Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-20, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2015síða 47

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 4 l 19. januar 2015 15 Sunda kommuna 10 ár Vikutema Tað var ein røtt avgerð at leggja saman Vilmund Jacobsen Gjáar kommuna var partur av sam­ starvinum, sum var í felags­kommununi í Sundalagnum fyri fólkaatkvøðuna í 2004 og fyri samanleggingina í Sunda kommunu 1. januar í 2005. Sofus Johannesen, ið hevur verið býráðslimur í Sunda kommunu síðan sam­anleggingina, sat eisini fýra setur sum bygdarráðslimur í Gjáar komm­ unu, harav hann var borgarstjóri í næst­seinastu og seinastu setu fyri saman­leggingina. Broytti meining – Eg má viðganga, at eg upprunaliga ikki var heitur fyri samanlegging í eina kommunu, men sum tíðin leið, og eg sá, hvønn veg tað bar hjá okk­ ara kommunu, broyttist mín hugsan um samanlegging. Men, longu áðr­ enn fólkaatkvøðan stundaði til, og tá vit høvdu kunnandi fund fyri bygdar­ fólkinum um málið, mælti eg til at at­ kvøða fyri samanlegging. Sofus vísir á, at tað vóru nøkur ítøkilig viðurskifti sum gjørdu, at hann broytti meining um samanlegging. – Stutt fyri ætlaðu fólkaatkvøðuna varð skattalógin broytt soleiðis, at pen­sjónistar ikki longur skuldu skattast av grundupphæddini í fólka­ pensjónini. Í mun til fólkatalið høvdu vit so mikið nógvar pensjónistar í komm­ununi, at bara henda broyting hevði merkt eina minking á umleið 3% í skatta­inntøkunum. Haraftrat varð kommunu­stýrislógin broytt, soleiðis at bygdir við færri enn 100 íbúgvum nú bert skuldu hava trý fólk í bygdarráðum í mun til tey fimm, sum vóru frammanundan. Treytir og krøv Sofus Johannesen sigur, at ymiskar aðrar treytir eisini vórðu settar komm­ ununum um hetta mundið, og ein var, at bygdarráðsfundir fyri eitt heilt ár skuldu leggjast í eina skrá. – Vit høvdu ein sjómann í bygdar­ ráðnum, og tí var ikki so lætt at vita, nær hesin var heima. Hann kundi í prinsippinum mist hvønn fund, men soleiðis varð tað tó ikki. Sofus ásannar, at tað ber illa til hjá tveimum bygdarráðslimur at sita á kommunustýrisfundi, og tá við­ komandi sjómaður var burtur, skuldi næsta fólkið innkallast. – Nýggja kommunustýrislógin álegði eisini kommununum ymisk for­ mell krøv, og tað merkti, at umsitingin og kostnaðurin av umsitingini vaks. Hann vísir á, at tað vóru slík viður­ skifti sum hesi, ið gjørdu, at hansara meining um samanlegging broyttist. – Tað er greitt, at við broyttu umstøðunum hevði tað eisini verið ógvu­liga trupult at fingið líkinda sam­anhang í raksturin av Gjáar komm­unu, tó at kommunan undan saman­leggingini - eins og flestu aðrar kommunur í samstarvinum - var rími­ liga væl fyri, sigur Sofus Johanne­sen. Greiðir fyrimunir Gjáarmaðurin og býráðslimurin í Sunda kommunu heldur, at tað heilt greitt hevur havt sínar fyrimunir, at kommunurnar løgdu saman. – Á fólkaatkvøðuni tóku umleið 2/3 av íbúgvunum við Gjógv undir við samanleggingini, og ein slíkur meiriluti gjørdi tað sjálvsagt eisini lætt­ari at gerast aktivur partur í nýggju kommununi. Sofus Johannesen vísir á, at í ein­ um slíkum samstarvi, har nógv ymisk áhugamál skulu samansjóðast, fært tú ongantíð alt, sum tú ynskir tær. Tú noyðist viðhvørt at slaka - og í onkr­ um øðrum føri ganga tingini tær til vildar. Sum heild heldur býráðslimurin, at Gjógv hevur fingið sín part av “lag­ køkuni”, og í hesum sambandi nevnir hann eitt nú brúnna, sum er bygd nærindis Gjáargarði, smærri sethúsini, sum eigararnir tó sjálvir hava goldið fyri - og kampingøkið, sum upprunaliga varð ætlað til ídnaðarøki. – Skuldu vit sum kommuna borið hesi og onnur ting einsamallir, høvdu vit noyðst at savnað pening saman í fleiri ár. Sofus Johannesen heldur avgjørt, at fólk við Gjógv í dag høvdu angrað, um tey ikki á fólkaatkvøðuni í 2004 høvdu atkvøtt seg inn í nýggju komm­ ununa. – Sum heild haldi eg, at samstarvið í Sunda kommunu hesi tíggju árini hevur riggað væl, sigur gjáarmaðurin. Sofus Johannesen, sum í fleiri ár var borgarstjóri í Gjáar kommunu, var upprunaliga ikki heitur talsmaður fyri Sunda kommunu. Men broyttar umstøður gjørdu, at hann broytti meining, og tá atkvøtt varð um samanlegging í 2004, var hann greiður yvir, at Sunda kommuna var besta loysnin fyri Gjógv – Skuldu vit sum støk kommuna havt borið tær íløgur, sum eru gjørdar við Gjógv hesi árini, høvdu vit noyðst at savnað pening saman í fleiri ár, sigur Sofus Johannesen, býráðslimur í Sunda kommunu Mynd: Sigmar Mørkøre Sofus Johannesen hevur í nógv ár verið uppi í kommunalpolitkki, og seinastu tíggju árini hevur hann verið býráðslimur í Sunda kommunu