Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-20, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2015síða 50

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 4 l 19. januar 2015 18 Sunda kommuna 10 ár Vikutema – Eg kom í dýrastu neyð tá meiri- lutin segði nei til samanlegging Vilmund Jacobsen Tað var ikki bara stuttligt at vera borg­ arstjóri í Hósvíkar kommunu, tá ein lítil meiriluti av fólkinum á fólkaatkvøðu um samanlegging í mai mánaði í 2004 gjørdi av, at kommunan, sum hin einasta í økinum, ikki skuldi leggja saman við Sunda kommunu. Í øllum hinum kommununum, sum atkvøddu um samanleggin á fólka­ at­kvøðuni, var meirilutin lutfalsliga stórur. Men, var hetta ein ringur dagur í kommunalpolitiska lívinum hjá Jógvani Mørkøre, sum tá var borgarstjóri í Hósvíkar kommunu og heitasti tals­ maður fyri samanlegging, var tað honum og bygdarráðnum ein ógvuliga trupul avgerð at skriva út nýggja fólka­atkvøðu bara nakrar fáar mánaðir eftir, at hin fyrra hevði verið. Við seinnu fólkaatkvøðuna, sum var í september, fluttu nakrir veljarar í kommununi seg, soleiðis at ein lítil meiriluti nú var fyri samanlegging. Um hetta mundið hevði Jógvan Mørkøre sitið í Hósvíkar bygdarráð í 16 ár út í eitt, harav seinastu átta árini sum borgarstjóri. – Eg fór í svart – Skal eg vera púrasta erligur, kom eg í dýrastu neyð hetta kvøldið í mai, tá úrslitið fyrilá, og greitt var, at ein lítil meiriluti av borgarunum Hósvík høvdu atkvøtt ímóti samanlegging. Eg var ógvuliga vónbrotin - ja, eg kann næstan siga, at eg fór í svart. Fólk í Hósvík søgdu, at tey høvdu fingið ov lítið at vita um ætlaðu saman­legg­ ingina, men eg skilji ikki enn tann dag í dag, hvat tey stúrdu fyri at missa. Jógvan Mørkøre sigur, at tað var eitt samt bygdarráð, sum var fyri at leggja saman, og nú ein meiriluti av fólkinum hevði atkvøtt ímóti, høvdu fleiri bygdarráðslimir bara hug til at atkvøða málið ígjøgnum, sum bygdar­ ráðið eisini hevði fulla heimild til. – Fyri meg sum borgarstjóri var trupulleikin tann, at vit nú høvdu havt eina fólkaatkvøðu, har vit høvdu fingið ein meiriluta av fólkinum ímóti okkum. Saman við hinum í bygdarráðnum hevði eg kanska eisini bestan hugin bara at atkvøða málið ígjøgnum. Men, eg ráðførdi meg við Eyðbjørn Lar­sen, sum tá var løgfrøðingur hjá lands­ stýrinum. Eg spurdi hann, hvat bar til, og hvat eg sum borgarstjóri kundi gera. Tað var hann, sum í hesum sam­ bandi nevndi møguleikan við einari nýggj­ari fólkaatkvøðu. Eyðbjørn helt, at um vit bara fóru at atkvøða málið ígjøgnum í bygdarráðnum, sum vit annars høvdu fulla heimild til, fór eg sum borgarstjóri at fremja kommunal­ politiskt justitsmorð. Eg tók Eyð­bjørn upp á orðið, og eftir at fólk í bygdini høvdu savnað nóg mikið av undir­ skrift­um, samtykti bygdarráðið at halda eina nýggja fólkaatkvøðu um saman­legging. Jógvan Mørkøre sigur, at tað stóð ongastaðni í kommunulógini, hvussu long tíð skuldi verða millum tvær fólkaatkvøður um sama mál, og sjálvur heldur hann, at mátin, sum danir brúktu í spurninginum um ES, á ein hátt líka sum rættvísgjørdi at halda eina nýggja fólkaatkvøðu í Hósvík um samanlegging. – Í Danmark vóru í sínari tíð fólka­ atkvøður um ymisk fyrivarni í samband við ES-limaskapin, og tá fólkið segði nei, varð bara skipað fyri eini nýggjari fólkaatkvøðu, til fólkið at enda segði ja. Stóð einsamallur Jógvan Mørkøre endurtekur, at hann var ógvuliga vónbrotin og fullkomiliga sjokkeraður, sum hann tekur til, tá úrslitið av tí fyrru fólkaatkvøðuni fyri­ lá. – Ja, eg haldi ikki, at eg nakrantíð í lívinum havi verið so vónbrotin. Eg føldi, at tað, sum eg hevði brúkt so nógva tíð og orku upp á - og fyri lut­ fals­liga lítið - nú var farið í vaskið. Eg føldi, at eg hevði brúkt so nógva orku upp á at fáa bygdina og alt, sum her var, at fungera og nú stóð eg púrasta einsa­mallur og hevði ein meiriluta av fólk­inum ímóti mær. Í løtuni, tá úrslitið fyrilá, visti eg snøgt sagt ikki míni livandi ráð. Persónliga hevði eg ta kenslu, at nú mátti eg bara lata standa til, og fólkið í kommununi mátti bara klára seg sjálvt. Hann vísir á, at Hósvíkar kommuna um hetta mundið hevði bygt barnagarð, og at raksturin av barnagarðinum svar­aði til fíggjarætlanina - ella til tað, sum kommunan fekk inn í skatti. – Eg var púra greiður yvir, at hetta fór slett ikki at ganga, leggur hann aftrat. Ikki tí, sigur Jógvan Mørkøre, og vísir á, at Hósvíkar kommuna um hetta mundið var væl fyri og var ein komm­ una í góðum standi, tá hósvíkingar eins og fólk í øðrum kommunum í Sunda­lagnum fingu høvi at atkvøða um samanlegging. – Kanska var tað júst hetta, sum var trupulleikin - at kommunan hevði verið í góðum hondum og var væl­virk­ andi. Men, vit í bygdarráðnum hugdu longur fram í tíðina og dugdu væl at síggja teir fyrimunir, sum fóru at liggja í eini samanlegging. Vit høvdu nógv samstarv norður eftir, og eitt nú høvdu vit longu í fleiri ár havt eina felags umhvørvisnevnd, ið virkaði sum ein felags tekniskt nevnd, ið tók sær av byggimálum og øðrum tekniskum og umhvørvisligum málum. Við ræðisrættindum Umhvørvisnevndin hevði umboð úr kommununum í samstarvinum, og tá talan var um tekniskt mál í hvørji kommunu sær, var limurin hað­ani ógegnigur. Tað vóru fleiri, sum fegn­ aðust um at sleppa frá at taka avgerðir í sínum egna nærumhvørvi. Soleiðis var hetta ein nevnd, ið tók skilagóðar avgerðir kring um í bygdunum og eitt nú í samband við aling í Sundalagnum. Kommunurnar í samstarvinum høvdu givið ræðisrættindini frá sær til um­ hvørvisnevndina, og hetta hevði eisini sítt viðmæli úr landsstýrinum. Hann sigur, at arbeiðið at byggja eitt felags ellisheim eisini var í stoypi­skeiðini, har hann sjálvur var for­maður i bygginevndini, og í nógv ár høvdu kommunurnar í økinum eisini samstarvað um Felagsskúlan á Oyrar­ bakka. Jógvan sigur, at tað, sum hendi, tá ætlaða samanleggingini í fyrsta umfari fór í vaskið, var, at fólk í bygdini fóru í holt við at savna undirskriftir. – Fólk tóku soleiðis initiativ til Við samanløgdu Sunda kommunu er umsitingin vorðin nógv betri, og fólkið í økinum hevur fingið fleiri felags fyrimunir. – Eg eri sannførdur um, at nógv, sum er gjørt í Sunda kommunu hesi tíggju árini, ikki hevði verið gjørt, um kommunurnar ikki løgdu saman, sigur Jógvan Mørkøre, sum var borgarstjóri í Hósvíkar kommunu, tá ein meiriluti av fólkinum í fyrstu syfti segði nei til samanlegging - men, á eini nýggjari fólkaatkvøðu fáar mánaðir seinni segði eitt tepurt ja – Eg var ógvuliga vónbrotin og fullkomiliga sjokkeraður, tá úrslitið av tí fyrru fólkaatkvøðuni fyrilá, og okkara kommuna stóð einsamøll uttanfyri, sigur Jógvan Mørkøre