týsdagur 20. januar 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. mikudagur 2015 · Nr. 8
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fróði Sigvardsen hevur
keypt risabygning á Hálsi
– Ætlanin er at savna alt virksemi á einum staði í bygninginum á Hálsi. Her verður
bæði handil og goymsla, og okkurt nýtt er eisini á tapetinum. Eg vænti, at vit flyta
í nýggju hølini til heystar, kanska í oktober, sigur Fróði Sigvardsen
Vilmund Jacobsen
Vinnulívsmaðurin, Fróði Sig
vardsen, hevur keypt bygn
ingin á Hálsi, har Bygnings-
snikkaravirkið helt til í nógv
ár, og har Børkin húsaðist í
stuttu tíðini, sum fyritøkan
hevði.
Hetta er ein rættiliga
stórur bygningur, og sjálvur
sigur nýggi eigarin, at saml
aða gólvvíddin er 25x56 fer
metrar, pluss 900 aðrar fer
metrar - ella 2300 fermetrar
tilsamans.
– Eg havi bara keypt
sjálvan bygningin og ikki
maskinurnar, sum vóru í
verkstaðspartinum.
Nýggi eigarin sigur, at
hann hevur keypt bygningin
frá Banknordik, men hann
vil ikki upplýsa keypsprísin.
– Bygningurin hevur ver
ið lýstur til sølu, og tá slíkur
handil verður gjørdur, gongur
tað ofta lutfalsliga skjótt fyri
seg. Tað eru sjálvandi tveir
partar í einum handli, men
eg haldi, at eg eri væl nøgdur
við keypið. Eg hevði ikki
keypt, um eg ikki væntaði at
fáa samanhang í raksturin av
tí virksemi, sum eg ætli mær
at hava á Hálsi.
Alt undir sama taki
Fróði Sigvardsen ásannar,
at bygningurin, sum hann
nú hevur keypt, er rættiliga
stórur, og tí væntar hann
ikki, at hann fær brúk fyri
allari gólvvíddini sjálvur.
– Eg hugsi mær tí at leiga
tann partin út til aðrar, sum
eg ikki fari at brúka, og bara
nýggi endin á bygninginum
er umleið 600 fermetrar stór
ur.
Fróði sigur, at ætlanin hjá
honum er at savna alt virk
semi, sum hann nú hevur, á
einum staði.
– Her verður soleiðis bæði
handil og goymsla, sum tíðin
gongur, og eg vænti, at flutt
verður í nýggju hølini til
heystar, helst í oktober.
Fróði hevur átt lut í eitt nú
málingavirkinum á Strond
um og í Norðoya Litbúð,
eins og hann áður hevur selt
handilin, sum hann hevði í
Saltangará, til Birgir av Voll
anum.
– Eg havi selt alt, sum eg
hevði uttan fyri Havnina og
eri nú bara virkin í høvuðs
staðnum. Men, eg havi fram
vegis gott samstarv við teir,
ið áður havi arbeitt saman
við.
Hann sigur, at tá klárt
verður at flyta niðan á Háls
einaferð til heystar, flytir
eisini handilin, sum hann
hevur í Jónas Broncksgøtu í
Havn, í bygningin á Hálsi.
– Í handlinum í Jónas
Broncksgøtu selji eg máling,
billakk og køkar, og tá hand
ilin flytir niðan á Háls, er ikki
óhugsandi, at útboðið verður
økt.
Fróði vil tó í løtuni eink
siga um, hvat hann arbeiðir
við, men hann væntar, at út
boðið á Hálsi verður størri og
øðrvísi enn í verandi handli í
Jónas Broncksgøtu.
– Eg fari at reka verandi
virksemi víðari, men okkurt
nýtt er eisini á tapetinum,
sigur hann.
Hann leggur aftrat, at
stóra
fýrverkssølan,
sum
hann hevur á hvørjum ári,
eisini fer at halda fram.
– Eg ætli mær at savna alt
mítt virksemi á Hálsi, og her
verður soleiðis bæði handil
og goymsla.
Fer eisini at leiga út
Tað er greitt, at bygningurin,
sum Fróði Sigvardsen nú
hevur keypt, rúmar væl
meira enn tí virksemi, sum
hann sjálvur hevur í dag.
– Jú, eg ætli mær eisini at
leiga út, men hvussu nógv
eg fari at leiga út, veldst alt
um, hvussu nógv eg komi at
brúka sjálvur.
Fróði Sigvardsen er sann
førdur um, at keypið á Hálsi
er ein góð íløga, og uttan at
siga nakað um keypsprísin,
væntar hann, at líkindini at
fáa íløguna at bera seg eru
góð.
– Eg hevði ikki keypt bygningin, um eg ikki væntaði
at fáa samanhang í raksturin av tí virksemi, sum
eg ætli mær at hava, sigur Fróði Sigvardsen
Vinnulívsmaðurin, Fróði Sigvardsen, hevur keypt stóra bygningin, sum Børkin hevði á Hálsi, frá Banknordik. – Eg ætli mær at savna alt mítt virksemi á Hálsi, sigur hann