Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-20, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2015síða 53

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 4 l 19. januar 2015 21 Sunda kommuna 10 ár Vikutema Mentan og trivnaður í Sunda kommunu Vilmund Jacobsen Nevnast kann úr rúgvuni av tiltøkum, sum vóru í kommununi í 2014, at Útoyggjastevna var við Gjógv, Før­ oya Regatta - øll tey føroysku træ­ segl­skipini – vitjaðu í Hvalvík í juli, og tónleikatiltakið við Brúnna var fyri fyrstu ferð hildið á Oyrarbakka. Gjógv í fokus Eitt annað, sum eisini sermerkti árið í fjør, var, at Gjógv varð nominerað til náttúru-og umhvørvisvirðisløn Norð­ ur­landaráðsins. Bygdin vann tó ikki, men til­gongd­ in varð sera spennandi og sam­an­ sjóðandi fyri bygdarfólkið, og ring­ virkningarnir av allari umrøðuni hava verið týðiligir, og serliga er tað Gjá­ar­ garð­ur, sum hevur merkt hetta. Tað, at vera í eini størri kommunu, hev­ur avgjørt havt fleiri fyrimunir á trivn­að­ar-og mentanarøkinum. Fleiri av teimum tilboðum, sum eru í dag, høvdu ikki verið komin, um kommu­nu­rnar ikki høvdu lagt saman. Veitir stuðul Síðan kommunurnar í Sundalagnum vórðu lagdar saman í eina kommunu, hev­ur mentanarlívið kring um í bygd­ un­um fingið munandi betri karmar at virka undir. Sunda kommuna veitir nevniliga ein árligan stuðul á 650.000 krónur til mentan. Stuðulin verður býttur út til øll frí­ tíð­ar­feløg í kommununi - eftir einum ávís­um leisti. Feløg, sum fáa stuðul eftir hesi játt­an, eru eitt nú EB-Streymur, Byrsu­felagið, kappróðrarfeløgini, Sunda Judofelag, bókasøvnini, bygd­ ar­húsfeløgini og onnur. Frítíðarundirvísing Frítíðarundirvísingin í Sunda komm­ unu er skipað í tveimum. Frí­tíð­ar­und­ ir­vísing fyri øll yvir 14 ár og frí­tíð­ar­ und­ir­vísing fyri børn og ung - fyri børn og ung undir 25 ár. Í frítíðarundirvísingini eru fleiri læru­greinar at velja ímillum, eitt nú træ­dreying, hondarbeiði, fimleikur, kla­ver­undirvísing, steinslíping og ym­ iskt annað. Virksemi er býtt út á fleiri bygdir, og fleiri av bólkunum eru full­ tekn­aðir. Elspa Petersen av Norðskála er leiðari.  Áræði og dirvi Sunda kommuna ynskir at stuðla upp undir tað privata áræðið, sum er millum borgarar í kommununi, og tí stuðlar kommunan fegin tiltøkum, sum verða sett á skinnarar. Sundalagsfólk eru ófør at skipa fyri tiltøkum, bæði á landi og sjógvi. Nevn­ast kunnu Bátatreff í Hvalvík í maj og Regatta í Hósvík í august. 2014 var eitt serstakliga hendingaríkt ár á mentanarøkinum í Sunda kommunu Sundalagsfólk eru ófør at skipa fyri tiltøkum, bæði á landi og sjógvi