Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. januar 2015 sosialurin 9 8 Tí hevur hann so at siga ongantíð tosað um sínar dreymar við vinfólkini. Men mamman og fosturpápin kendu tó til framtíðarynskini hjá unga dreing­inum. Mamma Egor er russisk, og saman við fosturpápa Egor flutti hon til Føroya, tá ið Egor var tvey ára gamal. Hon hevur altíð havt stóran áhuga fyri móta, og tað er frá henni, at Egor hevur fingið íblástur til hesa heldur óvanligu starvsleiðina. – Mamma elskar móta, og tað geri eg eisini. Tey vóru so glað og errin av mær, tá ið eg fekk fótin innum hendan heimin, sum eg altíð havi droymt um, sigur Egor. Tá ið Egor fekk sáttmála við Elite models, vóru vinfólkini eisini ov­ farin, tí hetta var nakað serstakt. Og tá sáttmálin kom í hús, hevði Egor valt sær eina heilt aðra lívsleið. Hann hevði nevniliga gjørt sær ætlanir um at fara á skiparaskúla. – Føroyskir dreingir lesa til lækna ella fara á skiparaskúla, um teir hugsa um karrieruna. Tað er so bestemt ikki vanligt at miðvingar gerast modellir, sigur Egor skemtandi. Men tað er ikki bert gjøgnum út­ búgv­ing, at tað ber til at skapa sær eina karrieru. – Tað er eingin ivi um, at tað ber til at skapa sær eina stóra karrieru sum modell, sigur Egor, sum tó kortini ikki vil avdúka ov nógv. Hann vil ikki siga tað hart, sum hann vónar, tí hann vil ikki ynskja tað ov nógv og hava orðið á tí. – Eg veit ikki, hvat fer at henda, men eg fekk eitt gott prát við um­ boðs­mannin hjá Valentino. Eg tori næst­an ikki at vóna tað, men nú fáa vit at síggja, sigur Egor. Hann skal nú á pallin fyri heims­ kenda merkið Fendi, og eftir tað gong­ur leiðin víðari til París, har Paris Fashion­week er á skránni frá 21. til 25. januar. Spurdur um størstu upplivingina í Milano steðgar hann á eina løtu og hugsar seg um. Síðani kemur svarið: – At tosa við hesi fólkini, sum hava verið mínar fyrimyndir í fleiri ár. Tey eru púra vanlig fólk og tosaðu ikki niður til mín, sigur Egor. Og so er tað eisini rættiliga kul, at heims­kendi Sean O’Pry, sum Forbes sigur vera best løntu mann­fólka­ modell­ina í heiminum, hevur addað Egon á Facebook. Og ikki nóg mikið við tí, nei, hann hevur eisini heitt á hann um at hittast í París, tá ið Paris Fashion­week er á skránni. Hetta er fyrstu ferð, at Egor er við til hesar heimskendu móta­messur­ nar, men tó kann longu staðfestast, at framtíðin hjá Egori sum modell er bjørt. Um tað verður Versace, Fendi, Calvin Klein, Hermes, Valentino ella okk­urt heilt annað merki, sum Egon verð­ur ílatin komandi dagarnar, er ikki gott at vita. Sjálvur vónar hann bert, at hann fær spennandi upp­gáv­ ur, og at hann kann skapa áhuga um Egor Antonov Venned sum modell. Og umboðsmaður hansara? Ja, hann er sannførdur um, at vit fara at síggja nógv meira til unga miðvingin við tí vakra gongulagnum. barbara@sosialurin.fo FAKTA UM EGOR ANTONOV VENNED:  Aldur: 16 ár  Føddur: Í Russlandi  Uppvaksin: Flutti til Miðvágs sum 2 ára gamal.  Foreldur: Mamman russisk, kennir ikki russiska pápa sín, men fosturpápin er føroyingur.  Systkin: Tvey systkin.  Útbúgving: Liðugur við 9. Flokk.  Sáttmála við: Elite Models í Keypmannahavn, París, Barcelona og Milano  Framtíðarætlanir: Vil hava onkra útbúgving, men óvist er hvørja útbúgving talan verður um Heimskenda mannfólkamodellin Sean O’Pry, sum Forbes sigur vera best løntu mannfólkamodellina í heiminum, hevur addað Egor á Facebook. Og hann hevur eisini heitt á Egor um at hittast í París, tá ið Paris Fashionweek er á skránni. Uffe Buchard, donsk mótaguru, sum starvast hjá Elite Models, hevur bara rósandi orð um unga miðviðngin. Í eini støðudagføring á Instagram, har Buchard hevur tikið mynd av Egor beint eftir mótasýningina hjá Calvin Klein, sigur hann soleiðis um Egor: »Hittið tann fantastiska Egor Antonov frá Føroyum – hann hevur júst gingið Calvin Klein Collection her í Milano« Í hashtaggunum sigur hann millum annað: »nýstjørna - wow - Tillukku Haldið eyga við honum« Sean O'Pry addað Egor Mótaguru rósar Egor persónssøga Mynd: style.com calvin klein »Fólk flentu altíð eitt sindur eftir mær og søgdu, at man kundi ikki búgva í Føroyum og gerast ein partur av hasari verð­ini. Tað var bara nakað, sum gekk fyri seg í sjón­varpinum« Visti tú? Hetta viku­skiftið verður Egor til móta­ show í París