týsdagur 20. januar 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. januar 2015 · Nr. 8
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Annika Kunoy Im
– Vit ætlaðu ikki at gera eina
Ævintýraferð afturat, men
vit hava longst so illa eftir
hvørjum øðrum, siga teir
báðir Dánjal á Neystabø og
Búi Dam, aka, Búi Sibbidibbi
dimdimdubadabadam
og
Dánjal
Kagadingdingkaga
dingdingkagadum.
Nú eru teir aftur á ferð, og
hendan er áttanda í røðini.
Hesaferð liggur betur fyri at
arbeiða saman, tí báðir eru
teir staddir í Føroyum, og tað
er ikki so ofta, at so er.
Teir gjørdu av at seta seg
aftur við hesi verkætlanini í
summar, og í desember í fjør,
tá Búi kom aftur úr India,
settu teir seg niður at ar
beiða.
Tilgongdin fer tó fram í
høvdinum alla tíðina, sigur
Búi, og samanber tað við eina
hugsiveitslu. Og við orðinum
»hugsiveitsla« loypur hann
beinleiðis í arbeiðssetningin
fyri nýggju ævintýrferðina.
Kærleikin er
grundarlagið
Hugsiveitslan snýr seg eisini
um kærleika. Orðið, sum er
grundarsteinurin í tilveruni,
kann hava týdning á nógv
um ymiskum økjum, siga
teir. Til dømis var Búi kedd
ur nokkso leingi, og tað sum
gjørdi, at hann bleiv glaður
og fekk hug til syngja og
spæla aftur, var kærleikin.
Millum annað kærleikin frá
Dánjali, sigur hann. Nýggja
ævintýraferðin er nokkso
rótfest í hesum, at kærleikin
er ein hjálpari. Kærleikin er
persónligur, sjálvsagt, men
hann er eisini eitt universalt
evni, og hann er meir við
komandi
enn
nakrantíð,
sigur Dánjal.
Nýggir spurningar
við Einstein
Út frá hesum evnunum um
kærleika og hugsiveitsluna
komu teir fram á ein persón
í heimssøguni, sum dugdi
allar best at finna uppá, og
hesin var Albert Einstein.
Hugsanir hansara hava teir
so nýtt til íblástur til nýggju
ævintýraferðina.
– Har komu vit so til
linjuna, »Kann man elska
Einstein, ella kann man elska
ein stein?«
Tí hann er persónurin,
sum hevur hugsað teir stutt
ligastu tankarnir, sum sjálv
andi ongin skilur, siga teir.
Við hesum íblástrinum
tora teir at spyrja nýggjar
spurningar, sum eingin hev
ur spurt fyrr.
Á ein hátt kann Albert
Einstein eisini verða kallaður
ein listamaður, tí hann hevur
orðað ótrúliga flott svar til
flottar spurningar, greiða
teir báðir frá. Eitt dømi
um hetta er spurningurin,
hvørt ein kann fanga ljósið.
Einstein
svarar
sjálvandi
meir ítøkiligt enn vit gera,
sigur Dánjal. Men tað er
tað sama við list, leggur
Búi afturat, tað er ítøkiligt
fyri ein sum meg at síggja
abstrakta list, tí eg skilji, hvat
listamaðurin fer ígjøgnum.
Ein fær nógv burtur úr
spurningum, sum ein ikki
skilur, og listin hevði steðgað
upp, um nýggir spurningar
ikki vórðu spurdir, siga teir.
Við tíðini varð Einstein
alsamt meir filosofiskur og
segði ofta, at vit skulu øll
elska hvønn annan, siga teir
báðir.
Tað er djarvt at elska
Spurdir um hetta ikki er eitt
sindur naivt, siga teir báðir
»nei« í kór.
– Hetta er djarvt. Tað
kann samanberast við eitt
kjak, har tað er nemmari at
elva til ræðslu í fólki enn
at forklára menniskjaliga
sjónarhornið, sum eyðsýnt
er meir torgreitt. Tað er meir
torgreitt at forklára, at um
tú elskar onkran, so fer hann
eisini at elska teg, men tað er
djarvari. Tað er djarvari at
veruliga gera sær ómak at
svara spurningunum, sum
spurdir verða, sigur Dánjal.
Og at skilja, at tað góða
býr í øllum menniskjum,
sum kristindómurin eisini
leggur upp til. Kærleikin er
praktiskur, og ikki naivur
og háfloygdur, sum eg eisini
kendi, tá eg var keddur. Meiri
fólk eg elski, betri havi eg tað
sjálvur, leggur Búi afturat.
Ævintýraferðin snýr seg
eisini um hendan kærleikan,
sum tú uppbyggir saman við
einum øðrum menniskja,
sigur Búi.
– Dánjal og eg elska hvønn
annan, og tann kærleikin er
konkretur!
Tilgongdin
er endamálið
Hetta evnið, »kærleiki«, er
evnið teir báðir handan
ævintýraferðina
hava
granskað – og ikki eitt enda
mál í sjálvum sær. Dánjal
greiðir frá, at um endamálið
hevur størri týdning enn til
gongdin, so er boðskapurin
vilstur. Teir hava heldur ikki
bundna lýsing av,
hvat
kærleikin
er, og kunnu tí
ikki leggja hann
fram fyri børn
ini sum nakað
ítøkiligt. Hann
er meir marg
faldur enn so.
Búi sigur, at
hetta er, sum
tá
Einstein
ikki
kundi
fortelja okk
um,
hvussu
alheimurin
virkar. Hóast
hann hevði
granskað al
heimin
alt
lív sítt, so
bar tað ikki
til at for
klára, men
í s t a ð i n
legði hann
h u g s k o t
síni fram.
hugsi
veitsla
á ferð
»Kann man elska Einstein, ella kann man elska ein stein?« Barnafilosofiskir
spurningar um kærleika, vitan, barnsligheit og ítøkiligheit stinga seg upp á nýggu,
áhugaverdu ævintýraferðini hjá duoini Dánjali á Neystabø og Búa Dam