týsdagur 20. januar 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. mikudagur 2015 · Nr. 8
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Nóg mikið av stovnum í Havn
Zacharias Bech
Porkeri
Sosialinum frá 1. Januar hev
ur Annfinn Brekkstein eina
grein, har yvirskriftin ljóðar
»Eitt dygdargott sjúkrahús
í Føroyum heldur enn trý
vánalig«.
Hann byrjar greinina við
at nevna miðnámsskúlan í
Suðri sum eitt ræðandi dømi
um úrslitið av politiskum og
lokalum klandri, sum næm
ingar máttu gjalda høgan prís
fyri, tí teir ikki blivu settir
í fremstu røð, og at skúlar,
orsakaðav klandri og per
sónligum áhugamálum, bleiv
lagdur í einum hagaumhvørvi
í ongamannalandi millum
seyð og gæs.
Tað er rætt, at tað bleiv ein
avis ósemja, tá skúlin bleiv
fluttur av Vágseiði, har hann
upprunaliga bleiv ætlaður at
liggja, til tað staðið, har hann
nú liggur.
Tá Anfinn Brekkstein sig
ur, at skúlin liggur í Hovi, skal
eg líka rætta hann, tá hann
saman við nógvum øðrum
ikki tykist vera so stinnur
í landalæru. Skúlin liggur í
Porkeri.
Hví Annfinn Brekkstein
kemur til Suðuroyar at leita
eftir gomlum ósemjum, sum
langt síðan eru farnar undir
heilt, dugi eg illa at skilja.
Sum ein bæði hoyrir og lesur,
so eru nokk av ósemjum av
slíkum slag í hansara egna
umhvørvi, og tað skuldi
undrað meg stórliga, um ikki
Annfinn
Brekkstein
sum
býráðspolitikari eigur sín
lut í onkrum av hesum. T.d.
verður ein skúli bygdur við
Marknagilsvegin.
Ósemja,
fyri ikki at siga klandur, hev
ur verið um henda skúla í
eini tredivu ár.
Tá hann sigur, at skúlin
liggur í einum hagaumhvørvi
og ongamannalandi, so dugi
eg illa at skilja, at tað skal vera
verri fyri teir næmingar, sum
har ganga. Tá ein sum vaksin
fer í skúla er tað væl fyri at
fáa sær eina útbúgving so
góða sum møguligt, og ikki til
at sita og hyggja út gjøgnum
vindeygað eftir seyði og gæs
og hønum, sum tú gloymdi at
nevna.
Tað gjørdi ein, tá ein gekk
í barnaskúla, men nú eru tað
ikki børn, sum har ganga.
At tað skuldi verið betur
fyri næmingarnar, um skúlin
lá á Vaglinum í Havn, havi eg
ilt við at skilja.
Annars kann eg upplýsa
fyri
Annfinn
Brekkstein,
at tað einans eru 10 min.
at koyra til skúla bæði av
Tvøroyri og úr Vági, báðum
teimum størstu bygdunum í
Suðuroy. Tað eru væl nógvir
næmingar, sum hava longri
veg til sín skúla enn hetta.
Til Heilsuskúlan, sum er
ein partur av Miðnámsskúl
anum, koma nógvir næm
ingar uttan fyri Suðuroy.
Nógvir av teimum búgva til
leigu í Porkeri. Havi tosað við
nakrar av teimum og havi
fingið ta fatan, at teir trívast
væl her suðuri, eru væl nøgd
ir við skúlan og hava tikið tað
sum eitt upplivilsi at vera
komin at kenna Suðuroy og
tað fólkaslag, sum her býr.
Eftir yvirskriftini til grein
ina metir Annfinn Brekk
stein eftir øllum at døma, at
vit hava trý vánalig sjúkra
hús í Føroyum. Har eri eg ikki
samdur. Suðuroyar Sjúkra
hús er mannað við væl kvali
fiseraðum fólki, sum sam
vitskufult gera tað arbeiði,
sum tey eru sett til, nevniliga
at taka sær av teimum sjúk
lingum, sum har koma.
Víðari í greinini verður
sagt, at tað er ein falskur
tryggleiki at búgva tætt við
smá sjúkrahús, tí teimum
vantar
førleika,
servitan,
læknar og royndir, og at tað
kann fáa álvarsligar avleið
ingar fyri sjúklingarnar, og
at nógvir sjúklingar álíkavæl
verða sendir á Landssjúkra
húsið, og mett verður bein
leiðis, at orsøkin til at vit
hava sjúkrahús her suðuri,
er at skapa arbeiðspláss.
Eg havi ilt við at fylgja
tíni tankagongd, tá tú metir
at tað er størri tryggleiki fyri
suðuroyingar, um alt virk
semið á Suðuroyar Sjúkra
húsi verður flutt til Havnar.
Tú veitst væl ella átti at vita,
at tað er opið hav millum
Suðuroy og Tórshavn.
Nei, Annfinn Brekkstein,
tey, sum blíva sjúk her suð
uri, leggja seg trygt í hend
urnar á teimum, sum manna
Suðuroyar Sjúkrahús, væl
vitandi um, at er sjúkan av
álvarsligum slag, so verða tey
send víðari á Landssjúkra
húsið og kanska víðari til
Ríkissjúkrahúsið, har Lands
sjúkrahúsið
árliga
sendir
hundraðavís av sínum sjúk
lingum.
Um tað skuldi hent, sum
tú, Annfinn Brekkstein, legg
ur upp til, hvat eg vóni ongan
tíð fer at henda, at alt virk
semið, sum nú er á Suðuroyar
Sjúkrahúsi og øll manningin
har bleiv flutt á Landssjúkra
húsið saman við teimum 50
milliónunum, sum tað í dag
kostar at reka Suðuroyar
Sjúkrahús, so hevði hesin
peningur skjótt verðið etin
upp og gott og væl tað, um
hvør suðuroyingur, sum fór
at bløða næsablóð, skuldi
verðið fluttur til Havnar.
Men sjálvandi, so høvdu
skattakrónurnar, ið staðist
høvdu av teim øktu arbeiðs
plássunum á Landssjúkra
húsinum, eftir tíni metan
fallið niður á »røttum« stað.
Tá tú nevnir tær sparingar,
tú hugsar um, so hevði ikki
verið neyðugt hjá tær at farið
út um bøgarðarnar í Tórs
havnar kommunu.
Har er nokk av stovnum
og stovum, sum ein kundi
hugt uppá, tá tað er um spar
ingar at tala.
Tú mælir til at arbeiðspláss
verða flutt av Suðuroyar
Sjúkrahúsi til Havnar.
Tú gloymir skjótt, ella ert
tú dekan og frekur. Tað eru
ikki nógv ár síðan Strand
ferðslan bleiv flutt úr Tórs
havn til Tvøroyrar. Tá var
grátur og tannagrísl í Havn.
Minnist meg rætt, so var tú
ein av teimum, sum var uppi
í grátikórinum.
Viðmerkingar til kjakið um syrgiligu
hendingarnar í Fraklandi
Heini Olsen
Í løtuni fer um allan Heimin
drúgt kjak fram um syrgiligu
hendingarnar, fríggjadagin
9. januar 2015, í Paris, har
12 fjølmiðlafólk og, sum frá
leið, eini fimm onnur í næsta
umfari lótu lív.
Ilt er at taka dagar ímillum;
men eg beri kensluna av,
at muslimar og muslimska
trúðargreinin sum heild nú
ber skuldina av tí, sum nakrir
fáir heilavaskaðir unglingar í
Fraklandi gjørdu seg upp til
at seta í verk.
Vit, sum á mínum aldri ikki
gloyma, hvat undir seinasta
heimsbardaga fór fram av
fólki, sum av upprunað einki
vóru ørvísi enn vit onnur,
og sum undir hvørjum høvi
breggjaðu sær av at vera
heldur meira kristin enn øll
onnur. Ein parturin í ræðu
ligu hendingunum tá á døg
um húsaði enntá sjálvum
pávanum.
Fara vit eini 800 ár aftur
í tíðina, vórðu væl útgjørd
europisk herlið undir Kross
ins navni send Eystur í Lond
at drepa muslimar frá hond
alt tað, teir vóru mentir.
Heimafturkomnir vórðu teir
fagnaðir sum sannar hetjur,
har ein førarin teirra, Richard
Leyvuhjarta, av somu skomm
gjørdist ódeyðiligur í heims
søguni.
Kanska ikki full ár, men í
hvussu er tey 16 árstølini, eg
arbeiddi saman við muslim
um, fall ikki eitt øvugt orð
okkara millum um átrúnað,
og gestablídni gekk fram
um alt. Árini vóri 1956-62 í
Persia ella Iran, sum land
ið nú nevnist, 1973-74 í Af
ghanistan, 1977-78 í Nigeria
og 1991-95 á Zanzibar út fyri
Eystur-Afrika.
Minnist eitt jólaaftans
kvøld 1977 í Azare, Nigeria,
har eg sat púra einsamallur,
eftir at kristni kokkur mín,
Festus, sum sett hevði mær
góðan jóladøgurða á borðið,
beyð mær gleðilig jól, áðrenn
hann fór til hús.
Eitt gamalt radiotól, sum
eg fann har í húsunum, fekst
sjaldan at geva ljóð frá sær;
men mín sann um eg ikki
hetta merkiliga kvøld á týs
kum fekk Gleðilig Jól og onn
ur jólaløg at ljóma so hátíðar
liga millum veggja, at tað
rættiliga í einseminum tók at
standa á gomlum nøglum.
Út móti midnátt pikkaði
varisliga á úthurðima, og
tá eg læt upp, stóðu tríggir
“Mullair”
t.e.
muslimskir
prestar uttanfyri og umbóru
seg, at teir soleiðis órógvaðu;
men teir hildu tað vera mest
fólkaligt at ynskja mær Gleði
lig jól í einsemi mínum, hóast
trúargreinin ikki rættiliga
var hin sama.
Teir tosaðu so frægt av
enskum, at vit út móti tveim
um tímum um ein temunn
prátaðu um leyst og fast,
og at enda samdust um, at
ikki mundi vera so langt frá
monnum, tí bønir okkara
høvdu jú somu adressu, og
at hin altvaldandi ivaleyst
dugdi at lesa millum orðini
frá báðum pørtum tað, sum
vit kanska ikki megnaðu at
bera fram so væl sum ætlað.
26 ára gamal, lá forvitnið
mær í hæddini, og í halga
býnum, Qum, vildu persisku
javnaldrar mínir hava meg
inn í moskina at, saman við
teimum, biðja islamsku bøn
ina. Eg skuldi bara ansa eftir
ikki at taka sólbrillurnar av,
so ljósu, norðurlendsku eyg
uni komu til sjóndar.
Teir høvdu sagt mær,
hvussu bønin fór fram, og vit
høvdu eisini gjørt royndir, so
alt gekk væl; men mitt í øllum
fall mest sum ein tung kensla
yvir meg, at tað var skeivt
á henda hátt mest sum at
gera gjøldur burtur úr teirra
átrúnaði, so eg mundi farið
út, áðrenn bønin var liðug, og
so hevði verið verri vorðið.
Útaftur komnir fóru vit í
aftur skógvarnar, sum stóðu
har, sum vit høvdu vaskað
føturnar, áðrenn vit fóru inn
ar í halgidómin.
Bilførara mínum, ið var
kristin, lætnaði um hjartað,
tá eg óskalaður aftur setti
meg í bilin, og hann spurdi
fleiri ferðir, hví eg í Himmal
sins
navni
kundi
finna
uppá tílíkan ørskap, og nú
á gamalsaldri skilji eg hann
væl.
Sum so dugi eg ikki at
peika á nakra patentloysn í
hesum máli; men okursvegna
mugu vit royna at koma
hvørjum øðrum nærri. Um
ikki beinleiðis at sameina
allan átrúnað, so tó í hvussu
er at vísa virðing fyri øðrum
menniskjum og øðrum hugs
unnarhátti. Henta fremm
andaorðið DIALOG verur
ofta haft á munni.
Tórshavn, 13. januar 2015