær eis­ ini. Leingi leikti javnt á og seint í settinum stóð á jøvn­ um 21-21. Tá gjørdi KÍF eitt hál og við 25-21 minkaðu tær til 2-1 í settum. Í fjórða setti lat Dráttur ong­an iva vera. Tær vóru á odda alla tíðina og vunnu hetta settið 25-18. Tær vunnu tískil hálvfinaluna 3-1 og skulu tær nú hitta TB í steypa­final­uni, sum verður spæld 14. februar. albinus@sosialurin.fo Hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum vórðu spældar á Sandi leygardagin. TB kúgvendi einum hóttandi tapi ímóti Fleyr, meðan Dráttur við rímiliga tryggum sigri á KÍF verður tað liðið, sum kemur at standa hinumegin netið í steypafinaluni. Steypakappingin TB - Fleyr A 3-2 (20-25, 16-25, 25-18, 25-11, 15-11) Dómarar: Rosa Jacobsen og Sonni Zachariassen Dráttur - KÍF 3-1 (25-18, 25-16, 21-25, 25-18) Dómarar: Suni Hansen og Sonni Zachariassen flogbóltur TB og Dráttur í steypafinaluni Myndir: Jóanis Albert Nielsen