týsdagur 20. januar 2015síða 44
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 4 l 19. januar 2015
12
Sunda kommuna 10 ár
Vikutema
Tað tú brennur fyri
er ikki strævið
Vilmund Jacobsen
Samstarvið millum kommunurnar í
Sundalagnum, sum seinastu tíggju
árini hava ligið saman í einari komm
unu, byrjaði langt afturi í tíðini - ja,
heilt afturi í byrjanini av sjeytiárunum.
Samstarvið byrjaði við Felagsskúl
anum á Oyrarbakka, og tað var serliga
skúlatíðin og ítróttarliga virksemið í
økinum, sum knýtti ungdómin saman
– heilt úr Kollafirði og norðureftir.
Heðin Zachariasen, borgarstjóri í
Sunda kommunu, sigur, at tá brúgvin
um Streymin var í stoypiskeiðini tíð
liga í sjeytiárunum, og Felagsskúlin á
Oyrarbakka varð bygdur um somu tíð,
læt hetta upp nýggjar møguleikar fyri
øktum samstarvi í økinum.
– Kommunurnar, sum í dag eru við
í Sunda kommunu, vóru tíðliga í tíð
ini eisini saman um sløkkiliðið, eins
og kommunurnar vóru saman um ein
kommunufelagsskap og felags um
hvørvisnevnd.
Úrslit av
samstarvi
Borgarstjórin vísir á, at Sunda komm
una soleiðis er úrslit av einum
áralongum samstarvi millum komm
unurnar í Sundalagnum gjøgnum í
mong ár.
– Talan var tá um Hósvíkar-, Hval
víkar-, Haldarsvíkar- og Sunda komm
unur. Í 2003 varð hildið, at tíðin var
búgvin til at leggja saman í eina felags
kommunu saman við bygdunum,
Gjógv og Saksun. Við fólkaatkvøðu í
øllum bygdum var uppskotið um sam
anlegging samtykt og 1. januar 2005
fór nýggja kommunan, sum nú hevur
tíggju ár á baki, til verka.
Heðin vísir á, at við samanløgdu
Sunda kommunu er høvuðsætlanin,
at Sundalagið skal taka tey tungu
tøkini í felag.
– Málið er, at alt økið skal menn
ast eftir einari miðvísari ætlan, sum
kommunan setir út í kortið, og soleiðis
er støðið lagt undir eina menningartil
gongd, ið svarar til tey krøv, sum sam
tíðin setir, leggur hann aftrat.
Væl
fyrireikað
Borgarstjórin í Sunda kommunu sigur,
at arbeiðið við samanleggingini var
væl fyrireikað, og gjørt varð greitt, at
– Eg haldi, at Sunda kommuna hevur eina ógvuliga bjarta framtíð. Vit hava eina vælvirkandi
kommunu, sum bæði fíggjarliga og umsitingarliga er væl fyri. Eg havi ta kenslu, at fólkið
kring um í bygdunum er ógvuliga positivt, og at tey hava tikið samanløgdu kommununa
til sín frá fyrsta degi, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu
– Eg havi ta kenslu, at fólkið í økinum er ógvuliga positivt, og at tey hava tikið samanløgdu kommununa
til sín frá fyrsta degi, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjórin í Sunda kommunu.