týsdagur 20. januar 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 21. mikudagur 2015 · Nr. 8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Er nakar lækni til staðar?
Rigmor Dam
limur í Trivnaðarnevnd
Løgtingsins vegna
Javnaðarflokkin
Støðan er akutt á Lands
sjúkrahúsinum. Fleiri ser
øki liggja í andaleypi og
starvsfólk rópa neyðarróp.
Men hvørki samgonga ella
landsstýrismaður
tykjast
taka støðuna í álvara.
Støðan á Landssjúkra
húsinum er nú so álvarlig, at
undirritaða nærum dagliga
fær áheitanir frá starvsfólk
um og brúkarum. Orð sum
mistrivnaður,
læknatrot,
sparingar og vantandi virðing
fyri fakkunnleikanum ganga
aftur.
Nógv bendir á, at lands
stýrismaðurin er farin í hern
að móti serlæknum á Lands
sjúkrahúsinum.
Hann
er
helst sperdur av fíggjarligu
kørmunum,
sum
hans
ara egna samgonga hevur
stungið út í kortið, og sum
ein og hvør við einum sindri
av fíggjarligum skili sær er
fullkomiliga
óforsvarligt,
skulu vit varðveita og menna
heilsutænastuna.
Tað bara brýtur niður at
leggja seg út í ein maktkamp
við serlæknarnar, ella konga
ríkini, sum onkur kallar teir.
Her er talan um fakliga
kompetent og sjálvleiðandi
starvsfólk, sum eru bundin av
einum læknalyfti og dyggari
fakligheit. Har eru ongi kom
promis, men hópin av alterna
tivum starvstilboðum. Upp
gávan hjá ovastu leiðsluni
og landsstýrismanninum er
ikki at ráða, men at leiða hesi
sjálvleiðandi starvsfólk, sum
er ein stór og leiðslufakliga
krevjandi uppgáva.
Ongin serlækni,
onki tilboð
Hornasteinurin í sjúkrahús
verkinum eru serlæknarnir,
sum útgreina og viðgera
sjúklingar. Við ongum ser
lækna, onki tilboð, so einfalt
er tað. Avbjóðingin er, eins og
í øðrum útjaðarum, at halda
uppá
verandi
serlæknar,
at seta við, tá ið teir fara
frá fyri aldur, og at lokka
nýggjar og eldhugaðar ser
læknar hendan vegin. Men
tað mótsætta hendir. Ar
beiðsumstøðurnar
eru
ónøktandi vegna ovurhonds
stórt vaktartrýst og krøv um
sparingar, sum gera seg inn
á fakligheitina. Hetta hevur
mistrivnað og læknamangul
við sær, so kostnaðarmiklir
og óstøðugir konsulentar
røkja
uppgávurnar.
Slíkt
byggir ikki upp, men brýtir
niður okkara alra sjúkrahús.
Avleiðingarnar
rúgva seg upp
Vit hava sæð hópin av avleið
ingum síðstu tíðina. Fyri at
taka nøkur úr rúgvuni:
Giktalæknin og teir 1500
giktasjúklingarnir
hanga
framvegis í leysum lofti, eftir
at serlæknin á økinum hevur
givið skarvin yvir vegna ótol
andi arbeiðsumstøður, eitt
nú í mun at brúka neyðugan
heilivág.
Á Psykiatriska deplinum
valdar kaos, tí landsstýris
maðurin er farin út í eitt per
sónligt vandetta móti eldhug
aða
yvirlæknanum,
sum
dittaði sær at fara alment
út um ótolandi støðuna, ikki
minst fíggjarstøðuna, á depli
num.
Kvinnur hava í fleiri mán
aðir verið vendar í hurðini á
Landssjúkrahúsinum, hóast
kommunulæknin
hevur
sent tær til mammografi.
Hetta, hóast vit í miðal missa
7 kvinnur árliga av bróst
krabba, og at fortreytin fyri
bata er, at krabbin verður
staðfestur tíðliga. Nýggju
og herdu leiðreglurnar eru
sum skilst avleiðingin av, at
serlæknar vanta í á røntgen
økinum.
Bíðitíðin at sleppa framat
til eygnalækna og neurolog
er áleið eitt ár. Hóast mælt
verður til fimm serlæknar
innan gynokologi (kvinnu
sjúkur og føðihjálp) eru bert
tveir. Hesir báðir skiftast
um at hava samdøgursvakt
aðruhvørja viku árið runt –
hvør familja heldur til tað í
longdini?
Enn hevur tað ikki verið
alment, men tað sigst nú,
at frá í summar er ongin
ortopædkirurgur (beinbrot,
krossbond,
hendur,
føtur
o.l) á Landssjúkrahúsinum
longur. Ein fer frá fyri aldur,
ein stórur kapasitetur rýmdi
herfyri vegna vánaligar ar
beiðsumstøður, og av somu or
søkum leitar nýggi ortopæd
kirurgurin nú eisini burtur
– saman við konu síni, sum
er nýsettur barnapsykiatari
á Psykiatriska deplinum!
Sostatt missa vit ikki bara
ortopædkirugin, men eisini
nýggja serlæknan í barna
psykiatri, av berum kleyvar
skapi!
Fáa nógvar áheitanir
Landssjúkrahúsið er ein stór
og komplex organisatión, við
nógvum aktørum og áhuga
málum. Í Trivnaðarnevnd
Løgtingsins kenna vit sjálv
andi ikki smálutirnar. Okk
ara tættasta samband við
heilsuverkið er gjøgnum tær
mongu áheitanir vit dag og
dagliga fáa, bæði frá sjúk
lingum, avvarðandi og starvs
fólkum, sum heldur fara til
okkara enn til miðlarnar
av ótta fyri avleiðingunum.
Eisini siga starvsfólk seg
hava kært sína neyð á røttum
stað, og lesandi hava gjørt
kanningar, men hesi kenna
seg hvørki hoyrd, sædd ella
vird.
Samanumtikið eru signal
ini frá sperdu heimildarfólk
unum vantandi samskifti og
vantandi virðing fyri faklig
heitini, veik leiðsla, detail
stýring
og
skrásetingar
ørskapur - og so sjálvandi
eisini vantandi fígging. Alt
slíkt, sum fær kompetent
og ambitiøs starvsfólk at
umhugsa at leita sær aðrar
leiðir, har orkan fer til at
tryggja lívskvalitet og at
bjarga mannalívum – og ikki
til at liggja støðugum stríði
við fólkini omanfyri, sum av
røttum áttu at skipa nøktandi
arbeiðsumstøður og skapa
smidligar arbeiðsgongdir.
Soleiðis er dagsins veru
leiki, sum vit, ið eru vald at
umboða fólkið í Føroyum,
hava skyldu at taka í álvara.
Máttloysi valdar
Men hvør hevur ábyrgdina
av støðuni? Onkur skyldar
uppá serlæknarnar, sum í
tí samanhanginum verða
róptir kongar við hvør sín
um kongaríki. Onnur geva,
av órøttum, teimum trimum
sjúkrahúsunum skyldina. Og
so hava vit tey afturvend
andi á ovastu rók, sum hava
fragd av at sparka niðureftir
á leiðslurnar, sum eru um at
ganga av verðini, tí játtanin
røkkur
ikki
til
krøvini.
Ivaleyst hava øll hesi síni
áhugamál at røkja, og eisini
síni boð uppá loysnir. Men,
eins og restin av Føroya
fólki, eru tey øll somul offur
fyri
politiskum
visjóns
loysi og máttloysi. Einum
myndugleika, sum hvørki
megnar at stinga út í kortið
eina strategi fyri, hvussu vit
skipa sjúkrahúsini framyvir,
ella fyri, hvussu vit gera tað
lokkandi at starvast sum
serlækni í føroyska sjúkra
húsverkinum. Alt slík, sum
landsstýrismaðurin
hevur
lovað – og útsett - síðan hann
setti seg í heita stólin úti á
Eirargarði.
Men fremstu ábyrgdina
hevur samgongan hjá lands
stýrismanninum, sum stútt
og støðugt hevur niðurlagað
rakstrarjáttanina til sjúkra
húsverkið, síðan hon kom
til. Eitt nú er játtanin til
Landssjúkrahúsið
nærum
óbroytt síðan 2009 áleið 400
mió. kr. árliga. Nullvøkstur
fleiri ár á rað hevur sjálvandi
avleiðingar, og merkir í hes
um førinum ítøkiliga áleið
20 ársverk og læknatrot.
Slíkt skapar mistrivnað og
maktstríð innanhýsis, sum
so aftur kann elva til, at
útisetar aftra seg við at søkja
hendanvegin í funktiónirnar,
sum nú verða riknar av dýr
um konsulentum. Ein ónd
ringrás.
Skeivur heilivágur
Heilivágurin frá høgravong
inum er til allar tíðir spar
ingar í tí almenna, skatta
lættar til tey ríkastu og
privatiseringar. ”Skal hallið
burtur, mugu vit spara” er
parolan hjá Sambandsflokk
inum, Fólkaflokkinum og
Miðflokkinum. Men nei góða
samgonga. Ikki vinna tit á
nøkrum halli við at niður
pína heilsuverkið, bulin í
vælferðarsamfelagnum,
sum grøðir fólk til arbeiðis
aftur, sum skapar tryggleika,
lívsgóðsku og góða heilsu.
Tað er ikki í mammografiini,
á giktaøkinum, í psykiatriini,
í gynokologiini ella á skurð
deildini, at tit finna avlop
og vøkstur. Tað er hinvegin
við einum haldførum og út
javnandi fíggjarpolitikki, har
lág- og miðallønt fáa størri
keypiorku, og einum vinnu
politikki, sum letur okkara
alra náttúrugivna tilfeingið
koma øllum til góðar. Men
tit hava valt tykkara leið, hon
sum eitur skattalættar til
tey ríkastu og burturluting
av fólksins ogn. Og skilið er
hareftir.
So kanska onkur tykkara
sendir boð eftir einum lækna
til Landssjúkrahúsið, tí har
er støðan akutt!
Sosialurin
Tekna teg sum haldara fyri einans
kr. 380,- um ársfjórðingin
haldaralepi
Boks 76, FO-110 Tórshavn
Ja takk!
Eg ynski at tekna meg sum haldara av nýggja Sosialinum,
og fái blaðið borið út tríggjar ferðir um vikuna
Navn:
Bústaður:
Telefon:
teldupost:
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
kjak