Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-19, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. januar 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. januar 2015 · Nr. 7 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Hilmar Jan Hansen Halltóra Joensen úr Hvalba telist millum bestu kvinnu­ ligu fótbóltsspælarar, sum hava verið í Føroyum. Hon spældi gjarna í álopinum, og sína virknu fótbóltstíð var hon millum ídnastu mál­ skjútt­ar hjá kvinnum yvir­ høvur, tí hon skoraði í miðal næstan hálvtannað mál í hvørj­um dysti. Nú er Halltóra 33 ára gomul og ikki longur virkin á vøll­inum, tí sínar seinastu skrá­settu dystir spældi hon í 2010, tá hon endaði við at spæla við AB, eftir at hon annars hevði spælt við bæði VB, B36 og HB í bestu kvinnu­ deild­ini. Men hon hevur slett ikki slept fótbóltinum fyri tað, tí í heimbygdini hevur hon verið venjari hjá bæði U6- og U8-liðum hjá Royn. – Eg eri uppvaksin á plen­ ini í Hvalba, og barnaheimið lá beint omanfyri. Eldra syst­ ir mín, Karina, spældi eisini, so eg gekk og rann aftan á henni. Men eg spældi við, so skjótt sum eg kundi, og eg var við á liðunum hjá dreingj­unum, til eg var 13 ára gomul, greiðir Halltóra frá. – Tá slapp eg ikki at vera við meira, hóast eg gjarna vildi. Eg minnist ikki, hví eg ikki slapp at vera við meira, men eg var so í øllum førum iva­leysa góð, tí eg plagdi at vera lið­formaður og tað heila. Vit plagdu at vera einar tvær ella tríggjar gentur, sum vóru við hjá dreingjunum, men tey seinnu árini var eg einsa­møll. Mundi mist hugin Úrslitið av, at Halltóra ikki slapp at vera við meira, tá hon var blivin 13 ár, var sjálv­ andi, at hon meira og meira misti hugin at sparka, og tað var eisini um reppið, at hon full­komuliga gavst við fót­ bólt­inum, tí lítið nyttaði at fáast við fótbóltin, um tú ikki slapst upp í part allíkavæl. – Vit vóru tvær gentur, sum fóru upp á Tvøroyri at spæla, tá eg var 14 ár, men vit vóru opinbart ikki nóg góðar til at sleppa á liðið. Í øll­um førum var tað so, at vit vandu við nakrar ferðir, men tá so liðið skuldi norðureftir til eina kapping, sluppu vit ikki við, sigur hon. – Tá hendi so tað, at systir mín fór til Vágs at ganga í skúla, har hon eisini fór at spæla við VB. Hon fekk lokk­að meg at koma við til ein steypadyst á Toftum. Eg haldi so bestemt, at vit vunnu 5-4 og eg skjeyt trý av mál­unum. Tá fekk eg ikki frið meira, tí tey ringdu alla tíð­ina og vildu hava meg við. Hetta var í tøkum tíma, tí Halltóra hevði næstan slept áhuganum fyri fótbóltinum, men kom nú hugurin aftur, og hon fekk vinkonur suðuri í Vági og hevði tað ordiliga gott har, tí samanhaldið var av tí besta í hópinum hjá VB. – Tá eg so var liðug við 10. flokk, fór eg suður til Vágs at ganga í student, og tá spældi eg so sjálvandi eisini við VB. Eg minnist, at í fyrstuni, tá eg vandi við teimum í Vági, grenj­aðu tær øgiligt, tí eg bæði taklaði og skumpaði,og tá eg leyp upp at skalla, var tað við fullari kraft. Eg var nógv harðligari, enn tær vóru vanar við, tí eg spældi sum ein drongur, greiðir hon frá. – Var tað ein takling, so fór eg ordiliga í hana og brúkti kreftirnar. Tíbetur funnu hinar so líðandi útav, at hetta riggaði nógv betri, og tað gekk ikki long tíð, so spældu tær upp á sama máta sjálvar. Hetta er bert eitt dømi um, at tað, at eg slapp at spæla saman við dreingj­ um, hevur gjørt meg til tann spæl­aran, eg bleiv. Tú verður nógv meira robustur av at spæla ímóti fysiskt sterkari mót­støðu. Vandi við monnum Í 1993 spældi Halltóra Joensen við HB í bestu kvinnu­deild­ini, men hon búði fram­vegis suðuri í Hvalba, har hon arbeiddi á flaka­virk­inum, so skuldi hon hava eitt sindur av venjing ígjøgn­um vikuna, var bara ein møgu­leiki, og tað var at venja við monn­unum hjá Royn. – Eg vandi við 3. deildar­lið­ num hjá Royn, men so plagdi eg at fara norður fríggjadag, so eg fekk eina venjing saman við kvinnunum hjá HB, og so spældu vit eisini dyst. Hetta var eitt tað besta árið hjá mær, tí eg havi ongan­tíð skotið so nógv mál sum tá, og í 14 dystum fekk eg 33 mál. Hon sigur, at menninir hjá Royn søgdu einki til tað, at hon vandi við, tí teir vóru so vanir við tað, at fyri teir var tað ein sjálvfylgja, at hon slapp upp í part. – Eg merkti væl, at fysikk­ urin hjá mær tá ikki var so góður sum hjá teimum, men eg fekk verið við allíka­ væl. Tað var tað sama, tá eg var yngri, tí tá spældi eg í skúlanum saman við dreingj­ unum, ið einki høvdu ímóti fótbóltur Halltóra Joensen Halltóra Joensen er eitt skúladømi um eina gentu, sum fekk nógv burturúr at spæla saman við dreingjum sum longst. – Um eg ikki hevði vant og spælt so nógv saman við dreingjum, hevði eg ikki blivið so frægur spælari, sum eg var, sigur hon Vandi við monnunum – Skulu gentur gera seg galdandi, ræður um at fylgja við dreingjunum sum longst, men genturnar skulu eisini tola tað, tí summar eru ov sartar, heldur Halltóra Joensen Mynd: Hilmar Jan Hansen Tað eina árið spældi Halltóra Joensen við kvinnunum hjá HB, men vandi ígjøgnum vikuna við monnunum hjá Royn – og tað árið skoraði hon 33 mál í 14 dystum! Mynd: Hilmar Jan Hansen