mánadagur 19. januar 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 19. januar 2015 · Nr. 7
ítróttur
at hava meg við, tí eg dugdi
at spæla. Í Hvalba havi eg
ongantíð fingið serliga við
ferð, tí eg var ein genta, tí eg
mátti bara fylgja við, og tað
gjørdi eg so. Skuldi eg koma
á liðið, mátti eg bara kempa
sum dreingirnir, og tað gjørdi
eg so, sigur Halltóra.
– Eg kundi saktans fylgja
við, líka til eg var 13 ár, og
eg haldi, at er tað ein genta,
sum tímir, so búnast hon
heilt sikkurt betri við at
spæla saman við dreingjum.
Um tú bara venur saman við
gentum og tú ert tann besta,
og hinar kanska eru nakrar
hampuligar og nakrar, sum
slett einki duga, so dregur
tað ferðina niður, og so fært
tú einki burturúr. Skalt tú
hinvegin sum genta spæla
saman
við
dreingjunum,
skalt tú fylgja við – so einfalt
er tað.
Undir brús fyri seg
Tá vit spyrja, hvussu tað
er við at blanda gentur og
dreingir saman, er Halltóra
Joensen ikki í iva, men er
sera avgjørd um, hvat hon
heldur um tað:
– Mín meining er, at skulu
gentur gera seg galdandi,
ræður um at fylgja við
dreingjunum sum longst,
men genturnar skulu eisini
tola tað, tí summar eru
ov sartar. Tú skalt tora at
taka avbjóðingina upp við
dreingirnar, og tú skalt tíma
ordiliga væl at sparka og
ganga og mæla við einum
bólti
allan
dagin,
sigur
Halltóra.
– Kanst tú tað, so góð
kenna dreingirnir tað, og
spælir tú líka gott ella betri
enn teir, er tað eingin trupul
leiki. Men teir tíma ikki at
hava onkran við, sum ikki
klárar seg, tí so bara seinkar
tað teimum. Og eg minnist
bara gott aftur á ta tíðina,
tí eg var altíð inni, tá eg var
á liðnum, tí eg var líka góð
sum dreingirnir og viðhvørt
kanska betri enn teir.
At vera genta í eini
dreingjaverð, hevði tó við
sær onkrar avmarkingar, tí
til dømis kundi Halltóra ikki
fara undir brús saman við
dreingjunum.
– Men ráð vóru fyri tí,
tí um vit spældu í Havn, so
kundi eg bara fara í svimji
høllina at fáa mær eitt brúsu
bað, og vóru vit onkrastaðni,
har tað ikki bar til, so bíðaði
eg bara, til vit komu umborð
á Smyril. Tú mást bara ikki
vera ov »diddut« til at spæla
saman við dreingjunum, tí
so riggar tað slett ikki, sigur
Halltóra, ið flennandi minn
ist aftur á ta tíðina, tá hon
var farin at búnast.
– Tá eg byrjaði at koma
upp í 11-12 ára aldur, tordu
dreingirnir slett ikki at nerta
við, tí teir smæddust, so tá
kundi eg viðhvørt sleppa at
dribla meg ígjøgnum allan
vegin.
hilmarjan@sosialurin.fo
fótbóltur
Hilmar Jan Hansen
Mong
dømi
eru
um
kvinnuligar fótbóltsspæl
arar, ið hava fingið gott
í beinið av at vaksa upp
sum partur av dreingja
fótbólti, og ein av teimum
allarkendastu er enski
landsliðsspælarin, 35 ára
gamla
Rachel
Yankey,
sum við sínum 129 lands
dystum er tann spælarin,
ið oftast hevur umboðað
Ongland á einum fót
bóltslandsliði.
– Sum smágenta elsk
aði eg at spæla fótbólt, og
at spæla fótbólt alla tíð
ina. Tá so allir dreingirnir
byrjaðu at spæla á lokala
fótbóltsliðnum, slapp eg
ikki upp í part, tí hetta
var eitt dreingjalið og
var altso ein genta, hevur
Rachel
Yankey
fortalt
BBC Sport um sítt fyrsta
samband við skipað fót
bóltsspæl.
– Hvørki eg ella vin
menn mínir, sum vóru
dreingir, kundu góðtaka
hetta, og tað endaði so
við, at vit rakaðu hárið
av høvdinum á mær og
kallaðu meg Ray. Tá bar
til og eg slapp á liðið, men
at eg hevði gjørt so nógv
fyri tað, kostaði mær eitt
ordans skeld frá mammu
míni, ið helt, at nú var eg
farin ov langt.
Hvussu var og ikki, so
var hetta einasti mátin,
skuldi Rachel sleppa at
spæla
fótbólt
saman
við teimum, hon longu
frammanundan
hevði
sparkað saman við.
– Vit vóru bara børn, so
hvørki eg ella vinmenn
inir skiltu, at eg ikki kundi
sleppa upp í part, bara tí
eg var ein genta, sigur
Rachel, hvørs fulla navn
er Rachel Aba Yankey –
og tí var stutta »dreingja
navn« hennara, Ray, ein
stytting við forbókstav
unum í nøvnum hennara.
Hetta
lítla
skálka
bragdið við navnaskift
inum og rakaða hárinum
helt sær í tvey ár, til tey í
felagnum funnu útav, at
hon ikki var ein drongur.
Tá noyddist hon at finna
sær eitt gentulið at spæla
við, og restin er søga, tí
hon hevur so ruddiliga
skrivað seg inn í fótbólts
søgubøkurnar sum ein
av
allarbestu
kvinnu
ligu
fótbóltsspælarum
í Onglandi, við nógvum
meistaraheitum
fyri
Arsenal og enska met
inum í landsdystum.
–
Tað
einasta,
eg
kann
iðra
meg
um,
nú eg eri blivin 35 ára
gomul
og
skjótt
ikki
eri so áhugaverd sum
fótbóltsspælari longur, er
mín vantandi útbúgving.
Eg fór úr skúlanum uttan
nakað prógv og uttan
at vita, hvør eg var ella
hvat eg ætlaði mær, so
eg havi bara fótbóltin at
dúvað uppá, sigur Rachel
Yankey, ið enn hevur
sáttmála við Arsenal fram
til 1. januar 2016.
– Nú byrji eg at síggja,
hví nógvir fótbóltsspæl
arar verða svartskygdir,
tá teir skulu hugsa um
framtíðina. Um eg spyrji
meg sjálva, hvat eg eri
uttan fótbóltin, eri eg
mær sjálvum svar skyld
ug. Men hinvegin, so vóni
eg, at eg kann gerast ung
dómsvenjari, so eg tann
vegin kann vera ein fyri
mynd fyri tey ungu, sam
stundis sum eg tá kann
halda fram við at gera tað,
mær dámar best.
hilmarjan@sosialurin.fo
Rachel Yankey, sum
rakaði hárið av sær sum
átta ára gomul fyri at
sleppa á eitt dreingjalið,
hevur síðani vunnið
fleiri meistaraheiti
við Arsenal, umframt
Champions League, og
hon hevur enska metið í
spældum landsdystum
Mynd: Polfoto
Rakaði
hárið av