Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-20, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2015síða 43

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 4 l 19. januar 2015 11 Vikutema Saksun. Mynd: Sigmar Mørkøre Sundalagsfólk skrivaðu søgu við samanlegging Vilmund Jacobsen Sum serblaðið vísir, er nógv hent í Sunda kommunu hesi árini, og alt bendir á, at kommunan er í støðugari menning og vøkstri. Børnini í Sundalagnum hava tað gott, tey ungu hava tað gott, nógv virksemi er kring um í økinum, og tey gomlu hava tað gott. Sunda kommuna hevur eina vælvirkandi umsiting við dugnaligum starvs-og arbeiðsfólki, og kommunan letur dyrnar upp fyri tilflytarum og fólki annars, sum hava hug at steðga í fjølbroytta handilsøkinum við Norð­ skála. Mentanarlívið, sum kommunan fegnast um og stuðlar fíggjarliga, stór­trívist, og fólk kring um í bygd­ unum eru bjartskygd og positiv um framtíðina. Tað skerst ikki burtur, at fólkið í Sunda kommunu skrivaði søgu, tá seks kommunur - sjálvbodnar - løgdu sam­an í eina kommunu fyri tíggju árum síðan. Í Vikublaðnum í dag er serblað um Sunda kommunu, sum nú hevur tíggju ár á baki eftir fólkaatkvøðu í 2004 og samanlegging millum seks kommunur hin 1. januar í 2005 Sunda kommuna 10 ár 10 ár