Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. januar 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. januar 2015 · Nr. 7 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Magni Mohr: Hilmar Jan Hansen – Kanningar vísa, at upp til byrjanina á pubertitetinum er eingin munur á styrki, út­ haldni, hædd, longd og skjót­ leika, sum kann for­klár­ast biologiskt. Tað sigur Magni Mohr, ítróttargranskari og -serfrøð­ ingur, við drúgvum royndum og stórari vitan um, hvat manna­kroppurin í breiðastu merking megnar í sambandi við ítróttarlig avrik og rørslu. Hann vísir á, at genturnar vanliga koma í pubertitetin áðrenn dreingirnir, men veit samstundis eisini um onkrar kann­ingar, sum siga, at dreingir áðrenn pubertitetin eru sterkari enn genturnar. – Men har spælir eisini inn, at ofta verður koyrt meira á dreingir, at teir skulu vera aktivir, so sosialar orsøk­ir hava eisini sítt at siga, uttan at nakar munur ann­ars er á, soleiðis reint fysio­log­iskt. Gentur, sum eru tíð­liga á veg, kunnu enn­tá hava nøkur ár, har tær í veru­ leik­anum yvirhála dreingir í styrki og skjótleika, sigur Magni. – Hevur tú ein bólk av 14 ára gomlu dreingum, so kann tað biologiskt sæð gott vera, at onkur av teimum er sum ein 19 ára gamal og onkur annar sum ein 11 ára gamal. Óansæð kyn, kann ein ójavni vera, men tað vísir seg tó, at tá dreingirnir so koma í pubertitetin, rúka teir fram um genturnar. Vert eina kanning Sjálvur er Magni Mohr av teirri áskoðan, at eingin orsøk er til ikki at lata gentur og dreingir vera saman undir venj­ing og spæli í bæði fót­ bólti og øðrum ítróttar­høpi. – Framvegis er tað so í summum skúlum, at gent­ur og dreingir eru fyri seg, tá ítróttur stendur á tíma­talv­ uni, men tað er eitt sind­ur gamaldags. Eg dugi ikki at síggja nakra hald­góða grund­ gev­ing fyri tí yvir­høvur, sigur hann. – Tað ber ikki til reint fys­iskt at grundgeva fyri, at børn áðrenn pubertitetsárini ikki skulu vera saman og klára tað sama. Børnini eru jú eisini felags um venjing og dystir í yngru deildunum, um­framt at tey eru von við at vera saman í fleiri øðrum saman­hangum við. Tað var meira soleiðis fyrr, at gentur og dreingir skuldu vera hvør sær. Magni Mohr sigur, at tað uttan iva ber til at vísa á ein­støk dømi um, at gentur menn­ast við at spæla saman við dreingjum, men hann er ikki so vísur í, at hetta eisini ger seg galdandi, um talan er um ein størri bólk: – Men eg kann saktans ímynda tær, at tað vildi givið fleiri góðar gentuspælarar. Hetta hevði í øllum førum verið áhugavert at roynt, og tað kundi kanska verið ein av­bjóðing til Fótbólts­sam­ bandið at tikið sær av. Eg trúgvi í øllum førum, at tað kundi verið stuttligt at sæð, hvat hevði hent í eini slíkari kann­ing, sigur hann. Tingini broytast – Onkur vil kanska siga, at tær genturnar, sum ikki er so góðar, fara at gevast, um tær ikki standa seg millum dreingirnar. Men tað síggi eg ikki sum ein spurning, ið er heftur at kyni, tí tað er nokk so vanligt yvirhøvur, at tey við tíðini detta út, sum tað kanska ikki liggur so væl fyri hjá, sigur Magni Mohr. – Har er tað kanska meira ein spurningur um, at feløg­ ini ikki duga at taka sær nóg væl av teimum, sum ikki klára at fylgja við. Har kanska feløgini kundu havt fleiri og betri tilboð. Eitt annað, hann eisini vísir á, er at tingini broytast nógv hjá bæði gentum og dreingjum, sum tey menn­ ast, og at tað ber illa til at sam­meta alt. – Í fótbólti er til dømis eing­in samanhangur millum tað, tú kanst sum 10-12 ára gamal, og so tað tú kanst sum 20 ára gamal. Og vit hava jú eisini túsundtals dømi um spælarar, sum mennast seint, men sum enda við at blíva teir allarfrægastu, tá av­torn­ar, sigur Magni Mohr. – Og so er tað kanska klass­iskt føroyskt, at tú hevur nakrar fáar ordiliga góðar spælarar í yngru deild­ unum, sum tó enda við at verða yvirhálaðir av øðrum, ið mugu gera meira fyri tað. Tað kann vera, tí teir góðu ov tíðliga verða sæddir sum lítlar stjørnur og tí steðga í menn­ingini. hilmarjan@sosialurin.fo Gentur og dreingir saman fótbóltur Okkara fremsti ítróttargranskari, Magni Mohr, dugir ikki at síggja nakra fysiologiska ella biologiska orsøk til, at gentur og dreingir ikki skulu íðka ítrótt saman, og hann ásannar, at tað kann gagna gentum, at tær venja og spæla saman við dreingjum – Tað ber ikki til reint fysiskt at grundgeva fyri, at børn áðrenn pubertitetsárini ikki skulu vera saman og klára tað sama, sigur Magni Mohr, ítróttargranskari Mynd: Álvur Haraldsen Á hesum síðum verður víst á fleiri dømi um, at gentur mennast við at spæla saman við dreingjum so leingi sum gjørligt, áðrenn pubertiteturin kemur og ger mun millum kynini Mynd: Hilmar Jan Hansen