Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 21. mikudagur 2015 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árið byrjaði við sorgarboðum úr Ikast um, at tú, kæra vin­ kona, var farin foldum frá bert 47 ára gomul. Boðini komu ikki heilt óvæntað, tí síðst í november fekk tú boð­ini um, at nú var eingin við­gerð at taka til í stríðnum móti krabbanum, sum hevði verið óynsktur gestur í tínum kroppi síðani á heysti 2008. Tá ið tú ringdi og segði mær frá keðiligu boðunum í november, segði tú, at tú hevði sett tær fyri, at hetta skuldi vera besti desember mán­aður nakrantíð, og at øll tíðin skuldi brúkast til hugna saman við familjuni. Fremst í tínum huga vóru altíð tíni kæru, Tim og døtrar­nar Sara, Fia, Maria og Tora, og tú brúkti stóra orku at fyrireika tey upp á tíðina, tá ið tú ikki var her meira. Tá ið tú á Herlev sjúkrahúsi í september greiddi mær frá, at tú var byrjað at skriva brøv til døtrarnar og segði frá øllum tínum tonkum, fann eg ongi troystarorð, tað rakti ov meint. Men myndin av tær gjørdist bara vakrari og klárari – henda myndin, sum byrjaði at taka skap, longu tá ið tú sum 11 ára gomul flutti úr Danmark til Glyvrar sam­an við mammu, pápa og beiggja tínum. Eg minnist, hvussu vøkur tú var, og at tú - við tínum brúnu eygum og longu brúnu flættum - líktist Laura Ingalls frá “Det lille hus på prærien”. Eg kendi meg hepna, at okk­ara foreldur kendust framm­ an­undan, tí tað gav mær ein ávísan framíhjárætt at fáa teg at sita við mína lið í skúl­anum. Og frá fyrsta degi átti eg nú ein besta vin við mína lið. Vit sótu lið um lið øll árini í fólkaskúlanum, studenta­ skúlanum og kvøldskúlanum. Vit sótu lið um lið heima hjá tær og teknaðu, spældu kort, lurtaðu eftir tónleiki ella gjørdu mat. Lið um lið við látur­krampa í Glyvra Bio, lið um lið á bókasavninum og lósu bøkur. Vit spældu lið um lið á fótbólts- og hond­bólts­liðnum hjá NSÍ og á hond­bóltslandsliðnum. Vit svóvu lið um lið í telti í haganum, í Skála­botni ella hjá ommu og abba tínum á Nesi, tá ið vit spældu hondbólt í Suður­oy. Vit gingu lið um lið og seldu bøkur ymsa staðni í Før­oy­um. Vit arbeiddu lið um lið á Bakka­frost, Lynfrost, í kiosk og grillbar. Og seinni, tá ið vit báðar vóru fluttar til Danmarkar í lestrarørindum var tú gumma til mín fyrsta fødda og eg til tína fyrstu føddu. Tú og Tim hittust, meðan tit bæði lósu sálarfrøði í År­hus og skjótt rann saman mill­um tykkum, og tað var vakurt at síggja, hvussu góð tit vóru, og hvussu familja hans­ara tók teg í favn við opn­um ørmum. Til brúd­leyp­ið í Århus vóru eg og okk­ara felags vinkona, Durita Brattaberg, bodnar við, og betri brúdleyp hava vit neyvan verið til. Árini gingu skjótt, og tit fingu fyrst tríggjar døtur, Sara, Fia og Maria við tvey ára millum­bili og sjey ár eftir Mariu kom Tora. Tú setti lesn­ anin í bíði­støðu meðan gent­irnar vóru smáar, og tú rað­festi familjuna fram um alt annað, ikki tí tú kendi teg noydda, men tí tú elskaði at vera mamma, at vera kona Tim. Heimið hjá tykkum var fult av kærleika og virðing, og tann nógvi trafikkurin av vinum hjá døtrunum bar boð um, at her kendu øll seg væl­komnan. Júst soleiðis sum eg minnist heimið hjá tær inni á Glyvrum. Tú og Tim brúktu eisini stóra orku og vóru álitisfólk inn­an ymsar felagsskapir í skúla og frítíðarhøpi í Ikast, júst sum eg minnist at tíni for­eld­ur eisini gjørdu tað, tá tit bú­leikaðust á Glyvrum. Partur av tínum dna’ið var eisini tokkin til og umsorganin fyri teimum, ið høvdu verri um­ støður enn tú sjálv. Seinastu mongu árini hava vit tríggjar, tú og Durita, hitst so ofta sum til bar, hóast vit búðu í trimum ymiskum londum. Heitir pott­ar í Íslandi, gongutúrar í Før­oyum, býartúr í Århus. Seinastu ferð, vit hittust, var hjá tær í Ikast í november í fjør, og tú hevði keypt okk­um ein túr á Kur og Spa í Vejle­fjord Hotel. Tú var illa fyri, segði tú, áðrenn vit komu at vitja, men einki kendu vit á tær, tí tú lat ongantíð illa at. Tú var løtt á fótum sum altíð, hevði gjørt lekran mat og hetta kvøldið, áðrenn vit skuldu avstað aftur, hugnaðu og skemtaðu vit okkum sum altíð, hóast lívsins álvarsemi lúrdi handan løtuna. Í fullsettari kirkju í Ikast 8. jan­uar søgdu allar hundrað­ tals blómurnar søg­una um teg Turid, søguna um eina elskaða konu, mammu, dóttur, systur, vin­konu, starvs­felaga - eitt elskað menn­iskja. Í síni talu segði presturin, eftir boðum frá tær, at tú vildi ikki, at nakar segði, at tú hevði tapt dystin móti krabbameini; nei, tú hevði vunnið lívið; lívið saman við tínum kæru, sum tú elskaði yvir alt. Og júst meðan prestur talaði, sendi sólin sínar lívsjáttandi strálur inn í ta annars vetrar­ myrku kirkjuna, og vit kendu, hvussu ljósglæman gav okk­ara sorgarbundnu sálum eitt klemm. Á veg úr Føroyum til Danmarkar til tína jarðarferð festi eg hesa kvøðu til tín á blað: Áirnar er fyltar við tárum úr erva, hvør tindur klæddur í hvítt brúðarlín, oyggjarnar hálsfevnast við døggvátum ørmum, og sólin sendir eitt stokkut smíl úr hválvinum, soleiðis heilsa Føroyar tær farvæl, kæra vinkona nú eg siti í flogfarinum ávegis ta tungu leið at fylgja tær til tín síðsta jarðarstað Trúgvi fylgisveinurin á ferðini eitur meiningsloysi - meiningsloysið yvir, at tú, einastandandi vakra menniskja, skuldi fara alt ov ung, undir liðini situr eisini stóra sorgin - sorgin yvir ongantíð aftur at hoyra tín livandi látur ella síggja títt yndisliga andlit, men í einum lítlum hjartakróki situr eisini takksemið - takksemi yvir, at mær í 36 ár untist at kenna teg og kalla teg vinkonu mína Í mínum hugaheimi havi eg bygt eitt vakurt slott har øll tey litføgru minnini um teg búgva og hóast eg enn varðisliga og tøvandi banki á dyrnar so veit eg, at onkuntíð, tá ið sinnið er styrknað, bresti eg hurðina upp og kenni meg sum heima Listin av vøkrum lýsingar­orðum um teg er langur og nógv kundi verið skrivað um øll tíni góðu evnir til alt, tú tókst við, men størstu evnini hevði tú at vera menniskja, meðmenniskja og fyrimynd, og tey fræ, tú hevur sáðað í okkum mongu hepnu, ið hittu teg á lívsleiðini, hava fest røtur. Í skrivandi stund kenni eg meg fátæka at hava mist teg, og tó, kenni eg meg so ríka, at eg fekk høvið at kenna teg. Takk fyri brævið, tú sendi mær til jóla, har tú minnist aftur á góðar løt­ur saman. Tað goymi eg sum reyðargull. Tú hevur sett tey vakrastu sporini í mína sál. Mínir tankar leita hvønn dag til tykkum – Tim, Sara, Fia, Maria, Tora, Bryn­hild, Arne, Jóan Petur, Kirsten, Bent, Karen og Jakob við familju – ið kenna saknin og tómrúmið eftir Turid, nú gerandisdagurin eirindar­ leys­ur gongur sína vanligu gongd. Ærað veri minnið um Turid Trier Ludvig Urd Minningarorð um Turid Trier Ludig 6. apríl 1967 – 3. januar 2015 Jennifer Henke doyði 27. desember 2014, 68 ára gomul. Tá eg hugsi um Jennifer, kemur tað mær fyri, at hon hevur verið eitt ferðandi fólk. Men hinvegin: eru vit ikki øll tað, so ella so? Danska sálmaskaldið Grundtvig yrkti: Bert lítla stund í rósulund vit mennast og so følna; sum blóman fríð á summartíð fer sorgarblíð, tá lotið fer at kólna. Fyrstu ferð eg hitti Jennifer, var í 2007. Hon kom inn á gólvið á Bókadeild Føroya Lærarafelags saman við Petur Martini Petersen úr Fuglafirði við einum ynski um at sleppa at siga søguna um pápa sín og ferð sína til Føroya at leita eftir familjuni. Jennifer var so láturmild og søgan so hugtakandi, at tað tók okkum á Bókadeildini ikki langa tíð at koma til ta niðurstøðu, at sjálvt um forlag okkara ikki vanliga gevur slíkar bøkur út, so var henda søgan avgjørt verd at fortelja. Eg fekk uppgávuna at arbeiða við tilfarinum og ritstjórna bókina. Tað var ein spennandi uppgáva, og Jennifer var eitt so positivt menniskja at arbeiða saman við, at tað var sum eitt spæl. Ordan var í øllum hjá Jennifer, alt tilfar var savnað í mappur: brøv, skipspappír, ættartalvur, myndir, og so sjálvt handritið, har Jennifer greiðir frá um pápan og um ferðina til Føroya. Bókin kom út í 2008, og skipað var fyri bókaframløgu í Ment­anarhúsinum í Fuglafirði, har ein hópur av fólki var saman­komið. Jennifer var meistari at skipa fyri og seta fólk í gongd, og hetta gjørdist av sonnum eitt minniligt kvøld við sangi, talum og upplestri, einum góðum bita og drekka­ munni. Ævintýrhugur var í Jennifer, hon átti nógv systkin og sigur í formælinum til bókina Saknaði sonurin: ”Mær hevur altíð dámað væl at ferðast. Tá ið eldru brøður og systrar mínar giftust og fluttu heiman, plagdi eg at vitja tey í summar­ frítíðunum og ferðaðist mangan fleiri túsund míl runt í USA í Greyhound bussum.” Tað var helst eisini hesin ævintýrhugur, sum var atvoldin til, at hon gjørdi av at fara at leita eftir tí fullkomiliga fremmanda landinum, haðani pápi hennara var komin. Í einari yrking, hon hevur gjørt, lýsir hon hetta at koma til Føroya sum at koma heim: Tað farna og nútíðin møtast og skapa eina brúgv yvir ár og høv. Mín faðirs ætt er mín ætt, eg verði móttikin sum barnið, ið bleiv burtur. Jennifer fekk stóran alsk til Føroyar og til familju sína her. Hon vitjaði her aftur og aftur, og tað var, meðan hon var stødd í Føroyum seinasta summar, at hon kendi seg illa og noyddist aftur til heimlandið at vera hjá børnum sínum og sínum høgt elskaða ommusoni Elliot, áðrenn hon skuldi út á sína seinastu ferð her av foldum. Jennifer Henke var eitt hjartagott menniskja, sum nógv fara at sakna. Hvíl í friði. Marna Jacobsen Jennifer Henke er farin