Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-20, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2015síða 52

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 4 l 19. januar 2015 20 Sunda kommuna 10 ár Vikutema Sundalagið er fyri stórum broytingum og framburði Vilmund Jacobsen – Eg haldi, at Sundalagið er ógvuliga nógv broytt hesi 10 árini, síðan nýggja Sunda kommuna varð skipað. Í dag iv­ast fáur í, hvar Sunda kommuna er, hvørj­ar bygdirnar í kommununi eru, og hvar umsitingin í kommununi er. Fólk, sum ætla at spyrja seg fyri um eitt hvørt í kommununi, vita, hvar tey skulu venda sær. Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sigur, at tá tær seks kommunurnar løgdu saman, vóru 1490 borgarar í kommununi, og nú er talið umleið 1655. – Um vit samanbera sam­an­set­ ing­ina í fólkatalinum í Sunda komm­ unu við samansetingina í eitt nú Vestmanna og Kvívík, sæst, at rætti­ liga nógv ung fólk búgva í okkara komm­unu. Nógv hevur hildið Borgarstjórin vísir á, at tá borg­ara­ fund­ir fyri tíggju árum síðan vóru um sam­an­legging, varð nógv ymiskt sagt, og hann dylur ikki fyri, at borgararnir eis­ini fingu onkur lyfti á vegnum. – Eitt nú skuldu vit kunna útvega fólki byggiøki í øllum bygdum í komm­ununi, og vit skuldu hava ans­ ing­ar­pláss til øll børn, ið hava tørv á ans­ing. Í dag hava vit ansingarpláss til børn úr 0 árum til og við 3. flokk. Vit hava verið og eru bevíst um at skapa ungum barnafamiljum bestu um­støð­ur. Við Mørkini hava vit eisini skapt teimum gomlu og avlamnu eitt trygt og gott heim, tá fólk ikki kunnu vera heima meira. Sum heild, haldi eg, at nógv av tí, sum sagt varð, hev­ ur hild­ið. Vit hava tríggjar nýggjar og góð­ar ansingarstovnar, Mørkin hev­ur pláss til 32 búfólk, og vit hava fing­ ið ítróttarøki við Margáir, eins og trivnaðarøki eru og verða skapt í øðr­ um bygdum í kommununi eisini. Stórur framburður Heðin Zachariasen vísir á, at tær bygd­ir í kommununi, sum ikki høvdu reint vatn, tá lagt varð saman, nú hava fing­ið reint vatn, og í bygdum eru bøtt um umstøðurnar hjá teimum, sum hava bátar við betri brúgvum, el og vatni á øllum kaiøkjum og bátahyljum. – Handilslívið við Norðskála stend­ ur í besta blóma við nýggjum handlum, og á havnalagnum í Hvalvík byggir HP Jarn nýggjan bygning. Volvo-Stórbilar hava fyri nøkrum árum síðan bygt bygn­ing á havnalagnum í Hvalvík, og við Norðskála hevur Løve Betong bygt stór­an bygning aftrat, eins og Sjógæti hev­ur bygt út. Á havnalagnum í Hós­ vík hevur matvøruvirkið Krás nógv virk­semi, og her eru eisini ætlanir um út­bygging. Á havnalagnum í Hvalvík húsast eis­ini Norðsetur, sum í nógv ár hevur ver­ið ein dyggur og trúgvur veitari av set­húsum. Eisini sjóvinna Heðin Zachariasen sigur, at á havna­ lag­num í Hósvík hevur stóra reiðaríið Thor eisni sítt skrivstovuvirksemi og hev­ur ein heilan hóp av fólki í starvi kring um á havinum. – Vónin hevur flutt ein part av sín­ um virksemi til Norðskálar, har Ele­ mentvirkið var áður, og her verða nót­ ir vaskaðar. Í Haldarsvík hevur Marine Harvest keypt gamla fiskavirki, sum felagið hevur sett í stand, og spenn­ andi verður at frætta, hvat alifelagið fer at brúka bygningin til, sigur borg­ ar­stjórin í Sunda kommunu. Tað er nógv hent í Sunda kommunu, síðan samanleggingina fyri 10 árum síðan, og í hesi greinini verður nomið við ein part av hesum Í Sunda kommunu er nógv ymiskt virksemi, bæði innan sjóvinnu, byggi-og matvøruvinnu eins og handilsvinnu Mynd: Sigmar Mørkøre – Samanbera vit saman­set­ ing­ina í fólkatalinum í Sunda komm­unu við samansetingina í eitt nú Vestmanna og Kvívík, sæst, at rættiliga nógv ung fólk búgva í okkara kommunu, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri Mynd: Sigmar Mørkøre