Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. januar 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. januar 2015 · Nr. 7 ítróttur – Fyri rímiliga nógvum árum síðani høvdu eitt smádreingjalið, sum var blandað helvt um helvt við gentum og dreingjum, og tað vísti seg eisini seinni, at fleiri av teimum gentunum blivu profilar á gentuliðum og enntá landsliðum, sigur Eli Hentze, barna- og ungdómsvenjari, ið sjálvur kann vísa á góðar royndir av blandaðum liðum Genturnar blivu profilar Fleiri blandað lið Eli Hentze: Hilmar Jan Hansen – Norðmenn, sum eru øgiliga frammarlaga í kvinnu­fótbólti, hava valt at síðu­stillað gentu- og dreingja­fótbólt fult og heilt, tí teir siga, at skalt tú hava nógvar gentur at spæla fót­bólt, so skulu gentur venja og spæla fyri seg, og dreingir fyri seg. Tað sigur Eli Hentze, sum hevur drúgvar roynd­ ir sum barna- og ung­dóms­ venjari hjá B71, um­framt at hann hevur verið venjari hjá fleiri av ung­dóms­lands­ lið­unum og í fjør var kosin ársins ungdómsvenjari av hinum føroysku fótbólts­ venjarunum. – Tankin aftan fyri norska hugburðin er mill­ um annað, at um tú gert nak­að fyri, at tað skal vera líka stutt­ligt hjá gentum og dreingj­um at spæla fótbólt, so fært tú eitt rímiliga stórt tal á spælarum. Ov nógv­ur bland­ingur kann eisini gera, at tað bara eru tær dugna­ligu og tær mest fram­ligu genturnar, sum bjóða dreingj­unum av, meðan hinar kanska gev­ ast, sigur hann. – Vit vita jú, at hevur tú eina góða breidd, so er sam­stundis eisini ógvuliga sann­líkt, at okkurt gott kann koma burturúr. Er breidd­in hinvegin lítil, eru møgu­leik­arnir nógv minni fyri at fáa nakað burturúr. Blandað B71-lið Sjálvur hevur Eli Hentze ítøkiligt dømi frá sínum venjara­yrki, ið vísir, at tað kann rigga serstakliga væl at hava gentur og dreingir á sama liði. – Vit hava onkuntíð verið noydd at havt gentur við í 14 ára aldri, og eg kann nevna sum dømi, at vit fyri rími­liga nógvum árum síðani høvdu eitt smá­dreingja­lið, sum var blandað helvt um helvt við gentum og dreingjum. Hetta gjørdu vit, tí júst tá vóru ov fáir dreingir til at manna liðið einsamallir, greið­ir hann frá. – Hetta liðið kláraði seg ómetaliga væl, og tað vísti seg eisini seinni, at fleiri av teimum gentunum blivu profilar á gentuliðum og enn­tá lands­liðum, so hesar royndir­nar vóru í øllum før­um góðar. Eli sigur, at hann eisini hevur hoyrt søgur um, at gentur, sum hava spælt sam­an við dreingjum, verða góðar, og eisini kennir hann til, at í fleiri londum verður gjørt soleiðis, at gentur av og á venja saman við dreingj­um, til dømis eina viku. – Eg havi eisini sjálvur við jøvnum millumbili venj­ing, har bara gentur og dreing­ir eru saman. Og tað ideella er sjálvandi, at gent­ur venja fyri seg, og at tær gentur, sum vilja, av og á sleppa at venja og enntá spæla saman við dreingj­ um, sigur B71-venjarin. – Men tað er ein sann­ roynd, at tað er ein guds­ givin fysiskur munur mill­ um gentur og dreingir, sum tú ikki fært gjørt nakað við, men hann er altso har og er ein veruleiki. Vit vita eisini, at mannfólk, sum venja nógv, í allarflestu førum eru sterkari og renna skjót­ ari enn konufólk. Hatta er bara so, men tað eigur ikki at merkja, at vit ikki javn­ seta gentu- og konu­fólka­ fót­bóltin. Eyðsýndur munur Eli Hentze heldur ikki, at tann stóri munurin kem­ur til sjóndar millum gent­ur og dreingir, tá talan er um teir allaryngstu árgangir­ nir, so sum tey seks til átta ára gomlu. – Tá er tað ivasamt, um tú hugsar so øgiliga nógv um kyn, men so skjótt sum tey blíva eitt lítið sindur eldri, verður tað kanska trupl­ari. Hinvegin eru ong­ ar ásetingar, sum nokta fyri, at tey kunnu vera sam­ an, sigur hann. – Eg trúgvi eisini, at í sam­bandi við venjingar, so gevur tað teimum gent­ unum nakað, sum vilja tað, um tær spæla saman við dreingj­um. Men er tann krops­ligi munurin eyð­ sýndur, kann tað vera eitt sindur truplari. At genturnar eru fyrr á veg og nógv skjótari koma í pubertitetin, er eisini ein veruleiki, Eli nevnir sum dømi, tá munurin skal lýs­ ast, og hann heldur hetta síggjast longu, tá børn­ini eru 10-12 ára gomul. – Onkuntíð spælir U17- landsliðið hjá kvinnum ímóti U14-dreingjum. Har er sjálvandi ein munur í aldri, men sum oftast eru tað dreingirnir, ið vinna, og tað er ofta, tí teir eru tað sterk­ari, so har er ein eyð­ sýndur kropsligur munur, sigur Eli. – Men hinvegin vil eg siga, at tað er ikki rættvíst at saman­bera alt ov nógv, tí gentu­fót­bóltur er ikki m a n n ­f ó l k a ­f ó tb ó l tu r. Har eru fortreytirnar frá náttúr­unnar hond snøgt sagt so ym­iskar, at tann saman­beringin heldur ikki. – Eg trúgvi, at í sambandi við venjingar, so gevur tað teimum gentunum nakað, sum vilja tað, um tær spæla saman við dreingjum, sigur Eli Hentze, royndur barna- og ungdómsvenjari fótbóltur Enska fótbóltssambandið hev­ur seinnu árini tríggjar ferðir hækkað sítt aldurs­ mark fyri blandaðum fót­ bólti, har bæði gentur og dreing­ir eru á somu liðum. Í 2011 var markið hækkað frá U11 til U13, í 2013 upp í U14 og so aftur árið eftir upp í U15. Endamálið við broytingini hevur verið, at so bar til at fáa fleiri gentur at spæla fótbólt. Tað vil siga, at onglendingar ganga beint øvugtan veg av norð­monn­ um, sum Eli Hentze í grein­ ini á hesi síðu sigur vilja hava gentur og dreingir hvør sær, tí tað fær fleiri gentur at spæla fótbólt. – Vit hava fingið positivar afturmeldingar, hvørja ferð vit hava hækkað aldurs­ mark­ið, og vit taka tað sum eitt týðiligt tekin um, at fleiri ungar gentur fáa møguleikan at spæla fótbólt, samstundis sum hetta gevur eina størri menning av kvinnuligum fót­ bóltsspælarum, sigur Kelly Simmons, undirstjóri í enska fót­bóltssambandinum, ið fegnast um, at rákið gongur rætta vegin í Onglandi. – At vit hava fingið undir­ tøku frá limunum til at gera hesa broyting tríggjar ferðir, hevur nógv at siga, tí tá vita vit, at tikið verður undir við okkara máli, sum er, at gent­ ur og dreingir upp til U15 kunnu spæla á somu liðum, um tey ynskja tað. Tað, sum hevur mest at siga fyri okk­ um, er at geva gentum, sum vilja spæla fótbólt, ein góðan møguleika til tað. hilmarjan@sosialurin.fo