týsdagur 20. januar 2015síða 45
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 4 l 19. januar 2015
13
Sunda kommuna 10 ár
Vikutema
– Eg haldi, at Sunda kommuna hevur eina ógvuliga bjarta framtíð. Vit hava eina vælvirkandi kommunu, sum bæði fíggjarliga og umsitingarliga er væl fyri, sigur Heðin Zachariasen
fyri at leggja kommunurnar í økinum
saman, skuldi meirilutin fyri saman
legging verða yvir 70%.
– Eg haldi, at tað var eitt rættiligt
bragd, at seks kommunur soleiðis av
sær sjálvum løgdu saman í eina, og
at meirilutin fyri samanlegging var
umleið 80%, undantikið í Hósvík, har
meirilutin á seinni fólkaatkvøðuni var
tepur.
Heðin Zachariasen sigur, at tá
borgarafundur var í Hvalvíkar komm
unu gjørdi hann greitt, at tað bara
bleiv tann eina fólkaatkvøðan í val
skeiðnum. Soleiðis fór ikki at bera til
at koma aftur um aftur og hava eina
nýggja fólkaatkvøðu – antin fólk fóru
at atkvøða ja ella nei.
– Eg segði eisini, at um fólk fóru at
atkvøða ja, sum eg mælti teimum til,
fór heldur ikki at bera til at koma aftur
um aftur og biðja um, at kommun
urnar vórðu loystar sundur aftur. Tað
fór soleiðis ikki at nytta at angra eina
avgerð. Mín boðskapur um saman
legging var púra greiður, og tá úrslitið
av fólkaatkvøðuni í okkara kommunu
fyrilá, høvdu umleið 80% atkvøtt fyri
samanlegging.
Ikki strævið
Heðin Zachariasen sigur, at tíðin sum
borgarstjóri í nýggju Sunda komm
unu hevur ikki kenst strævin, tó at
rættiliga nógv hevur verið at gera.
Hetta hevur verið ein ógvuliga áhuga
verd og spennandi tíð, har nógv er
hent og nógv er gjørt.
– Eg havi viljað hetta, og eg havi
tímað hetta. Tað, tú tímir, fellir ikki
strævið. Eg vildi eisini royna at prógva
tað, eg yvir fyri fólkinum í gomlu Hval
víkar kommunu hevði sagt meg trúgva
uppá.
Heðin varð valdur í Hvalvíkar
kommunu longu í 1992, og hann var
eisini seinasti borgarstjóri í gomlu
Hvalvíkar kommunu.
– Eg gjørdist fyrsti borgarstjóri í
nýggju Sunda kommunu og sat tey
fyrstu fýra árini. Næsta skeiðið stillaði
eg ikki uppaftur, men tá farast skuldi
undir triðja skeiðið, valdi eg at venda
aftur og stilla uppaftur. Eg ætlaði
mær faktiskt ikki at stilla uppaftur,
men tá tú fyrst fært tað í blóðið, er
trupult at gevast, og tí siti eg aftur
sum borgarstjóri í Sunda kommunu nú
á øðrum skeiði.
Hann sigur, at sum borgarstjóri
hevur tú tað at gera, sum tú sjálvur
ynskir at hava at gera - alt eftir, hvat
tú vilt og ert tendraður til.
Vælvirkandi kommuna
Heðin Zachariasen sigur, at Sunda
kommuna er ein vælvirkandi komm
una.
– Vit hava eisini brúkt nógva tíð og
orku upp á at fáa borgararnar kring
um í bygdunum at føla, at tey eru ein
partur av kommununi, og at tey eru
ein partur av teimum avgerðum, sum
verða tiknar. Vit, sum sita í býráðnum,
eru her fyri at menna og styrkja økið
og koma við nýggjum møguleikum.
Neyðugt er alla tíðina at byggja víðari.
Borgarstjórin vísir á, hvussu um
ráðandi tað er, at peningur er til íløg
ur, tí tað eru íløgurnar sum skapa
nýggj virði og nýggjar møguleikar,
bæði á ein og annan hátt.
– Pengarnir, sum vit arbeiða við,
eru ikki okkara. Hetta eiga vit, sum
sita í býráðnum, altíð at hava í huga
og hava virðing fyri.
Heðin Zachariasen vísir á, at sum
borgarstjóri hevur hann ta grund
leggjandi meining, at eitt kommunal
politiskt starv altíð er upp á lænta tíð.
– Tú verður valdur fyri fýra ár í
senn og teir pengar, sum vit eru vald
at disponera yvir, eru pengarnir hjá
fólkinum. Tað, sum gjørt verður, skal
gagna fólkinum og koma økinum til
góðar. Hetta er í mínum hugaheimi
ógvuliga grundleggjandi.
Savnandi persónur
Eitt starv sum borgarstjóri eigur eftir
Heðin’sa tykki at vera leiðandi - og
ikki minst savnandi. Tú skalt arbeiða
fyri alt økið og fáa fólkið og aðrar
býráðslimir at føla, at tey eru við og
gera mun.
– Øll skulu føla, at tey eru við í
teimum avgerðum, sum tiknar verða,
og øll skulu føla, at tey eru við til at
mynda framtíðina.
Sum borgarstjóri eigur tú at brúka
títt mandat, men tað skal ikki mis
brúkast.
Heðin Zachariasen sigur, at allir
borgarar, sum hava eitt hvørt upp
á hjarta, skulu føla seg væl, tá teir
koma til kommununa - antin ørindini
eru eitt ella eitt annað.
– Tað er ikki altíð, at onnur halda
tað sama, sum tú heldur, og tú eigur
at tola, at onnur eisini sleppa at seta
síni fingramerki á avgerðirnar. Tá eitt
mál er liðugt, verður farið til næsta
mál, og tað er ein styrki at kunna til
laga seg øðrum enn bara tær sjálvum.
Heðin heldur, at tað ikki minst er
umráðandi hjá einum borgarstjóra at
vera opin og erligur.
Hvør er framtíðin?
– Eg haldi, at Sunda kommuna hevur
eina ógvuliga bjarta framtíð. Vit hava
eina vælvirkandi kommunu, sum bæði
fíggjarliga og umsitingarliga er væl
fyri. Eg havi ta kenslu, at fólkið í økin
um er ógvuliga positivt, og at tey hava
tikið samanløgdu kommununa til sín
frá fyrsta degi.
Heðin Zachariasen heldur, at tað
ikki minst er fólkinum kring um í bygd
unum fyri at takka, at alt hevur gingið
so væl.
– Eg havi fólkinum og teimum, eg
havi sitið í býráðnum saman við – eins
og okkara góðu og dugnaligu umsit
ing og starvsfólkum annars - alt fyri
at takka, sigur borgarstjórin í Sunda
kommunu.