Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. januar 2015 sosialurin 9 9 Dugnaligur og miðvísur vinnuráðgevi Sum vinnuráðgevi hevur tú ábyrgdina av tínum egnu kundum, har tín leiklutur er at veita kundunum professionella heildarráðgeving við støði í tørvinum hjá kundanum og í øllum tænastum bankans. Tú fært eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum góðum og livandi arbeiðsumhvørvi. Send tína umsókn við lívsrensli og avritum av prógvum til hr@banknordik.fo. Umsóknarfreistin er 9. februar 2015. Kundi tú hugsað tær at gerast partur av einum spennandi ráð gevara toymi, har tú kemur at ráðgeva vinnukundum kring alt landið? BankNordik sóknast eftir einum eld hugaðum vinnuráðgeva til Vinnudeildina í Tórshavn. Les meira um starvið www.banknordik.fo/starv Kundi tú hugsa tær eina yrkisleið sum maskin­ meistari á smoltstøðini á Glyvradali? Tú verður partur av eini fyritøku, ið framleiðir matvørur úr føroyskum laksi – tann sunnasti og besti laksurin, sum marknaðurin hevur at bjóða. Virksemið hjá Bakkafrost er í støðugari menning og vit søkja ein eldhugaðan maskinmeistara til smolt ­ støðina á Glyvradali at seta í starv sum skjótast. Arbeiðsøki Á smoltstøðini starvast 5 starvsfólk. Sum maskin­ meistari ert tú partur av eini vaktarskipan og kemur at starvast í einum toymi, ið virkar fyri at ala fyrsta floks laksasmolt til at seta út í sjógv alingina hjá Bakkafrost. Arbeiðið sum maskinmeistari á smoltstøðini er avbjóðandi og fjølbroytt. Aftan á upplæring kemur tú m.a. at røkja fylgjandi arbeiðsuppgávur: · Luft, Oxygen og UV­skipan · Viðlíkahald av pumpum og motorum · Viðlíkahaldskipan ( OPUS ) · Ymiskt fyrifallandi smiðjuarbeiði · Røkt av fiski · Virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð Tú hevur ábyrgdina av øllum vanligum maskin­ arbeiði, sum m.a. fevnir um eftirlit, umvælingar­ arbeiði og viðlíkahald av øllum maskinum á smolt­ støðini. Vit vænta, at tú gert títt besta og at øll tól verða væl viðlíkahildin og koyra væl. Vit arbeiða í vaktum á smoltstøðini. Á dagvaktini eru 5 starvsfólk til arbeiðis og á náttar­ og vikuskiftis­ vaktum er 1 starvsfólk til arbeiðis. Sum maskin­ meistari verður tú partur av hesi vaktar skipan. Tín vangamynd Tú ert útbúgvin maskinmeistari ella hevur við­ komandi arbeiðsroyndir frá einum líknandi starvi. Sum persónur ert tú væl skipaður, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar. Vit bjóða Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku. Løn og setanartreytir Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Meira at vita Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Rógva Jacobsen, formann, á tel. 23 50 74, ella við t­brævi til roja@bakkafrost.com. Umsókn Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verða send við t­brævi til hr@bakkafrost.com. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 23. januar 2015. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. MASKINMEISTARA TIL SMOLTSTØÐINA Á GLYVRADALI BAKKAFROST SØKIR Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO­625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøru framleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, og alivirksemið er kring oyggjarnar á 13 ymsum firðum. Kryvjivirkini eru í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum. Liðug vøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og hevur felagið sløk 640 fulltíðarstarvsfólk STARVSFÓLK