mánadagur 19. januar 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 19. januar 2015 · Nr. 7
ítróttur
Í
dag fyrireika fótbóltsfeløgini seg til
kappingarárið 2015. Kappingin byrjar
longu tíðliga í mars mánaði og tað merkir,
at feløgini bara hava átta vikur frá
ársskiftinum til fyrsta kappingardyst. Hetta
eru ikki optimalar umstøður at fyrireika ein
heilan hóp til eitt kappingarár.
Fleiri venjarar hava víst á, at tað tekur minst
tíggju vikur at fáa ein føroyskan hóp kláran
til landskappingina. Hetta er serliga galdandi
fyri til feløgini, sum ikki hava vetrarvenjing.
Nakað, sum Víkingur millum annað hevur
gjørt nógv av, men sum skilst, so er hetta ikki
vanligt í øllum feløgunum kring landið.
Summi feløg hava víst á, at tey hava ikki 12
mánaðar sáttmálar við spælararnar, so felagið
kann ikki krevja, at spælararnir møta til
venjing í november og desember. Summi feløg
arbeiða enntá við níggju mánaðar sáttmálum.
Tað er so ein partur av føroyskum fótbólti,
sum verður ringur at venja okkum av við.
Veðrið er heldur einki serligt, og tí verður
uppstarturin eisini órógvaður.
Í løtuni síggja vit, at fleiri venjingardystir
eru avlýstir, meðan venjingarnar verða
broyttar alt eftir veðrinum. Sostatt er ikki
talan um átta vikur av effektivari venjing.
Heldur er talan í støðum um tilvildarliga
venjing, alt eftir hvat umstøðurnar loyva.
Fótbóltshøll er loysnin
Loysnina kenna vit øll. Innandura fótbóltshøll
við nýmótans vølli á fullari stødd. Helst tvær
ella fleiri. Hetta hevur verið staðfest í longri
tíð av fleiri innan fótbóltsheimin. Einferð var
nær við, men í løtuni verður ikki nógv tosað
um at fáa eina innandura fótbóltshøll. Kanska
onkur kemur við einum uppskoti, so tað aftur
kemur á breddan.
Vit hava flutt okkum langt síðani altjóða
luttøkan stóð greið í 1988. Tórsvøllur er í holt
við at blíva ein altjóða leikvøllur við ljósi og
tak útyvir høvdið. Sannir dreymar fyri bara
nøkrum árum síðani.
So um vit nú gera eina dreym, sum sigur at
vit skulu kunnu spæla fótbólt alt árið runt,
uttan at seta trygdina hjá spælaranum upp á
spæl, so kanska vit koma hartil næstu ferð.
Fótbólts
høllin
er næsta
stigið
Ítróttar
klumman
Tróndur Arge
Føroyingar bardust
óført í Reykjavík
15 badmintonheiðursmerki
Føroysku umboðini vóru
Hjalmar
Johannesen,
Andrias Sumberg og Jógvan
Páll Kristiansen úr Sunda
Judofelag, og Sigmundur
Johansen úr Skálafjarðar
Judofelag.
Judo Føroyar letur væl
at gongdini, hóast Hjalmar,
Adrias og Sigmundur taptu
allar sínar dystir. Teir høvdu
nevniliga givið mótstøðu
monnunum skapran gang, og
talan var um javnar dystir,
sum teir taptu tepurt.
Jógvan Páll Kristiansen
tapti eisini fyrsta dystin,
men vann greitt teir báðar
næstu. Við tí rakk hann eisini
bronsudystin, har ein kekki
bíðaði honum. Her steðgaði
sigursrøðin hjá honum, men
hann tapti ógvuliga tepurt.
Kekkin vann nevniliga
vega eitt 'yoku', sum merkir,
at teir bardust inntil tíðin
var farin, og skuldi gerast
upp í stigum. Her hevði
kekkin fingið eitt 'yoku',
sum er lægsta stigið fyri eitt
kast. Tá saman um kom, stóð
Jógvan Páll við einum fimta
plássi.
sosialurin@sosialurin.fo
Fýra føroyskir judo íðkarar fóru í ringin í íslandi í gjár,
har Reykjavík International Games var á skránni
Um
vikuskifti
hevur
ítróttarstevnan
Reykjavík
International Games verið
í Reykjavík, og hevur tað
hilnast væl hjá føroysku
luttakarunum.
Føroyingar
hava luttikið í bogaskjóting,
badminton, judo og svimjing.
Í badminton luttóku før
oyingar í aldursbólkunum
U11, U13, U15 og U17, og hava
teir tilsamans vunnið heili
15 heiðursmerki, seks gull og
níggju silvur.
Í U13-kappingini vunnu
føroysku
unglingarnir
fimm gullheiðursmerki og
trý
silvurheiðursmerki
í
A-flokkinum, umframt eitt
silvurheiðursmerki afturat í
B-flokkinum.
Í U15-kappingini gjørdist
tað ein gull og ein silvur í
A-flokkinum, umframt eina
silvur í B-flokkinum.
Í U17-kappingini vunnu
føroyingar
tvey
silvur
heiðursmerki í A-flokkinum
og eitt silvurheiðursmerki í
B-flokkinum.
Serliga í U13-kappingini
gjørdu føroysku luttakarar
nir um seg. Teir vunnu nevn
iliga øll fimm gullheiðurs
merkini, umframt trý av
silvurheiðursmerkjunum
í A-flokkinum. Ari Nandy
vann trý gullheiðursmerki
sjálvur.
sosialurin@sosialurin.fo