týsdagur 20. januar 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. mikudagur 2015 · Nr. 8
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Vilmund Jacobsen
Hvønn mongun, tú vaknar, er livi
tíðin hjá okkum menniskjum longd
við umleið seks tímum. Soleiðis
hevur menningin verið í fleiri enn
150 ár í evropeisku londunum, sum
hava longsta miðallivialdurin.
Hinvegin er tað kanska ikki so av
gerandi, hvussu leingi vit liva, men
heldur, hvussu vit hava tað, með
an vit liva. Hetta geldir ikki minst
heilsustøðu heilans, okkara evni at
brúka høvdið og at liva eitt aktivt lív
saman við øðrum menniskjum.
Í hesi grein verður sjóneykan
sett á okkara møguleikar at halda
heilan kláran og at fyribyrgja de
menssjúkum.
Á hesum øki hevur gransking
seinastu árini givið okkum nýggja
og spennandi vitan.
Í greinin verður henda vitan um
skrivað til praktiska nýtslu, soleiðis
at høvuðsdentur verður lagdur á,
hvat tú sjálv/-ur kanst gera fyri at
halda heilan kláran.
Eitt lívlangt byggiprojekt
Greinin, sum er skrivað av danska
læknanum, Henning Kirk, er prent
að á donsku heimasíðuni, helse.dk.
Henning sigur, at tá hann gjørd
ist lækni í 1970-árunum, lærdu
læknar, at menniskjan verður føtt
við einum ávísum tal av heilakykn
um, og sum árini ganga, missa vit
nógvar av hesum kyknum.
– Men, gransking hevur vent
upp og niður upp á hetta. Vit verða
fødd við einum ógvuliga óbúnum
heila. Her er eitt fittligt tal av heila
kyknum, eitt nú til at stýra teimum
refleksum sum eru viðfødd. Men,
tað eru eisini heilakyknur, sum
verða gjørdar, meðan barnið enn er
í móðurlívi, eitt nú tær kyknur, sum
mennast, tá barnið hoyrir røddina á
mammu síni ella hoyrir tónleik.
Men, í mun til heilan í barnaár
unum, hevur barnið eitt lutfalsliga
lítið tal av heilakyknum við føðing.
Læknin sigur, at menniskju
gera í fyrsta lagi heilakyknur, tá vit
uppliva ymiskt, og tá vit læra okk
urt. Men, tá gongur tað eisini skjótt.
Hjá
einum
pinkubarni
kunnu
nevniliga ein fjórðingsmiljón heila
kyknur gerast í ein minutt, og alt
lívið gerast nýggjar heilakyknur.
– Vit kunnu siga, at menniskju
hava flestar heilakyknur, tá vit eru
onkustaðni millum 13 og 19 ár. Síð
an missa vit fleiri enn tær, sum vit
fáa nýggjar. Hetta kann ljóða eitt
sindur trist. Men, okkara møgu
leikar í vaksnamannaárum liggja
í, at vit kunnu gerast betri til at
brúka tær heilakyknur, vit hava.
Vit kunnu gera nýggjar alt lívið, og
tað hendir, tá vit ”brúka høvdið” –
og restina av kroppinum.
Henning Kirk vísir á, at heilin
er líka sum eitt ”byggiprojekt”. Vit
byggja upp, og vit byggja út. Av og á
ríva vit okkurt niður, eitt nú, tá vit
gevast við at gera eitt hvørt, sum
annars var ein partur av okkara
aktiviteti.
– Tá so er, kunnu vit byggja okk
urt annað upp í staðin, og á tann
hátt myndast heilin – alt eftir, hvat
vit brúka hann til.
Vit brúka heilan betri
Læknin vísir á, at heilakyknur eisini
hava samband við onnur ”netverk”,
og tað eru hesi netverk, sum rúma
okkara vitan og royndum. Tá vit
læra okkurt nýtt, mennist netverk
ið, og kanska skapast eisini sam
bond millum fleiri netverk.
– Potentialið er velduga stórt, tí
í ”yvirhædd” heilans eru umleið 25
miljardir heilakyknur. Kapasitet
urin er so stórur, at vit ongantíð
koma at brúka teir nógvu møgu
leikarnar fyri at skapa samband
millum allar kyknurnar.
Henning Kirk sigur, at hóast tað
í vaksnamannaárum doyggja fleiri
heilakyknur enn tær, sum gerast,
hevur okkara búni heili fleiri møgu
leikar at kompensera og effektivi
sera.
– Við árunum duga vit betri at
brúka samstarvið millum høgru
og vinstru heilahálvu, og tí verður
heilakapasiteturin eisini víðkaður
í mun til fyrr í lívinum. Sum árini
ganga, læra vit seinni tað, sum er
spildurnýtt fyri okkum. Í staðin
kunnu vit brúka okkara vitan og
royndir til skjótari at hanga tað
nýggja upp á tað, sum frammanund
an finst í netverkinum í heilanum.
Læknin vísir á, at nógvar ger
andis-rutinur liggja í niðara parti
av heilanum, eitt nú í lítlaheila,
og tess meira vit í lívunum venja
okkum við tað, sum vit gjarna vilja
halda við líka – jú, betri eru vit før
fyri at loysa uppgávurnar.
Og Henning Kirk kemur til hesa
niðurstøðu:
– Aldurin merkir avgjørt ikki, at
vit ikki kunnu læra nýtt í tilkomn
um aldri, men vit brúka heilan øðr
vísi – og meira effektivt og ”øko
nomiskt”, enn tá vit vóru yngri.
Men, tingini koma ikki av sær
sjálvum. Tað ræður um at venja og
viðlíkahalda heilan, og her hevur
granskingin seinnu árini kunnað
peikað á nøkur ítøkilig ráð, um tú
ynskir at halda heilan í venjing.
Læknin vísir á, at um fólk ynskja
at halda heilan kláran, er týdning
armikið at vera í góðari kropsligari
venjing. Kropslig venjing gevur
heilanum eitt betri ”umhvørvi” at
vera í. Í fyrsta lagi ræður um at
bøta um blóðrenslið, tí tað er ógvu
liga týdningarmikið fyri heilan.
– Tað ræður um at fyribyrgja
mikroblóðtøppar, sum elva til
trupulleikar hjá nógvum eldri, og
kropslig venjing minkar eisini um
strongd. Varandi strongd slítir upp
á týdningarmikil økir í heilanum.
Hann leggur aftrat, at tað er ikki
líkamikið, hvat fólk brúka heilan til,
og tað er týdningarmikið at venja
ymiskar rutinur. Hinvegin er eisini
týdningarmikið at bróta rutinur.
– Heilanum líkar eisini, at vit
gerast ovfarin, og ovfarin kanst
tú gerast saman við eitt nú abba
børnum ella øðrum børnum – ella
við ikki at sita við sama kaffiborð
hvørja ferð, tú ert saman við øðrum
menniskjum. Mál og tónleikur hava
eisini stóran týdning fyri menning
og viðlíkahald av heilanum. Við at
lesa, lurta, kjakast og við at skriva
styrkjast hægri heilafunktiónirnar.
Tú kanst spæla og syngja, einsam
allur ella saman við øðrum.
Demens kann fyribyrgjast
Heldur tú heilan kláran, fyribyrgir
ella seinkar tú demenssjúku. Tað
ræður bæði um at vera kropsliga
aktivur og at fáast við aktivitetir,
har tú brúkar høvdið.
– Náttarsvøvnur er týdningar
mikil, tí tá vit sova, verður heilin
bókstaviliga ”vaskaður”. Við nýggj
um skanningarhættum hevur tað
víst seg, at heilakyknurnar krymp
ast upp til 40%, tá vit sova. Tað,
sum hendir, er, væta filtrerar úr
kyknunum og við vætuni verður
ymiskt skilt burtur, sum ikki skal
vera í kyknunum. Hetta er týdn
ingarmikið, tá heilakyknurnar í
dagtímunum gera eitt ógvuliga
orkukrevjandi arbeiði sum liður í
handteringini av ymiskum sign
alum. Ávíst er eisini, at fólk, sum í
nógv ár hava havt svøvntrupulleik
ar, eru í størri vanda fyri at gerast
dement, sigur Henning Kirk, sum
er granskari í aldri og hevur skrivað
fleiri bøkur um evnið.
– Náttarsvøvnur er týdningarmikil, tí tá vit sova, verður heilin bókstaviliga ”vaskaður”. Ávíst
er, at fólk, sum í nógv ár hava havt svøvntrupulleikar, eru í størri vanda fyri at gerast dement,
sigur Henning Kirk, sum er granskari í aldri og hevur skrivað fleiri bøkur um evnið
Nøkur góð ráð um heilan
Tað er skilagott at vera kropsliga aktivur og fáa pulsin upp í minsta lagi í 30 minuttir um dagin. Tú eigur at umgangast
varandi strongd. Hinvegin dámar heilanum væl, at tú hevur nógv at gera. Góður náttarsvøvnur ”reinsar” heilan, og kropsligur
aktivitetur er náttúrligur soviheilivágur. Skilagott er at vera í gongd við tað, tú ynskir at vera í gongd við. Skilagott er eisini at
bróta rutinur við at ganga ella súkkla aðrar vegir, enn tú gerst dagliga. Tað er gott at hava ætlanir fyri dagin, vikuna - og restina
av lívinum. At møta nýggjum menniskjum er eitt gott hugskot, og tað er eisini gott at vera saman við og spæla við børn. At lesa,
lurta, kjakast og skriva stimbrar eisini heilan, eins og sangur og spøl eisini gera tað. Kelda: www.helse.dk
Soleiðis heldur tú
heilan kláran
– Tað ræður um at venja og viðlíkahalda heilan, og her hevur granskingin seinnu árini peikað á nøkur
ítøkilig ráð, um tú ynskir at halda heilan í venjing, sigur danski læknin og granskarin, Henning Kirk