Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. mikudagur 2015 · Nr. 8 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 úr tinginum Triðingurin av skattgjaldarunum rinda 82 prosent av skattinum Tá ið talan er um kommunuskatt, so rindar triðingurin av skattgjaldarunum 75 prosent av skattinum Árni Gregersen Tey sum forvinna meira enn eina kvarta milljón í árs­inn­ tøka gjalda meira enn fýra fimt­ing­ar av øll­um lands­ skatt­in­um, sum kem­ur inn í Føroyum og tríggjar fjóðr­ ing­ar av komm­unu­skattin­ um. Bjarni Djurholm, Fólka­ flokk­ur­in, hevur fingið svar uppá 16 fyrispurningar, sum hann setti lands­stýr­is­mann­ in­um við fíggjarmálum. Spurn­ing­ar­nir snúgva seg mest um skatt og hvussu nógv hvør ein­stakur hevur eftir til egið brúk, tá ið skattir og gjøld til tað almenna eru far­in av. Í Føroyum eru tilsamans 44.300 skattgjaldarar – tá eru les­andi og pensjonistar eisini tikn­ir við. Stakir uppihaldarar Ofta hevur verið nevnt, at í ávísum inntøkubólkum loys­ ir tað seg ikki at forvinna meira, tí tá fella ávísir ágóðar burt­ur. Í einari talvu vísir lands­ stýr­is­maðurin við fíggj­ar­ mál­um, Jørgen Niclassen, á, at hjá støkum upphaldara við tveimum børnum, sum brúka ansingarpláss, loys­ir tað seg ikki at hækka inn­tøk­ una úr 250.000 um árið uppí 300.000 krónur um árið. Hjá hesum staka uppi­ hald­ara við børnum á stovni fell­ur tøka inntøkan eftir at ansingargjald er goldið úr 29.237 krónum til 18.641 krón­ ur um mánaðin. Í talvuni sæst, at tað loys­ ir seg at tjena meira um ein ongi børn hevur, men hev­ur ein tvey børn, so er meira eft­ ir við tí lægru inn­tøk­uni. Faktisk hevur lægra inn­ tøk­an 600 krónur meira eftir um mánaðin, tá ið barna­frá­ drátt­ir og ans­ing­ar-pláss eru íroknað. Tað er soleiðis við ans­ ing­ar­gjaldi til stovnar, at er saml­aða inntøkan hjá for­eldr­unum undir 247.000 krón­ur, so fáa børnini frí­ pláss. Prísurin fyri frípláss hækk­ar so til fortjenastan er kom­in uppá 293.000 krónur. Tá verður fult ans­ing­ar­ gjald goldið. Inntøkan hækkar Inntøkan hjá føroyingum hækk­ar alsamt. Tað vísir seg, at í 2011 vóru 14.900 persónar við einari inntøku omanfyri eina kvarta milljón. Hetta tal­ ið hækkaði til 16.266 per­són­ ar í 2013. Yvir tvey ár var vøksturin av teimum, sum tjena meira enn 250.000 krónur sløk 10 pro­sent. Orðaskifti Í longri tíð hevur orðaskifti ver­ið um, hvussu støðan er hjá einstøkum forsyrgjarum í Føroyum, eins og tað eisini hev­ur verið kjakast um hvørt tað loysir seg at fara uppum ávís mørk í skattastiganum og teimum stigum sum áseta barnaansingarstuðul og annað. Bjarni Djurholm, Fólka­ flokk­ur­in, setti tí landsstýris­ mann­in­um 16 spurnignar fyri at lýsa hesi viðurskifti. Í viðmerkingunum til spurn­ing­ar­nar sigur Bjarni Djur­holm millum annað: – Flestu eru samd um, at lands­stýrið og Løgtingið eiga at tryggja inntøkubólkunum so muna­góðar umstøður sum gjørligt. At skattligu við­ur­skift­ini ikki forða fyri møgu­leikunum hjá løn­tak­ar­ un­um at fáa ta úrtøku burtur úr lønini, sum í minsta lagi er rími­lig. – Í kjakinum eru hóp­ur­in av tølum varpað al­menn­ing­ in­um um inntøkurnar hjá støk­um uppihaldarum, tøl, sum ofta tykjast at vera tik­ in úr heildini, og tí ikki lýsa fakt­isku viðurskiftini, tá um brutto- og nettoinntøkur ræð­ur. Í svarinum frá lands­stýr­ is­mann­in­um stendur eis­ini, at inntøkur undir 70.000 krónur als ikki gjalda lands­ skatt. Tað er ikki fyrr enn far­ið verður uppum, at eitt sind­ur av landsskatti verður gold­in. Har stendur eisini, at for­ vinnur tú 60.000 krónur um árið, so skulu 10,6 pro­sent av hesum gjaldast í komm­unu­ skatti. 720.000 krónur í inntøku umárið gjalda 40 prosent í skatti. Er inntøkan hægri, so verða nøkur fáa prosent gold­in afturat. Er talan um tvær milljónir er skatturin 49 prosent. – Haldi hetta er fyrstu ferð vit hava fingið eitt so gott samlað yvirlit yvir, hvussu skatt­ur og onnur gjøld raka ym­isku inntøkurnar. Bjarni Djurholm, Fólka­ flokk­ur­in, er sera væl nøgd­ ur fyri svarini, hannn fekk uppá teir 16 spurn­ing­arnar hann setti lands­stýr­is­ mann­in­um við fíggjarmál­ um. – Sjálvandi kann ein ikki spyrja um alt, men teir spurn­ing­ar sum eg havi set, havi eg fingið eitt gott svar uppá sigur hann. Hann leggur afturat, at hetta er fyrstu ferð, at ljós verð­ur alment varpað á hetta øki og faktuell tøl ger­ ast ein aprtur av kjakinum. – Kjak hevur ofta verið um hesar spurnignarnar, men okkum hevur tørvað at fingið eina meira faktu­ ella vitan, um hvssu við­ ur­skiftini eru, sigur Bjarni Djur­holm. Væl nøgdur við svarið frá Jørgen Bjarni Djurholm, Fólkaflokkurin, er sera væl nøgdur við svarið hann hevur fingið frá fíggjarmálaráðnum