týsdagur 20. januar 2015síða 51
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 4 l 19. januar 2015
19
Sunda kommuna 10 ár
Vikutema
at fáa eina nýggja fólkaatkvøðu.
Neyðugt var við einum ávísum tali
av undirskriftum, og eg trúði satt
at siga ikki, at hetta fór at eydnast.
Sjálvur hevði eg sagt, at eg fór at
skriva undir, um tað vísti seg, at nóg
nógv fólk skrivaðu undir. Tá tað so
vísti seg, at undirskriftirnar gjørdust
nógv fleiri, enn eg hevði væntað,
tóku vit í bygdarráðnum avgerð um
at hava eina nýggja fólkaatkvøðu.
Tað vísti seg nevniliga, at fleiri borg
arar í kommununi nú høvdu flutt seg
og høvdu broytt meining um saman
legging, leggur hann aftrat.
Blandaðar kenslur
Jógvan Mørkøre sigur, at tá úrslitið
av nýggju fólkaatkvøðuni fyrilá, stóð
hann kortini við blandaðum kenslum.
– Sum borgarstjóri skuldi eg eisini
kenna mína ábyrgd yvirfyri teimum,
sum framvegis vóru ímóti saman
legging. Hetta vóru eisini míni fólk, tó
at tey høvdu eina aðra meining enn
eg og bygdarráðið annars. Eg visti,
at eg ikki á nakran hátt skuldi gerast
negativur og á ongan hátt skuldi
byggja múr upp millum tey, sum vóru
fyri samanlegging - og tey, sum fram
vegis vóru ímóti. Nú ráddi um at koma
niður á jørðina aftur.
Hann ásannar, at hetta á nógvan
hátt eisini var ein óbehagilig tíð - ikki
bara fyri hann sum borgarstjóra, men
eisini fyri familjuna hjá honum.
– Tá val varð seinni til nýggju
Sunda kommunu, stillaði eg upp, tí
eg helt, at nú átti eg ikki at stinga
halan millum beinini. Nú átti eg at
verða við til at prógva tað, eg hevði
roynt at greitt mínum borgarum frá.
Eg fekk eitt rímiliga gott val og haldi,
at eg varð trið fyrst valdur í nýggju
kommununi. Líkt var til, at fólk í Hósvík
hildu, at tað hóast alt mundi vera best
at senda meg norður at umboða tey
í økinum. Umframt at fáa atkvøður
í Hósvík, fekk eg eisini atkvøður í
øðrum bygdum norðanfyri, eitt nú á
Oyrarbakka og við Norðskála.
Nevndarformaður
Øll árini, meðan kommunurnar í
Sundalagnum høvdu felags um
hvørvisnevnd, var Jógvan Mørkøre
formaður í nevndini.
Tá val hevði verið í nýggju Sunda
kommunu, gjørdist Heðin Zachariasen
sum fyrst valdur eisini fyrsti borgar
stjóri, meðan Jógvan gjørdist formaður
í teknisku nevnd og kundi soleiðis
halda fram við tí arbeiði, sum hann
hevði staðið á odda fyri øll hesi ár í
umhvørvisnevndini.
– Eg var sannførdur um, at komm
unurnar í nærmastu framtíð fóru at
hava tørv á størri professionellum
eindum, bæði hvat viðvíkur ungdómi
og teimum gomlu, og eg sá onga mein
ing í, at vit skuldu standa uttanfyri og
keypa tænastur, tá vit sjálvi kundu
verða ein partur av felagskommununi.
Vit høvdu, sum áður nevnt, bygt
barnagarð, og eg visti, at vit einsamøll
ikki fóru at megna at byggja skúlan í
Hósvík út.
Nú Jógvan Mørkøre hyggur í bak
spegilin, heldur hann, at samstarvið
í Sunda kommunu hesi tíggju árini
hevur gingið ógvuliga væl.
– Eg hoyri ikki eitt negativt orð í
dag, og eg trúgvi, at tey allar flestu
halda, at samleggingin veruliga hevur
tænt sínum endamáli. Fólk eru fallin
í ró og fegnast um, at kommunan er
vælvirkandi á flestu - fyri ikki at siga
- øllum økjum. Umsitingin er vorðin
nógv betri, og eg hugsi mangan um,
hvat vit í dag, nú krøvini eru vorðin so
stór, skuldu gjørt við einum hálvum
ella 2/3 skrivara í Hósvík. Sosiala økið
krevur nógv, og tað krevur eisini nógv
at samskipa og umsita eldraøkið. Eg
eri sannførdur um, at nógv, sum er
gjørt í Sunda kommunu, ikki hevði
verið gjørt, um kommunurnar fyri 10
árum síðan ikki løgdu saman. Teimum
gomlu í Hósvík nýtist ikki at óttast fyri
aldurdóminum, nú vit hava eitt felags
heim á Mørkini í Streymnesi. Áður
vistu tey gomlu ikki, hvar tey kundu
sleppa inn - ella, um tey yvirhøvur
sluppu inn nakrastaðni, tá brúk fór at
vera fyri plássi á stovni.
Ótrúliga fegin
Jógvan Mørkøre sigur, at lyndi í honum
er soleiðis, at tá hann er komin til eina
niðurstøðu, sum hann heldur er røtt,
hevur hann ikki trupult við at arbeiða
fram ímóti málinum. Hinvegin er hann
heldur ikki bangin fyri at fara aftur um
aftur og siga, at hann mistók seg, um
tað vísir seg, at avgerðin var skeiv. Í
summum førum ber til at rætta av
gerðina, og í øðrum førum letur tað
seg ikki gera.
– Eg havi tað eisini soleiðis, at eg
leggi ikki so nógv í, hvat onnur halda
um meg sum persón. Eg eri ótrúliga
fegin um, at Hósvík kom við uppí
Sunda kommunu, og eg ivist onga
løtu í, at hetta var ein røtt avgerð. Vit
hava so í øllum førum einki mist við at
vera partur av kommununi. Hinvegin
hevur tað givið okkum fleiri fyrimunir,
leggur hann aftrat.
Heðin er óførur
Jógvan Mørkøre heldur, at Heðin
Zachariasen hevur megnað sína upp
gávu sum borgarstjóri í Sunda komm
unu ógvuliga væl.
– Tað, sum eg havi arbeitt saman
við Heðini í kommunalpolitikki, má eg
siga, at eg sjáldan havi havt ein betri
vin, ið hevur verið so loyalur mótvegis
mær og øllum øðrum eisini. Hug
sjónarliga eru vit ikki altíð samdir, men
kommunalpolitiskt hevur samstarvið
millum okkum báðar verið sera gott.
Hann heldur avgjørt, at tað var ein
røtt avgerð hjá nývalda bygdaráðnum
í Sunda kommunu fyri tíggju árum
síðan at velja Heðin til borgarstjóra.
– Heðin er opin og erligur, og hann
vísir sínum samstarvspørtum og
starvsfólki álit. Hann hevur verið ein
savnandi ímynd fyri bygdirnar, sum
gjørdust partar av Sunda kommunu.
Nú nýggjar kreftir eisini eru virknar í
kommununi, haldi eg, at hann dugir
ógvuliga væl at fáa tey við – eins og
hann lurtar væl eftir tí, sum tey yngru
føra fram. Heðin er ein ærukærur mað
ur. Hann vil, at alt skal vera í ordan,
sum gjørt verður, og hann ynskir ikki,
at nakað skal verða at koma eftir, tí
alt ikki var í lagi, sigur Jógvan.
Tøkk fyri loyalitet
At enda ynskir Jógvan Mørkøre at
takka teimum, sum hann ta truplu tíð
sat í Hósvíkar bygdarráð saman við.
– Uttan loyalitet og trúfesti frá
teimum øllum – eisini, tá harðast leik
aði á – ivist eg stórliga í, um Hósvík
hevði verið partur av Sunda kommunu
í dag, leggur hann aftrat.
- Eg eri ótrúliga fegin um, at Hósvík kom við upp í Sunda kommunu, og eg ivist onga løtu í, at hetta var ein røtt avgerð, sigur Jógvan Mørkøre
– Heðin Zachariasen hevur verið ein savnandi ímynd fyri bygdirnar og borgararnar,
sum gjørdust partur av nýggju Sunda kommunu, sigur Jógvan Mørkøre