hósdagur 22. januar 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. januar 2015
sosialurin 9
6
Barbara Holm
T
að er ikki á hvørjum degi,
at ungir føroyingar eru at
síggja á heimsins størstu
mótashowum – teimum
showunum, sum hava ávirkan á, hvat
komandi tíðina fer at verða hægsti
móti.
Tað er heldur ikki á hvørjum degi,
at mæti mótaskaparin Donatella
Versace velur ein miðving at vera
hennara høvuðsmodell ella at stjørn
ur sum Paris Hilton, Snoop Dog og
heimsins kendastu modellir tráð
spyrja um hetta ókenda landið, sum
nýggja modellin hjá Versace kemur
frá.
Men hóast tað er sjáldan, so var
tað kortini júst hetta, 16 ára gamli
Egor Antonov Venned úr Miðvági
upplivdi í vikuni.
Í skrivandi stund er hann júst lið
ugur við sína allarfyrstu mótaviku
sum modell fyri tey størstu merkini.
Um tað var strævið? Ja, tað er tað
als eingin ivi um.
– Ja, eg fái væl tosað nú, men eg er
i júst vaknaður, sigur Egor, tá ið hann
við hásari rødd tekur telefonina beint
eftir klokkan 13.00.
Og tað er ikki so løgið, at unglingin
er troyttur, tí hann hevur bókstaviliga
runnið frá einum stórum mótapalli
til tann næsta seinastu fýra dagarnar,
meðan hann hevur verið til arbeiðis
á Milano Fashion Week.
Egor hevur framvegis ikki
reiðiliga skilt allar tær upplivingar
nar, hann hevur fingið farnu dagar
nar. Men takksamur er hann kortini
fyri, at hann nú telist millum heims
ins best umtóktu modellir – í øllum
førum sambært sniðgevum sum
Versace, Calvin Klein og Fendi.
– Tann eina dagin fór eg upp
klokkan hálvgum sjey. So fór eg til
Versace, har eg skuldi klippa hárið
og stylast. So skuldi eg taka myndir
saman við Donatellu Versace og
ganga mótashow fyri tey. Og so mátti
eg renna út til sjaførin, tí 30 minuttir
seinni byrjaði mótashowið hjá Phillip
Plein, og beint aftaná tað byrjaði
mótashowið hjá Calvin Klein. So eg
var ikki heima fyrr enn klokkan trý
ta náttina, greiðir Egor frá.
Og tað eru ikki smávegis mótanøvn,
sum Egor hevur gingið fyri og saman
við. Eitt nú er Phillip Plein kendur
fyri at hava tey mest undirhaldandi
mótashowini, og í so máta var Milano
Fashionweek einki undantak. Snoop
Dog byrjaði sýningina, og handan
leiktjøldini fekk Egor eisini eitt prát
við kenda rapparan.
– Eg fekk ikki latið vera; eg fór
beint yvir at tosa við hann. Hann
var púra vanligur, og vit tosaðu aftur
og fram – serliga um Føroyar, greiðir
Egor frá.
Tað var ikki bara Snoop Dog, sum
vísti Egori áhuga. Eisini heimsmiðlar
nir vóru áhugaðir í hesum nýggja
andlitinum, tí Egor skrivaði fyrr í
vikuni søgu, tá ið hann trein á pallin
fyri Versace. Orsøkin er, at eingin 16
ára gamal nakrantíð áður hevur um
boðað Versace.
Men eftir øllum at døma hevur tað
gingið sera væl hjá Egor.
Eg var nervøsur
fyrstu ferð, eg
fór á pallin. Var
bangin fyri ikki
at ganga rætt«
persónssøga
16 ára gamli Egor
Miðvingur
modell
í Milano
Fyri fáum mánaðum síðani var Egor Antonov Venned ein púra
vanligur 16 ára gamal miðvingur við ætlanum um skiparaskúla.
Í dag er hann tann, sum øll í altjóða mótaheiminum tosa um. Stóra
gjøgnumbrotið sum modell kom í farnu viku á Milano fashion
week, har Egor gekk fyri merki sum Versace og Calvin Klein
Mynd: elitemodel.es
Visti tú?
Mótaskaparin,
Donatella Versace,
valdi Egor at vera sín
høvuðsmodell