hósdagur 22. januar 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. januar 2015
sosialurin 9
11
Barbara Holm
Í
lógini, sum fylgdi við yvir
tøkuni av eldraøkinum, eru
sera yvirskipaðar rammur
settar, sum hava við sær, at
kommunalu eindirnar kunnu upp
fylla krøvini í lógini á sera ymiskan
hátt.
Summar røddir hava verið frammi
um, at hetta fór at merkja ymiskt
tænastustøðið frá kommunueind
til kommunueind. Onnur hava tó
ført fram, at tað er ein fyrimunur,
at kommunalu eindirnar hava stórt
sjálvræði á økinum. Hóast trupult
er at meta um hvussu kommunalu
eindirnar fara at tillaga eldraøkið, so
eru longu nú ein ymiskleiki at hóma.
Í lógini um yvirtøku av eldraøk
inum, løgtingsmál nr. 64/2013 stendur
eitt nú í §7, stk. 1, at »Kommunurnar
skulu veita borgarum og avvarðandi
teirra kunning og vegleiðing
um, hvørji tilboð og tænastur
kommunurnar veita sambært hesi
lóg.«
Men júst hvussu kommunalu
eindirnar hava valt at kunna borgar
arnar um yvirtøkuna av eldraøkinum
og samskipan framyvir er ógvuliga
ymiskt. Í Tórshavnar Kommunu er
eitt Heilsuhús sett á stovn, har borg
arar kunnu venda sær og fáa upp
lýsingar, umframt, at ein heildar
ætlan er skrivað á áleið 100 síður,
sum fara út í hvørt heim í Tórshavnar
Kommunu.
Í Norðoyggjum er støðan til dømis
ein heilt onnur. Har er ætlan um at
gera ein faldara og eina heimasíðu; tó
er ikki meira ítøkiligt tilfar framleitt
enn.
Eisini ber til at síggja mun á
fyrireikingunum hjá kommunalu
eindunum. Í Tórshavnar kommunu
hava serfrøðingar, politikarar, starvs
fólk og onnur sitið í arbeiðsbólkum
seinastu mánaðirnar, og tí er júst
Tórshavnar Kommuna komin
rættiliga langt í sínum arbeiði á
hesum øki.
Vert er eisini at viðmerkja, at
Tórshavnar Kommuna er einasta
kommuna í landinum, sum einsamøll
varðar av einari »eind« innan eldra
økið. Allar aðrar kommunir í land
inum eru lagdar saman í eindir, og
tískil er arbeiðstilgongdin har helst
drúgvari.
Í Norðoyggjum er støðan ein onn
ur viðvíkjandi fyrireikingunum. Har
er eitt tilmæli gjørt av arbeiðsbólki
við nøkrum boðum uppá, hvat
møguliga kann gerast framyvir, men
kommunueindin hevur sum skilst
boðað frá, at tilmælið helst bert verð
ur nýtt sum ein vegleiðing.
barbara@sosialurin.fo
Longu nú munur
á kommunalu
eindunum
– Allar kommunurnar hava tikið
hesa avbjóðingina í størsta álvara
og hava tí arbeitt við hesum í fleiri
mánaðir. Og allar kommunurnar
hava lagt eina ætlan fyri, hvussu
eldraøkið skal skipast í ymisku
eindunum. Men tað er vónleyst
at biðja um nakað úrslit longu nú,
sigur Heðin Mortensen, borgar
stjóri í Tórshavnar Kommunu og
formaður í Kommunufelagnum.
Eldraøkið hevur verið ov
fløkt seinastu mongu árini, og
játtanin hevur verið alt ov lítil.
Tað hevur so eisini ført við sær,
at tænastan ikki hevur verið nóg
góð á eldraøkinum. Tað heldur
Heðin Mortensen, sum tó vísir
á, at kommunurnar avgjørt fara
at megna uppgávuna betri enn
landið.
– Flest allar eindirnar hava
gjørt eina virkisætlan, sum verður
sett í gongd nú fyrsta dagin, sigur
Heðin Mortensen.
Virkisætlanirnar eru ikki eins í
øllum eindunum, men tó er leist
urin tann sami – at tey eldru skulu
fáa ta bestu tænastuna, sum til
ber, og at skipanin skal vera ein
faldari. Samstundis er málið hjá
kommunalu eindunum, at eldri
borgarar fáa eina tænastu, sum
passar júst til teirra tørv.
Í Havnini hava tey eitt nú skip
að soleiðis fyri, at alt eldraøkið
verður ein samlað eind við trimum
stjórum, og at hvørt starvsfólk sær
kann flyta millum heimini, so at
teirra ymisku førleikar vera gagn
nýttir sum frægast.
– Eitt nú hava vit eitt Heilsu
hús, sum fer at hava alt tað menn
andi økið um hendi. Til dømis
vera fysioterapeutar og ergo
terapeutar knýttir at Heilsuhús
inum. Venjing, endurvenjing og
fyribyrging verður á skránni, og
so verður tað skipað soleiðis, at
Heilsuhúsið fer út til øll røktar
heim, har tørvur er. Samstundis
fara starvsfólk í Heilsuhúsinum
heim til eldri borgarar, sum ynskja
hjálp í heiminum og tey, sum
eru væl fyri, kunnu nýta Heilsu
húsið, sum tey vilja, greiður Heðin
Mortensen frá.
Hóast allar kommunalu eindir
nar hava arbeitt við yvirtøkuni av
eldraøkinum í fleiri mánaðir, so
ber enn ikki til at siga
nakað um úrslitið.
S a m b æ r t
Heðini Morten
sen ber ikki til
at siga nakað
um
úrslitið
av yvirtøkuni,
fyrr enn fyrsti
ársfjórðingurin
er farin afturum
bak.
Taka avbjóðingina í størsta álvara
Kommunalu eindirnar:
Hóast bert góðar tríggjar vikur eru
lidnar, síðan nýggju kommunalu
eindirnar yvirtóku eldraøkið, so er
longu møguligt at spáa um ein mun
millum kommunalu eindirnar
Tað er ivaleyst ymiskt frá eind til eind, hvør tørvurin
á kunning er. Givið er tó, at tað longu nú er møguligt
at síggja ymiskleikar millum kommunalu eindirnar.
Og tá ið lógin er so yvirskipað og óítøkilig,
er spurningurin, hvussu kommunalu
eindirnar hvør sær fara at skipa eldra
tænastuna framyvir, so at tænastan
er á jøvnum føti kring alt landið.
barbara@sosialurin.fo
modelmynd
8 síður tema Vit viðgerða ymiskar tættir
innan eldraøkið, vísa á gerandisdagin hjá okkara
gomlu í dag, og viðgera nýggju umsitingarligu
eindirnar, sum nú umsita eldraøkið.