hósdagur 22. januar 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. januar 2015
sosialurin 9
7
– Eg havi fingið nógv rós í Milano.
Eg fái serliga rós fyri mítt gongulag,
greiðir hann frá.
Og tað er veruliga eitt kynstur at
ganga rætt á einum stórum palli, tá ið
allur mótaheimurin fylgir við.
– Eg var nervøsur fyrstu ferð, eg fór
á pallin. Var bangin fyri ikki at ganga
rætt. Men aðru ferð eg fór út, kendi
eg á mær, at eg hevði stýr á tí, greiður
Egor frá. Og júst hansara sjálvsálit er
orsøkin til, at hann longu eru vorðin
ein áhugaverdur maður innan móta
heimin, sambært umboðsmanni
hansara, Thue Gulstrand.
– Hann er nakað fyri seg. Og
hansara sjálvsálit er orsøkin til, at
hann beinanvegin vekir áhuga. Vit
kundu gott havt bókað fleiri stór
mótashow til hansara, men hann er
bert 16 ár, so vit royna at verja hann,
sigur danin Thue, sum er ovurfegin
um, at hansara modell hevur sligið
ígjøgnum so skjótt.
Og sum vera man vóru journalist
arnir og fólk í mótaheiminum annars
sera áhugað í hesum unga manni við
tí vakra gongulagnum.
Vit hava helst øll onkran barn
dómsdreym, sum vit ongantíð sleppa
heilt. Fyri flestu okkara vera dreym
arnir tó verandi júst tað – dreymar
– sum ongantíð gerast veruleiki. Men
fyri Egor er henda lítla vikan í Milano
tekin um, at tað helst fer at eydnast
honum at gera barndómsdreymin til
veruleika.
– Tá eg var lítil, plagdi eg at elska,
tá mótashow vóru í sjónvarpinum.
Og serliga elskaði eg merkið Versace.
Men eg trúði tó ongantíð, at eg kundi
blíva modell, sigur Egor.
Egor hevur altíð ynskt, at móta
heimurin á onkran hátt skuldi vera
hansara framtíðar arbeiðspláss. Men
at hann skuldi gerast modell á jøvn
um føti við teir, sum í dag fáa hægstu
lønina innan mótaheimin, tað hevði
hann ikki trúð.
– Tað byrjaði faktiskt við, at
Heiðrikur á Heygum spurdi, um vit
ikki skuldi royna at gera eitt foto
shoot og senda nakrar myndir til
danskar modellfyritøkur. Tað gjørdu
vit so, og nakrar mánaðar seinni
ringdi Elite models, greiðir Egor frá.
Í dag hevur Egor sáttmála við
Elite Models í Keypmannahavn,
Paris, Barcelona og Milano, men
enn hevur hann ikki tikið støðu til,
hvussu framtíðin skal skipast.
– Sum er ætli eg mær at royna tað
í eitt ár, og so taki eg tað harfrá, sigur
Egor.
Hann kundi hugsað sær at fingið
onkra útbúgving, og tí er møguligt, at
hann um eitt ár fer á HF. Eisini kundi
hann hugsað sær at farið á eitt móta
universitet, har hann kann lesa og
arbeiða sum modell samstundis.
Fyri dreingir, sum eru uppvaksnir
í Miðvági, eins og Egor, er tað rættiliga
óvanligt at hava so stóran áhuga fyri
altjóða móta.
Og tað kendi Egor eisini í upp
vøkstrinum. Tá hann var yngri, plagdi
hann onkuntíð at tosa um sínar
dreymar innan mótaheimin, men tí
gavst hann skjótt við.
– Fólk flentu altíð eitt sindur eftir
mær og søgdu, at man kundi ikki
búgva í Føroyum og gerast ein partur
av hasari verðini. Tað var bara nakað,
sum gekk fyri seg í sjónvarpinum,
greiðir Egor frá.
framhald...
Myndir: style.com
versace
versace
»Føroyskir
dreingir lesa til
lækna ella fara
á skiparaskúla,
um teir hugsa um
karrieruna. Tað
er so bestemt ikki
vanligt at mið
vingar gerast
modellir«
Egor Antonov Venned