hósdagur 22. januar 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. januar 2015
sosialurin 9
10
ein lýsing
av eldra
økinum
januar 2015
Barbara Holm
E
ftir bert 23 døgum er
eyðsæð trupult at krevja
úrslit frá kommunalu
eindunum, tí eldraøkið
krevur drúgva umstillingartíð,
áðrenn úrslit kunnu síggjast.
Tó er greitt, at støðan á
eldraøkinum í Føroyum í dag ikki
er nøktandi. Samstundis letur tó
til, at kommunurnar kenna til hesa
støðu og hava í hyggju at broyta
innihaldið á eldraøkinum.
Sum heild er boðskapurin
frá avvarðandi, starvsfólkum
á eldraøkinum, kommunalum
politikarum og øðrum, at støðan á
ellisøkinum í landinum hevur verið
ov vánalig seinastu mongu árini.
Á temasíðunum í dag kanst
tú lesa um støðuna á ellis og
røktarheimum í Føroyum júst nú.
Tú kanst lesa um ætlanirnar hjá
kommunalu eindunum framyvir.
Um játtanina til eldraøkið seinastu
árini og um umsitingarligu
kollveltingina, sum føroyska
samfelagið er farið undir, uttan
stórvegis varsemi frá landsins
hægstu.
Samstundis frætta vit frá
áhugafelagnum hjá teimum
avvarðandi, sum als ikki hava kent
seg trygg seinastu mongu árini.
Spurningurin, sum tó enn ikki er
svaraður, er, hvussu innihaldið á
eldraøkinum ítøkiliga skal skipast
framyvir.
barbara@sosialurin.fo
Tað eru nú 23 dagar síðani, at nýggju kommunalu eindirnar yvirtóku
ábyrgdina av eldraøkinum í Føroyum. Givið er, at hetta helst merkir
kollveltandi broytingar bæði í umsitingarliga landslagnum í Føroyum
og í innihaldinum í hesum týðandi parti av okkara samfelag
Í 2013 var felagið hjá teimum avvarð
andi, Tign, sett á stovn. Felagið er fyri
avvarðandi at øllum teimum, sum í
dag eru knýtt at eldra og heilsu
økinum so ella so.
Í Tign hava tey góðar vónir, nú
eldraøkið er yvirtikið av kommun
unum. Og orsøkin
er, at tey ikki hava
verið nøgd við
tænastustøðið,
sum hevur verið
í eldratænastuni
seinastu árini.
– Fólk eru ikki
eins, og tørvurin
er líka individu
ellur, sum okkara fingramerki eru,
sigur Rúna Sivertsen, forkvinna í
Tign.
Hon vísir á, at tað eru dømi um
fólk, sum hava sett seg í samband við
Tign, tí tey kenna seg ørkymlað av tí
tilboði, sum teimum verður bjóðað.
Seinasta dømi, sum Rúna Sivert
sen nevnir, vóru eini hjún, sum vóru
heldur einsamøll, tí børnini búðu
uttanlands, og í grannalagnum vóru
bert eldri fólk. Tey høvdu tørv á hjálp
í gerandisdegnum, og settu seg tí í
samband við Heimatænastuna um
at fáa heimahjálp. Men tað einasta,
tey kundu fáa, var døgurða frá heima
hjálpini. Men júst døgverðin var
nakað, sum tey bæði hugnaðu sær
við at gera saman hvønn dag.
– Um tey til dømis kundu fingið
hjálp til at vaska ella líknandi, so
høvdu tey kunnað livað longri heima
hjá sær sjálvum, vísir Rúna á.
Enn hevur felagið Tign ikki fingið
nakað at vita um, hvussu eldraøkið
verður skipað framyvir, men tey
fylgja væl við, og royna at gera sína
ávirkan galdandi.
Tað týdningarmesta fyri Tign er,
at hvør einstakur fær sín serliga tørv
nøktaðan, og at eldraøkið framyvir
tekur hædd fyri, at fólk eru so sera
ymisk og somuleiðis er teirra tørvur
á hjálp.
Vónandi verður tænastan lagað til hvønn einstakan
Eldraøkið
tema
– Vit vóna, at atlit verður tikið til tørvin hjá einstaka
brúkaranum. Og at man ikki bara ger pakkaloysnir,
sum skulu kroystast omanyvir øll búfólkini, sigur
Rúna Sivertsen, forkvinna í felagnum Tign
Visti tú?
Í 2013 kostaði
eldrarøktin landinum
346 milliónir
krónur