Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 21. januar 2015 · Nr. 8 meldurin Tvívegis samskifti Tá teir báðir sita og arbeiða við at evna nýtt tilfar, so leita teir eftir onkrum, sum kann seta tankarnar í gongd hjá børnunum, siga teir. Teir halda tað verða áhuga­vert at finna fram til hvat børn­ ini skilja, tá tey ikki skilja tað teir royna at siga. Dánjal og Búi byrjaðu at gera ævin­ týra­ferðir í 2003, og síðani tá hava teir granskað og funn­ið fram til, hvat riggar og ikki. Teir síggja av roynd­ um, hvussu børnini taka við tilfarinum og hoyra eis­ ini frá foreldrunum, hvat ávirk­aði tey. Aftur her ligg­ ur týdning­urin ikki í at fáa børn­ini at hugsa nakað ser­ stakt, tí endamálið er bert at geva teimum íblástur. Tó, so er samskifti í ævin­ týraferðinum hjá Dánjali og Búa tvívegis. – Vit hava havt fyri eyga, at tað skal vera interaktivt, og børnini skulu vera partur av ferðini og hava møguleika til at taka okkurt heim við sær. Tað er ein á h u g a ­v e r d ­ ur hátt­ur at byggja upp fram­førsl­ una, greið­ ir Dánjal frá. Teir skapa ein skrokk, og hann ger, at tá tú fert g j ø g n ­ um fram­ førsl­una frá ein­ um enda í ann­an, so er ífyllan ikki neyð­turv­illiga tann sama hvørja ferð. Tað eru opin ele­ment­ir í fram­ førsl­uni, og teir hava fleiri søg­ur klár­ar. Eis­ ini hava sang­ir­nir ele­ mentir, har teir spyrja børn­ini spurn­ing­ar og síðani lofta svar­inum, og so fer tann sang­urin tann vegin. So ar­beiða teir við at gera yvir­gang­ir­nir góðar so­leiðis, at teir allíka­væl av­gera hvønn veg fram­sýn­ ingin fer, sigur Dánjal. – Hetta hevur eisini givið okkum íblástur, sigur Búi, og onkuntíð hava børnini givið okkum okkurt, sum vit so hava nýtt í næstu sýning. Hug­skotini hjá børnunum eru ofta vill og »einsteinslig«. Sovorðið, sum ein rationellur vaksin persónur ongantíð kann hugsa seg til. Hetta hevur givið okkum íblástur gjøgn­um nógv ár og hjálpt okkum at skapa hetta filo­ sof­iska elementið. Børn seta ting saman uppá ein annan máta enn vaksin, og tey hava lært okkum nógv, sigur Búi. Ein avbjóðing í eini slíkari interaktivari framførslu er at skapa eitt trygt umhvørvi og stýra showinum. Øllum børn­um dáma ikki at tað larmar alla tíðina, og tí stilla teir eisini javnan til frið. Teir hava lagt seg eftir fjølbroytni og fáa við hesum børnini at sita pinnastill, lurta og bíða. – Hetta hava vit eisini øvað okkum í. Tú fært ikki bara friðin við at siga, »tig!« Tað er nakað, vit nátúrliga hava útviklað, siga teir. Men tá mugu teir verða tilvitaðir og til staðar, tí børn­ini eru erlig. Hevur annar teirra ein ringan dag – ella onkursvegna er ør­kyml­ aður, so uppdaga børnini tað skjótt, byrja at tosa við síðu­ mannin ella finna sær eitt leika. Einstein hevur víðkað ævintýrferðina Av tí at Einstein hevur otað seg meir og meir inn á hesa áttandu ævintýraferðina, so verður hon eisini meir áhuga­verd, halda teir. Eitt nú fáa sangirnir, við hesum, trý ele­ment. Ístaðin fyri at hava eitt barna-element og eitt vaksmanna-element er nú eisini eitt element, sum ongin skilur. Eitt dømi upp á hetta er, tá Albert Einstein sigur, at tíðin er ein uppspunnin villingar­sjón. Hon er eitt hugsað hugtak, og kann upp­ livast upp á alskyns mátar. Hetta hava vit vaksnu skil uppá onkursvegna, men Ein­ stein hevur roknað tað út og prógv­ar tað við tølum. Ta út­ rokning­ina skilja vit ikki! Við hesum verður framsyningin fyrst var tað barnslig, síðani abstrakt fyri vaksin fólk, og síðani heilt konkret aftur, greiða teir frá. Hetta fær tey vaksnu at flenna, og tí fara børnini eis­ini at flenna. Børn halda, at tað er so deiligt, tá tey vaksnu flenna, tí tey vaksnu koma inn í teirra alheim, og tað blíva tey glað fyri, siga teir til endans. annika@sosialurin.fo Tað skal vera inter­ aktivt, og børnini skulu vera partur av ferðini – Dánjal og eg elska hvønn annan, og tann kærleikin er konkretur! Mynd: Sigmar Mørkøre