Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-20, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2015síða 54

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 4 l 19. januar 2015 22 Sunda kommuna 10 ár Vikutema Tað osar av mentan í Sunda kommunu Vilmund Jacobsen Sunda kommuna hevur seinnu árini lagt dent á, at ymisk mentanartilboð skulu standa borgarunum í boði at njóta eina ávísa viku á heysti – í ym­ isk­um støðum í kommununi. Roynt verður at miðja breitt, so nak­að er fyri allar aldursbólkar og øll áhuga­mál. Hetta verður gjørt í teirri vón, at tiltøkini fáa góða móttøku, og at hetta gevur fyrireikarunum hug og dirvi at halda fram við enn fleiri til­ boð­um. Góðir møguleikar Í Sunda kommunu eru góðir møgu­leik­ ar at skipa fyri tiltøkum hjá feløgum og einstaklingum, ið hava hug til tess. – Vit vóna, at kommunan kann hava ein virknan lut í hesum frameftir við at skapa karmar, ið øll hava gagn av, tí trivnaðurin hjá borgarunum er eitt av hjartamálunum hjá okkum. Í Sunda kommunu siga tey, at ment­anarvikan í fleiri ár hevur verið løgd eftir Staksdegnum í Tjørnuvík, sum er miðskeiðis í september, og so­ leið­is verður eisini í ár. – Tað, at hava mentanartiltøk í sept­ember, hevur víst seg at rigga av­ bera væl, og á seinastu ment­an­ar­viku vitj­aðu umleið 2500 fólk Sunda­lag­ið. Lagt verður aftrat, at í ár verður ment­an­arvikan í Sunda kommunu í døg­un­um 10.-19. september. Við Brúnna Leygardagin 11. juli 2015 verður aft­ur skip­að fyri einum stórum tón­leika­til­ taki á Oyrarbakka. Málið er at skapa eina góða upp­ liv­ing og eitt umhvørvið fyri ung, til­ kom­in og eldri, har tónleikur og hugni er í fokus. Sunda kommuna er errin av, at fólk hava tikið stig til eitt tílíkt savnandi tón­leikatiltak sum Við Brúnna. Tiltakið í fjør eydnaðist sera væl, og í kommununi vóna tey, at enn fleiri fólk verða til hetta frálíka tiltak í ár. Við Brúnna verður samskipað av eini nevnd, og Sunda kommuna stuðl­ ar tiltakinum. Í ár verður tónleikatiltakið Við Brúnna hildið leygardagin 11. juli, og mentanarvikan verður í Sunda kommunu í døgunum 10.-19. september Í Sunda kommunu eru tey errin av, at fólk hava tikið stig til eitt tílíkt savnandi tónleikatiltak sum Við Brúnna Mynd: Sigmar Mørkøre Í fleiri ár hevur mentanarvikan í Sunda kommunu verið løgd eftir Staksdegnum í Tjørnuvík, og soleiðis verður eisini í ár