týsdagur 20. januar 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 4 l 19. januar 2015
10
vikutíðindi
Ólavur Waag Høgnesen
Tað sigur 82 ára gamli Jósvein á Hædd.
Hvønn leygarmorgun svimja hann og
konan Lillan saman við fleiri øðrum
Hvønn leygarmorgun millum kl.
9 og 10 fara 20-25 pensiónistar útí
í svimjihøllini í Klaksvík. Millum tey
trúfastastu eru Lillan og Jósvein á
Hædd. Jósvein, sum stundar til tey 83,
sigur, at honum hevur altíð dámt væl
at svomið. Hann greiðir frá, at nógv
varð svomið í barnaárunum, bæði í
hylunum úti í Grøv og á Borðoyarvík.
Fastir fúsir úti Grøv
– Vit vóru nakrir vágsheygadreingir,
sum trúliga vóru úti Grøv. Umframt
meg, so vóru tað John Matras, Eli
Mikkelsen, Alex Sólstein, Jóan Magnus
Johannesen og Ove Frederiksen og
helst onkur aftrat, sigur Jósvein.
Mest varð svomið í hylinum, men
tað var ikki óvanligt at skifta ímillum
at svimja í hylinum og at svimja á sjó
num.
Skúlin legði stóran dent á svimj
ingina, og Hákun Djurhuus var svimji
lærari hjá Jósvein og teimum. Oftast
varð svomið í hylinum.
– Men viðhvørt var farið á Hellis
enda. Klæðini á helluna, kavaðu so av
stabbanum har og svumu inn til kaiina
og aftur á Hellisenda. Tað passaði við
skúlatíman. So í aftur spjarrarnar og í
skúlan, sigur Jósvein.
Tók hægsta svimjimerkið
– Eg haldi ikki, at eg sigi ov nógv, tá ið
eg sigi, at eg var í betra endanum, tá
ið tað kom til svimjing, sigur Jósvein,
ið fekk øll trý svimjimerkini, sum tað
æt.
Tað lægsta var A- og tað hægsta
var C-merkið.
– Tá ið man tók C-merkið, so skuldi
man kava, og eisini bjarga einum. Úti
við bunkarendan stóð ein mina frá
krígnum, og av henni kavaði man,
greiðir Jósvein frá.
Kundi endað heilt galið
Eina ferð var brúk fyri at duga at
bjarga.
– Eg mundi vera 11-12 ára gamal,
og ein, sum var um tvey ár eldri, kom
illa fyri úti í hylinum, hann fekk ikki
luft og panikkur kom í hann. Eg leyp
úti og fekk fatur á honum. Men hann
treiv eisini í meg – hann var størri og
sterkari enn eg, og hartil leikaði hann
óður í ørviti, so vit mundu báðir komið
illa fyri, men eg fekk so drigið hann
inn ímóti hyljarkantinum, har Niels
Michael Knudsen fekk fatur í hann,
minnist Jósvein.
Niels Michael var einasti vaksni
persónur harúti tá.
– Tá var eg illa skølsettur, tí tað
kundi endað heilt galið, tók Niels
Michael ikki um endan tá, sigur Jó
svein.
»Svimjingin betýðir alt!«
Leygardagssvimjingin er meira rólig,
flennur hann. Tá ið eg spyrji hann,
hvat svimjingin hevur at siga fyri tey
bæði, hann og konuna, so er hann
skjótur at svara:
– Tað betýðir alt! Man fært rørt seg
og brúkt allan kroppin, man kemur
millum fólk, og aftaná, so fær man
mangan eitt gott prát í hitarúminum.
Um alt møguligt! Vinnulív, politikk,
lokal viðurskifti og onkra góða søgu
eisini … men tá ið prátið kemur inn á
KÍ og fótbólt, tá eri eg langt off-side,
flennir Jósvein.
– Vit ganga eisini nógv, og serliga
Lillan er ófør til tað. Gongutúrarnir eru
góðir, og svimjingin er eitt fínt punkt
um fyri vikuna, tá ið tað kemur til at
halda seg í gongd, sigur Jósvein.
Eitt vælsignilsi fyri bygdina
Inntil fyri einum tveimum árum síðani
svumu Lillan og Jósvein 2-3 feðir um
vikuna. Tey bæði eru samd um, at tá
ið svimjihøllin kom í 1974, so var tað
eitt stórt frambrot. Nú hon er sett í
sera góðan stand og mangt er komið
aftrat, er hon sannur fongur fyri bæði
ung og gomul.
Vit eru ógvuliga glað fyri svimji
høllina og góð við hana eisini, ikki
minst tí starvsfólkini altíð eru so blíð.
Svimjihøllin er eitt vælsignilsi fyri
bygdina, og eisini fyri eysturoyingar
og onnur við, sum brúka hana nógv,
siga Lillan og Jósvein at enda.
olavurwaag@gmail.com
Ogn Mikkjal Joensen í Norðurstovu
– Svimjingin betýðir alt!
– Mótsett fyrr, tá ið man arbeiddi, so hevur
man ov mikið av tíð nú. Tað er umráðandi
at fáa rørt seg og at hava samband við
onnur, siga Lillan og Jósvein á Hædd
Mynd: Per á Hædd