týsdagur 20. januar 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 21. mikudagur 2015 · Nr. 8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Islam og islamisma
eru hvør sítt
Mánadagin rakk islam-kritska Pegida rørslan donsku gøturnar í Keypmannahavn í einari tíð,
har Frakland við Charlie Hebdo helst hevur endurbyrjað eina »Muhammed kreppu« í navninum
á talufrælsi. Torføra kjakið er, hvør avmarkar hvønn og út frá hvørjari hugsan
Mortan Østerø
Bæði víðgongdir politikarar
í Evropa, sum franska Marie
Le Pen og Geert Wilders úr
Hollandi, og islam-kritiskar
rørslur, sum Pegida, leggja
áherðslu á, at islam er av tí
ónda. Beinleiðis javntekin
kunnu setast millum fremm
andar muslimar og yvir
gang.
Tá ið kjakið um flóttafólk
kyknaði í Føroyum, gjørdist
eisini greitt, at hetta javna
tekni hevði fastatøkur mill
um summar føroyskar við
merkjarar. Fylgispurningurin
er at útgreina, hví soleiðis er
statt í Føroyum. Evropeiska
fregnartænastan,
Europol,
boðar frá, at í árunum 2007-
2013 vóru 2.110 yvirgangsálop
í Evropa. 12, ella einans eitt
prosent, av hesum álopunum
vórðu átrúnaðarliga motiver
að, sambært Europol. Ikki
færri enn 1.637 av hesum
álopunum vórðu framd av
víðgongdum
seperatistum
og nationalistum. Altso tyk
ist tað ikki verða rættvíst
javnatekn millum islam og
yvirgang. Sambært Heina í
Skorini, Ph.D. lesandi, eru tað
negativu søgurnar, sum tekna
ræðuwmyndina.
– Tað er væl tí, at vit hoyra
so nógvar negativar søgur
um útlendingar, tilflytarar
og miseydnaða integrasjón,
bæði í okkara grannalondum
og longur burturi. Søgur
um parallellsamfeløg, yvir
umboðan í kriminalitets
hagtølunum,
sonevndar
no-go zones, og ikki minst
yvirgangsálop á evropeiska
meginlandinum eru við til
at stuðla hesum hugburð
inum. Hetta hóast religiøst
motiveraður yvirgangur sam
bært Europol er serstakliga
avmarkaður í mun til etno-
nationalistiskan, politiskan
yvirgang, sigur Heini.
Ger seg galdandi
í politikki
At fremmandaræddi hug
burðurin mótvegis muslimum
fær fastatøkur millum fólk,
kemur eisini til sjóndar í
veljaraatburðinum til ES-
tingval. Her er valluttøkan
vanliga heilt oman móti 40
prosentum, og tey sum fara
á val hava veitt útlendinga-
kritisku flokkunum dygga
undirtøku.
– Evropaparlamentsvalið
í 2014 staðfesti, at mótstøðan
ímóti øktari tilflyting er
eitt regionalt fyribrigdi við
breiðum fólksligum kjølfesti.
Framgongdin hjá til dømis
Dansk Folkeparti í Danmark,
Sverigedemokratarna í Svø
ríki, Ukip í Bretlandi og Front
National í Fraklandi ber boð
um hetta sama. Álopið í París
og óhugnaligu reportasjurnar
frá millum øðrum Islamiska
Statinum í Irak/Sýria eru við
til at styrkja hesa skepsis. Og
so gloyma vit at spyrja tann
einfalda spurningin, hvussu
nógv flóttafólk í grundini
eru terroristar. Og vit gloyma
eisini teir útlendingar, sum
longu eru í Føroyum, og sum
eru eitt positivt ískoyti til
føroyska samfelagið, sigur
Heini í Skorini, men heldur
tó ikki, at talufræsli eigur at
skerjast hesum viðvíkjandi.
– Eg haldi ikki, at vit við lóg
skulu avmarka orðadráttin.
Um tú hoyrir eitt sjónarmið,
sum tær ikki hóvar, so er at
svara við einum argumenti
og ikki eini paragraff í revsi
lógini. At avmarka tað frælsa
kjakið við makt og lóg er ikki
rætti vegurin at fara, sigur
Heini.
– Eingin religión í sær
sjálvum skaðilig. Heldur eru
ávísar tulkingar av religión
skaðiligar. Sum mín russiski
professari í religiónsvísindi
í London plagdi at siga:
”Religion is what people make
of it”. Religión er tað, sum vit
gera tað til. Eingin religión
er eitt fastfryst, monolitiskt
fyribrigdi. Religión hevur
onga substantiella, óreingi
liga kjarnu, men verður
skapt av menniskjum, av
tulkingum og av praksis.
Tað snýr seg ikki (bara) um,
hvat stendur í Torah’ini ella
Koranini ella Bíbliuni. Tað
snýr seg um, hvussu hetta
verður tulkað, og hvussu tað
verður brúkt sosialt og polit
iskt, sigur Heini.
Tann gylti
millumvegurin
Hann vísir á, at islam og
islamisma er hvør sítt fyri
brigdi, og tað eiga vit ikki at
blanda saman. Greiða upp
býti er, at islam er ein átrún
aður, meðan islamisma er ein
totaliter ideologi. Páhaldini
eiga, sambært honum, ikki
at avmarka, at føroyingar
taka móti flóttafólki, men
tað merkir heldur ikki, at
Føroyar eiga at taka fólk inn,
uttan at seta spurnartekin.
– Eg haldi, at Førouyar væl
kunnu taka móti flóttafólki,
men vit skulu sjálvandi gera
tað við skili. Vit skulu ikki
taka fleiri, enn vit megna at
servisera við øllum teimum
integrasjónstilboðum,
sum
eiga at setast í verk. Vit skulu
læra av teimum góðu dømun
um, t.d. úr Íslandi, og vit skulu
ikki endurtaka mistøkini úr
Danmark, har flóttafólk sita
til fánýtis í einum innilæstum
asyl-sentri í mánaðir og
ár, áðrenn tey sleppa út í
samfelagi. Tá verður úrslitið
hareftir, sigur Heini.
– Í heila tikið hava før
oyskir myndugleikar verið
alt ov restriktivir í mun til
útlendingar
generelt,
og
vit hava svikið tey, sum eru
komin, tí tilboðini hava verið
so ússalig. Vinnuhúsið hevur
eisini leingi eftirlýst ein meiri
liberalan útlendingapolitikk.
Tað finst ein gyltur millum
vegur ímillum naiva tilbiðjan
av tí multikulturella sam
felagnum
og
rasistiskan,
ógrundaðan fremmandaótta.
Hesin millumvegurin snýr
seg um at viðurkenna, at
tað er ein stór avbjóðing at
taka ímóti flóttafólki og út
lendingum generelt, men at
tey – við røttu integrasjóns
amboðunum – kunnu gerast
ein vinningur fyri Føroyar,
sum jú stríðist við ovurstórar
demografiskar trupulleikar,
sigur Heini at enda.
tolsemi
Heini í Skorini
Frá mótmælisgonguni í Keypmannahavn mánakvøldið 19. januar
Mynd: Polfoto