mánadagur 19. januar 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. januar 2015 · Nr. 7
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
–Trupulleikin er bara, at IHF
framvegis tekur sær rætt til
at koyra eitt lið út, sum longu
hevur vunnið rættin at spæla í
endaspælinum. Bara tí IHF consul
ikki metir, at liðið er nóg sterkt.
Jan Ottosen, landsliðsvenjari
hjá Avstralia, sum ikki sleppur við til
HM alíkavæl
Lagt til rættis: Tróndur Arge
Keith Gillespie:
Fótbóltsmillióningur
Úr bókarúgvuni
Hetta sigur ítróttarheimurin
5 skjótir
Keith Gillespie var partur
av tiltikna 92 flokkinum
hjá
Manchester
United
og Sir Alex Ferguson, sum
taldi spælarar sum David
Beckham, Ryan Giggs, Paul
Scholes, Gary og Phil Neville.
Søguna um teir kenna vit
øll, tí teir komu allan vegin.
Onkir blivu ikki til nakað,
meðan aðrir fingu eina virði
liga yrkisleið, so sum Robbie
Savage.
Norðurírin,
Keith
Gillespie, bleiv lýstur sum
tann nýggi George Best og
kom eisini á besta liðið hjá
Manchester
United,
men
var partur av avtaluni, tá Sir
alex keypti Andy Cole frá
Newcastle.
Eftir nøkur góð ár sum
yrkisfótbóltsspælari í New
castle byrjaði ein niðurtúrur,
sum ikki endaði fyrr enn
Keith Gillespie fyri nøkrum
árum síðani fór á húsagang.
Hetta er søgan um hvussu
galið tað kann ganga, hóast
tú hevur tjent yvir hálvt
hundrað milliónir krónur í
tí fótbóltsyrkisleið. Søgan
um trongdina at spæla við
pengum og vedda upp á alt,
sum kann flyta seg.
Frá at vinna 4-3 á Barce
lona við Newcastle til at
spæla
amatørfótbólt
í
Norðurírlandi. Frá at vera
fótbóltsmillióningur til at
einki eiga.
Les hana um...
Tú vilt vita meiri um myrku
síðurnar av fótbóltsheim
inum. Um tú minnist Keith
drøna aftur og fram á høgra
vongi hjá Newcastle.
Ikki lesa hana um...
Tú fær ilt í búkin av fólki, sum
søpla pengar vekk. Keith er
heimsmeistari í ikki at duga
við pengum. Tú fær næstan
hug at sláa hann í høvdið til
tíðir
Hvussu er hon at lesa...
Hon er á goðari leið. Tær
nýtist ikki at vita so nógv um
fótbólt fyri at lesa bólkina.
Hon er rímilga løtt at lesa og
bókin tekur útgangstøðið í tí
sum eru áhugavert.
Hvat sigur tú?
Bókin er ikki ein glansmynd
av dagsins Premier League
fótbótsspælanum,
men
serliga helt eg at bókin av
áhugaverd, tí eg minnist
Keith Gillespie. Minnist tú
hann slett ikki, so hevði eg
kanska keypt eina aðra bók.
trondur@sosialurin.fo
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
1 Hvar er HM í hondbólti í løtuni?
2 Hvar er Jan Ottosen landsliðsvenjari?
3 Í vikuni skifti B68 til NSÍ. Hvør var tað?
4 Hvat fyri felag er Lars Olsen, fótbóltslandsliðsvenjari,
settur í samband við sambært BT hesa vikuna?
5 Manchester City keypti í farnu viku Wilfried Bony.
Hvørjum landi kemur hann frá?
6 Cristiano Ronaldo og Lionel Messi fingu flest atkvøður til FIFA
Ballon d’Or, men hvør bleiv nummar trý?
7 12. januar fylti Ægir runt, men hvussu nógv?
8 Hvørji tvey lið eru í steypaflogbóltsfinaluni hjá kvinnum?
9 Føroyskir svimjarar hava um vikuskiftið sett føroysk
met í altjóða kapping. Hvat fyri býi?
10 Hvar blivu steypahálvfinalurnar í flogbólti hjá
kvinnum spældar um vikuskiftið?
Quizzin, svar: 1: Katar, 2: Avstralia, 3: Hákun Edmundsson, 4: AaB, 5: Fílabeinsstrondini, 6: Manuel Neuer, 7: 40,
8: TB og Dráttur, 9: Reykjavík (Ísland), 10: Á Sandi
Svarini standa niðast á síðuni, men royn teg nú fyrst
Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu...
Sitat úr ítróttarheiminum...
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott, tillukku!
Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk...
FAKTA Keith Gillespie er í dag
39 ára gamal og hevur roynt eitt
sindur av hvørjum. Hann hevur
spælt ikki færri 86 landsdystir
fyri Norðurírlandi, men eitt
sindur sigast fyri úrtøkuna
hjá kvika vonginum, so hevur
hann bara skorað tvey mál.
★★★★★★
Hvat var hæddar
punktið í 2014 og hví?
– Bleiv úttinkin til danska
U21 landsliðið til EM, men
bleiv tíverri noyddur til at
verða heima, tí at leikbannið
fyri at skifta frá føroyska
landsliðnum til tað danska
bleiv trý ár, ístaðin fyri tvey,
sum vit øll trúðu.
Hvat var tað ringasta
í 2014 og hví?
– Nú hevur 2014 verið eitt
gott ár við stórt sæð bara
góðum upplivingum.Eg havi
fingið bæði nógva spælitíð,
og komin á landsliðið. Tað
ringasta má verða, at vit ikki
komu við í topp átta í lands
kappingini, tí tey spæla um
danska meistaraheitið. Tað
ella sum sagt áður, at eg ikki
kom við til EM.
Havt fyri mál hevur
tú sett tær fyri 2015?
– Míni mál fyri 2015 eru, at eg
skal við til HM í Brasil til
summar. Og so sjálvandi at
halda fram við somu menn
ing, sum eg hevði í 2014.
Hvat gleðir tú teg
mest til í 2015?
– Vónandi HM í Brasil.
Hvør er tín ítróttarliga
fyrimynd?
– Nú dámar mæl væl basket
ball, og finni íblástur harfrá.
Har er mín stóra fyrimynd
Kobe Bryant. Innan hond
bólt er tað nokk Luc Abalo.
Navn:
Jóhan á Plógv Hansen
Føddur/aldur:
01-05-1994
Ítróttargrein:
Hondbólt
– Eg haldi, at tað er forbannað langt úti at seta Una
Wardum og Hannis Wardum at døma kvinnudystin
millum Kyndil og VÍF. Eg havi júst róst HSF, at vit
nú nærka okkum uttanveltari døming. Alt gott um
Una og Hannis, men teir báðir eru ikki uttanveltaðir
dómarar, tá talan er um Kyndil, tí teir eru alt ov nær
knýttir at Kyndli.
Vagnur Michelsen, hondbóltsviðmerkjari,
sum eisini hevur heimasíðuna, hvannrok.fo
– Sangurin var stuttligur fyrstu
ferðirnar, men nú er tíðin komin
at gevast við at syngja um
Steven Gerrard. Hann hevur
uppiborið meiri virðing.
José Mourinho, venjari hjá Chelsea,
um hánliga sangin um Liverpool
liðskiparan, sum gleið í dystum
teirra millum fara kappingarár,
og helst kostaði Liverpool
meistaraheitið.