Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-20, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2015síða 56

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 4 l 19. januar 2015 24 Heilsa vikutema Roykingin í minking At eggja fólki til at leggja av at roykja hevur verið høgt raðfest í Fólka­ heilsuráðnum. Tað hevur eisini rikið við, so væl hevur gingið við at vent gongd­ini til tað betra. Tað byrjaði fyri meira enn tíggju árum síðan, har talið at teimum, sum roykja dagliga nærk­ aðist 40 prosentum. Í dag kunnu vit so staðfesta, at tey vaksnu, sum siga seg roykja dagliga liggja nú um 22%; tað er ein góð helvt í mun til fyri 10 árum síðan. Gongst sum ætlað, so eru vit komin nógv longur niður innan stutta tíð. Sms-skipanin SMS-skipanin er alla tíðina tøk hjá fólki, har meldast kann til skipanina alt árið. Í fjør hava eini 50 brúkt skipanina frá byrjan til enda. Serstakliga verður lýst í endanum av árinum, har lýst hevur verið á portalunum og heilsíðu lýsingum í bløðum, umframt umtalu í miðlunum. Um árskiftið eru meira enn 500 tilmeldingar til sms-skipanina “Kom og legg av 2015”. Tað eru gott og væl tvey ár síðan, at Fólkaheilsuráðið fór í gongd við hesa skipan. Fyrsta árið vóru tað 1.300, sum meldaðu til. Tað verður í ár arbeitt við at fáa eina “appu”, sum kann gera tað enn lættari fyri brúkaran; henda skuldi verið virkin seinni í ár, soleiðis at vit enn meira kunnu stimbra roykjarum at gerast roykfríir. – Meginhóttanin móti fólkaheilsuni í Føroyum er roykingin, sum enn er ov høg í mun til grannalondini. Her fer Fólkaheilsuráðið at halda fram við átøkum fyri at minka um roykingina, bæði hjá vaksnum og serstakliga millum tey ungu, sum er ein serligur umráðandi málbólkur, sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum. Mynd: Ólavur Jøkladal ESPAD – Tann stóra 9. floks kanningin verður í ár Saman við Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, sum stendur fyri hesi kanningini, eru vit í ferð við at fyrireika komandi ESPAD kanning, sum verður í mars mánaði 2015. Loyvi er fingið frá Mentamálaráðnum og skrivað varð út til skúlaleiðslurnar undan jólum. ESPAD kanningin varð seinast gjørd í 2011. Tað er tann sokallaða ESPAD kann­ingin – European School Survey Project on Alcohol and Other Drugs. Fólkaheilsuráðið kom á banan fyri tíggju árum síðan, og hevur hetta arbeiði síðan verið gjørt í samstarvi mill­um stovnarnar. 2015 er ESPAD-ár, so nú verður aftur farið út á skúlarnar í mars mán­aði, har allir 9. floksnæmingar í landinum fara at svara somu spurn­ ingum. Kanningin hevur verið gjørd í 35 londum í Evropa, og sostatt er eitt hagfrøðiligt tilfar tøkt, sum gevur okkum eina góða ábending um støð­ una, eisini samanborið við hini lond­ ini. Roykiavvenjing fyri ung (ca. 15-25 ár) Vit fara at halda fram við arbeiðnum, sum vendir sær til ungdómin. Í ár fara vit at bjóða eitt “Grundskeið í roykisteðg ráðgeving” til teirra, sum arbeiða við ungum. Eftir hondini verður minst roykt í hesum aldursbólki, men vit gera nógv við hetta økið, við tað at fyrr verður farið í gongd, tess lættari er at koma óvananum til lívs. Síðan 1995 hava allir 15 ára gamlir skúlanæmingar í Føroyum 4. hvørt ár svarað einum spurnarblaði um royking, rúsdrekka og onnur rúsevni Eftir millenniumdagin 9. maj í Gunda­ dali verða vit ofta, úti á skúlunum, møtt við spurninginum, nær verður ein slíkur dagur aftur? Tað er gleði­ ligt, tí tú hevur kensluna av, at øll tey knapt 800 børnini vóru sera væl nøgd við dagin. Dagurin var tvørfakligur, soleiðis at skilja, at vit arbeiddu tvørtur um okkara øki sum starvsfelagar. Sigast má, at hetta eydnaðist væl. Hóast dagurin ikki var so nógv merktur av royki, kanska tí eingin roykti, so vóru øll greið yvir, hví vit vóru samlað í Gundadali. Um ikki annað, so høvdu allir 800 næmingarnir fingið hvør sína t-shirt við áskriftini: “Árgangur 2000 roykfríur”. Dagurin fekk sera nógva og góða umrøðu í øllum miðl­ unum. Tað verður støðugt hildið sam­ band við 8. flokkarnir kring landið. Her er first-class eitt gott amboð til samskifti. Millum annað vórðu fyrisagnir og stílaevni løgd út á first- class stevnuna, har undirsitararnir sum kontaktfólk fingu hetta tilfar í brúk í flokkunum. 9b í Hoyvíkar Skúla Mynd: Ólavur Jøkladal Millennium- børnini á Tórsvølli Millenniumbørnini í Gundadali