hósdagur 22. januar 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. januar 2015
sosialurin 9
13
Árni Gregersen
A
lt bendir á, at heima
hjálpin fer at koma
aftur til arbeiðis, nú
kommunurnar hava
yvirtikið eldraøkið.
Orsøkin er, at seinnu árini eru
ellisheim bygd kring landið, men
fleiri av teimum sum ikki longur
klára seg einsmøll heima, eru ov
væl fyri til at flyta inn á ellisheim.
Heimahjálpin er annars niður
raðfest nógv seinnu árini og tíðin
heimahjálpirnar hava í einstøku
heimunum er eisini sett nógv niður.
– Eg veit at fleiri kommunur ar
beiða við hesum møguleikanum,
sigur Dennis Holm, borgarstjóri í
Vági.
Hann heldur, at útbyggingin av
eldraøkinum seinnu árini hevur
ikki verið heilt røtt.
– Vit hava bygt ellisheim og
latið sambýlir upp, men vit hava
gloymt at hugsa um at tað er ein tíð
ímillum, har tey eldru ikki ynskja
at vera einsamøll heima, men vilja
helst vera har og fáa vitjan javnan –
til dømis av eianri heimahjálp, sigur
Dennis Holm.
Eldrabýlir
Borgarstjórin í Vági saknar, at tey
eldru hava aðrar valmøguleikar
enn bert at fara á ellisheim og so
búgva á einum kamari, sum bert er
20 fermetrar.
– Vit hava gjørt okkara samfelag
soleiðis, at vit sjálvi sleppa at velja
hvussu vit liva, men tað tykist sum
vit hava gloymt hendan tankan, tá
ið tað snýr seg um tey eldru, sigur
hann.
Dennis Holm vísir á, hvussu tey
tildømis hava gjørt í Danmark. Har
eru eldrabýlir bygd við tilknýti til
ellisheim, so tey, sum eru hampiliga
væl fyri, kunnu búgva fyri seg sjálv
an og so kortini vita, at fólk eru nær
indis, sum kunnu hjálpa.
Tann nevndin hjá Løgtinginum,
sum nú eitur trivnaðarnevndin,
var fyri nøkrum árum síðani á ferð
í Danmark. Har sá nevndin slíkar
skipanir í praksis, men sjálvt um
fleiri nevndarlimir hildu hetta
vera eina skilagóða loysn, so er tað
ongantíð eydnast at byggja slíkt í
Føroyum.
Ov tungt
Nú hava kommunurnar yvirtikið
eldraøki, men enn er tað ikki vorðið
nóg smidligt.
Borgarstjórin í Vági er samdur við
Jóhan Christiansen, borgarstjóra, í
nógvum av teimum atfinningum at
skipanini, sum hann hevur verið al
ment frammi við.
– Økið er lagt út til kommun
urnar, men tað er sum landið ikki
vil slepp heilt. Til dømis síggja vit
ongantíð pengarnar sum vit fáa, tí
tað fer alt gjøgnum eina skipan hjá
landinum, sigur Dennis Holm.
Jóhan Christiansen hevur eis
ini víst á, at hvørt einasta skjal,
sum skal gjaldast skal sendast til
Havnar.
– Vit hava møguleikan at gera
eina skipan, sum hóskar til eitt
samfelag sum okkara, men vit hava
ikki tikið av møguleikanum. Tað er
harmiligt, sigur Dennis Holm.
Heimahjálpin
á veg at taka
sær av teimum
eldru aftur
Eitt millumlið manglar millum
heim og ellisheim, heldur borgar
stjórin í Vági, Dennis Holm
At tað verður dýrari at passa tey eldru,
vísir gongdin seianstu mongu árini
* Omanfyri eru útreiðslur seinastu 9 árini á teimum kontum, sum eru grundarlagið fyri játtanarupphæddunum, sum er at finna í játtanar
karminum vísandi til »Á rættari kós 2015«, síða 29, Eldraøkið til kommunur. Viðmerkjast skal, at høvuðsorsøkin til at útreiðslurnar í
2012 til Eldrarøkt eru lægri enn í 2011, er at løgtingslóg um uppihald á stovni varð sett úr gildi 1. januar 2012. Løgtingssamtyktin
hevur við sær, at pensjónistar á røktarheimum varðveita pensjónina og skuldu frameftir rinda fyri uppihald v.m. Hetta hevur við sær, at
útreiðslurnar lækka og inntøkurnar hækka. Tilsamans varð játtanin til kontuna Eldrarøkt lækkað við umleið 25 mió. kr. netto.
Høvuðskonta
R 2005
R 2006
R 2007
R 2008
R 2009
R 2010
R 2011
R 2012
R 2013
Ansingarsamsýning
10.444
11.016
10.800
13.943
15.071
13.554
12.902
11.641
10.156
Umsorganararbeiði
6.832
6.074
6.536
6.270
2.554
2.771
2.668
2.799
2.787
Økisterapi frá Endurm.
723
1.067
1.296
1.475
2.497
2.591
2.616
2.700
2.700
Eldrarøkt
243.629 264.318 285.767 313.830 314.248 321.766 326.154 320.184 346.328
Total *
261.628 282.475 304.399 335.518 334.370 340.682 344.340 337.324 361.971
Føroysku kommunurnar hava fingið
400 milljónir krónur at reka eldraøkið
fyri, nú tær hava tikið ábyrgdina av
teimum gomlu.
Grundarlagið fyri, at talið bleiv
400 milljónir krónur byggir á tað,
sum landið hevur brúkt til at røkja
somu uppgávur seinnu árini. Í 2013
kostaði eldrarøktin landinum 362
milljónur krónur.
Í fjør kostði tað eitt sindur meira,
men endaligu tølini eru ikki uppgjørd
enn. Tað vil siga, at kommunurnar
hava fingið eitt sindur eyka í mun
til, hvat eldraøkið kostaði. Tær eyka
milljónirnar, sum kommunurnar
hava fingið til røktina í 2015 var tað,
sum skuldi til fyri at fáa samráðingar
nar at enda við semju.
Fleiri gomul
Øll, sum arbeiða við eldrarøktini vita,
at hon verður dýrari komandi árini av
teirri einfaldu orsøk at vit gerast alt
fleiri gomul.
Demografiin – ella samansetingin
av fólkatalinum – broytist. Fleiri og
fleiri liva longri og hava tí eisini brúk
fyri røkt í fleiri ár. Sjálv eldrarøktin
er vorðin dýrari seinastu árini. Síðani
2005 er sjálv eldrarøktin vorðin 103
milljónir krónur dýrari, so hon í
2013 kostaði landinum 346 milljónir
krónur.
Í tí samlaða pakkanum eru eisini
aðrar útreiðslur. Ansingarútreiðslur
kosta einar 10 milljónir og umsorg
anararbeiðið og endurmenning kosta
tilsamans einar 12 milljónir krónur.
Niðanfyri sæst, hvat landið síðani
2005 hevur goldið fyri eldrarøktina:
Eldrarøktin vaks við
100 milljónum í 10 ár
Savnsmynd
Savnsmynd
modelmynd