týsdagur 20. januar 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 4 l 19. januar 2015
14
Sunda kommuna 10 ár
Vikutema
Sæð í bakspegilinum var
tað rætt at leggja saman
Vilmund Jacobsen
– Nei, eg var ikki fyri samanlegging,
men vit tosaðu ikki nógv í kommununi
um tann spurningin, og eg haldi
heldur ikki, at so nógv varð tosað
um spurningin millum fólk. Málið
gekk bara sína gongd. Vit høvdu ein
kunningarfund í Avhaldshúsinum í
Haldarsvík, har væl av fólki møtti. Tá
fólkaatkvøðan kom, vísti tað seg, at
stórur meiriluti av fólkinum í komm
ununi var fyri at leggja saman. Men,
tað tók eg mær slett ikki nær.
Tað sigur Poul Grunnveit, sum í
fleiri ár var bygdaráðslimur og seinasti
borgarstjóri í gomlu Haldarsvíkar
kommunu, sum fevndi um Haldarsvík,
Tjørnuvík og Langasand.
Visti hvat var
Spurdur, hví hann ikki var fyri saman
legging, svarar Poul nakað soleiðis:
– Eg trúgvi, at tað hevði nakað við
aldurin at gera. Eg var komin nakað
til árs, og kanska liggur tað til aldurin
at gerast meira varin og at vilja halda
upp á tað sum er. Ivaleyst hugsaði
eg, at eg visti, hvat vit høvdu, men eg
visti ikki, hvat vit fóru at fáa í einari
samanlegging.
Tá vit skifta orð við Poul Grunn
veit er hann hin sami, blídligi og fyri
komandi maðurin, sum hann altíð var,
tá tú sum fjølmiðlamaður í sínari tíð
hevði við hann at gera sum borgar
stjóri ella virkisleiðari á fiskavirkinum
í Haldarsvík.
Stille og roligt
– Eg haldi ikki, at spurningurin um
samanlegging fylti so ógvuliga nógv
hjá mær, og eg minnist einki til, at
eg tók mær tað nær, tá ein stórur
meiriluti av fólkinum í kommununi tók
undir við at leggja saman.
Hann sigur, at sjálvur gekk hann
heldur ikki og agiteraði ímóti saman
legging.
– Hetta gekk bara sína gongd, og
eg haldi, at flestu av okkum í bygda
ráðnum tóku tað bara stille og roligt,
og tað mundi meginparturin av fólk
inum í kommununi eisini gera.
Poul Grunnveit sigur, at hann
tó hevði ein varhuga av, at fólkið í
kommununi fór at atkvøða komm
ununa upp í Sunda kommunu, men
tað hevði hann tað heldur ikki serliga
ringt við.
Tað var rætt
Fyrrverandi borgarstjórin í Haldars
víkar kommunu heldur, at tá hugt verð
ur í bakspegilin, var tað rætt at leggja
kommunurnar í økinum saman.
– Vit høvdu felagskommununa,
sum vit eisini vóru partur av, og vit
høvdu umhvørvisnevndina, sum ser
liga tók sær av tekniskum málum og
umhvørvismálum í økinum. So, her var
nógv samstarv
Hann dylir tó ikki fyri, at hann tald
ist millum teirra, ið vóru ivingarsom
um samanlegging av kommununum í
eina kommunu.
Poul Grunnveit heldur, at soleiðis,
sum viðurskiftini í kommununum
eru í dag og havandi í huga tey krøv
og ábyrgdir, sum verða lagdar á
kommunurnar, hava smáu kommun
urnar ongan kjans.
– Mín niðurstøða er, nú Sunda
kommuna hevur 10 ár á baki, at tað
var rætt at leggja hesar kommunurnar,
sum frammanundan samstarvaðu á
fleiri økjum, sama í eina, sigur seinasti
borgarstjórin í gomlu Haldarsvíkar
kommunu.
– Eg var ikki fyri samanlegging, men eg tók mær tað heldur ikki nær, tá stórur meiriluti av fólkinum í Haldarsvíkar
kommunu atkvøddi fyri. Eftirtíðin hevur víst, at samanlegging var tað rætta, sigur Poul Grunnveit, sum var
borgarstjóri í Haldarsvíkar kommunu fyri samanleggingina í Sunda kommunu fyri tíggju árum síðan
Poul Grunnveit var í bygdaráðnum í Haldarsvíkar kommunu í
fleiri ár, og hann var eisini seinasti borgarstjórin í kommununi
Tað var ein stórur meiriluti
av fólkinum í Haldarsvíkar
kommunu, sum atkvøddi
fyri at leggja saman
við Sunda kommunu
Myndir: Sigmar Mørkøre