hósdagur 22. januar 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. januar 2015
sosialurin 9
12
tema Eldraøkið
Umsitingin
av eldra
økinum
alt ov tung
Kommunurnar
At kommunurnar yvirtóku eldraøkið á nýggjárinum gevur
ikki eina smidligari umsiting – tvørturímóti
Árni Gregersen
F
øroysku kommunurnar
roknaðu við, at tá ið tær
á nýggjárinum yvirtóku
eldraøkið frá landinum, so
fór hetta at kunna gerast lættari og
smidligari.
Kommunurnar hildu, at tær eru
vanar við at umsita nærøkið, so
hetta átti eisini at bera til at gera á
ein einfaldan og góðan hátt.
Men soleiðis bleiv ikki.
Í hvussu so er ikki sambært
borgarstjóranum í Eysturkommunu,
Jóhan Christiansen. Hansara
áskoðan er, at alt er gjørt tyngri og
torførari og at alt ov nógvir pengar
fara til umsiting av økinum –
heldur enn til røktina.
Illur alment
Borgarstjórin
í
Eysturkommunu
hevur í tveimum
hvassorðaðum
viðmerkingum
víst á, at eftir
hansara meting,
so ynskir mið
fyrisitingin als ikki at sleppa øk
inum, men heldur fast við at áleggja
kommununum at brúka skipanir,
sum eftir hansra tykki eru heilt
óneyðugar at brúka.
– Vit hava nú ein gyltan møguleika
at gera tær broytingar og tillagingar,
sum eiga at vera gjørdar, so eldraøkið
verður so einfalt, greitt og bíligt at
umsita, sum tað nú einaferð hósk
ar til Føroyar. Vit hava ein gyltan
møguleika at skipa økið, so teir
eldru borgararnir koma í miðdepilin
og kunna fáa eina enn betri tæn
astu í framtíðini. Hví ikki nýta
hendan møguleikan nú, spyr Jóhan
Christiansen.
Jóhan Christiansen vísti á í sínum
viðmerkingum, at miðfyrisitingin
leggur fótonglar fyri kommun
urnar, so tær ikki fáa loyst
hesa uppgávuna so væl og
bíligt, sum kommunurnar
annars ætlaðu.
– Fyrst og fremst so er
trýstið og treytirnar frá
landsmyndugleikunum til
at nýta ávísar kt-skipanir,
einans fyri at uppihalda
einari sentralstýring av
eldraøkinum, og so
annars
fyri
at varðveita
nøkur størv í miðfyrisitingini, sum
annars høvdu verið óneyðug, sigur
Jóhan Christiansen, borgarstjóri.
Ónøgdur við svar
Landsstýrismaðurin við fíggjarmál
um, Jørgen Niclassen, gjørdi við
merkingar til fyrra brævið hjá borgar
stjóranum í Eysturkommunu.
Men tað gjørdi á ongan hátt
borgarstjóran nøgdan.
Hann kallar viðmerkingarnar hjá
laandsstýrismanninum fyri uttan
umtos og sigur seg heldur ikki vænta
at fáa annað svar enn uttanumtos.
Sjálvur vil hann heldur seta
nakrar spurningar til, hví alt er komið
í hesa leguna:
– Hví skulu aðrar skipanir til, fyri
at gera samanberingar á eldraøkinum,
tá vit longu hava skipanir, ið kunna
tað?
– Hví skulu kommunurnar, tær
sum vilja og hava førleikan til tað, ikki
sleppa at flyta lønir á eldraøkinum,
og nýta tær skipanir vit longu hava
í dag?
– Hví skal lønarskrivstovan hjá
eldratænastunum runt um í land
inum verða í Tórshavn, í miðfyrisit
ingini?
– Hví fáa vit sum kommunur ikki
møguleikan at menna og styrkja um
tær kommunalu umsitingarnar, sum
annars var eitt av aðalmálinum við
útleggingini av málsøkjum?
– Hví skulu serlig krøv setast til
roknskapin á eldraøkinum, sum ikki
verða sett til onnur samstørv – til
dømis barnaverndartænasturnar?
– Hví skulu kommunur tvingast at
nýta tvær ymiskar skipanir til somu
uppgávur (eina til eldratænastuna, og
eina til onnur kommunal málsøkir)?
– Hví vil man frá landsins síðu
tvinga eitt dýrkandi millumlið inn
millum land og kommunur , tá tað
ikki er neyðugt?
– Hví skulu vit tvingast at rinda
fyri nýtslurættin av kt-skipanum,
sum vit í veruleikanum ikki hava
tørv á, og kanska enntá ikki ynskja
at brúka?
Ikki liðugt enn
Semja er millum landið og kommun
urnar um hvat tað skal kosta
landinum at kommunurnar yvirtaka
eldraøkið.
Fíggingin er eitt sindur øðrvísi
enn slík fígging vanliga er, tí í hes
um serstaka føri er peningurin, sum
kommunurnar fáa, knýttar at for
skatting av pensjónunum og skatti
hjá teimum sum sigla undir DIS og
øðrum skipanum.
Men tað eru framvegis nógv eftir
at fáa uppá pláss.
– Ja, vit hava gjørt eina semju um
fíggingina, men enn eru fleiri lutir
eftir at fáa uppá pláss, sigur Eyðun
Christiansen, stjóri í Kommunu
felagnum.
– Tað er serliga har vit hava
markmótir millum ymiskar tænastur
til borgarnar, at vit ikki eru komin
endaligt á mál, men hetta eru sam
ráðingar sum halda fram og gera tað
í einum góðum anda, sigur hann.
Kommunurnar fóru á nýggj
árinum at røkta tey eldru og enn
verður tað gjørt í stóran mun eftir
sama leisti, sum tá ið landið stóð fyri
røktini, men fleiri ætlanir eru um
broytingar í teimum einstøku sam
starvsøkjunum.
Eyðun Christainsen, stjóri
í Kommunnufelagnum
»Alt ov nógvir
pengar fara til
umsiting av økinum
– heldur enn til
røktina«