Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. januar 2015 sosialurin 9 14 tema Eldraøkið Barbara Holm E ldraøkið er niðurpínt, og tann tænastan, vit bjóða okk­ara borgarum, er bein­ leið­is láturlig. So bersøgin er álitisfólki á Tjarnar­ garði í Havn, Mary Antonsdóttir, sum seinastu 20 árini hevur arbeitt innan eldrarøkt í Føroyum. Tey eldru vera so at siga ikki stimbrað ella ment í gerandisdegnum, tí tíðin snøgt sagt ikki røkkur til hjá teimum fáu starvsfólkunum, sum eru eftir á stovninum. Tað hevur við sær, at tey eldru keða seg í gerandis­ degnum, og at starvsfólkini liva undir sera strævnum umstøðum, tí ringa sam­vitskan er tung at bera. Ellisheim eru parkeringspláss Seinastu sjey árini hevur Mary arbeitt á Tjarnargarði í Havn. Fyrstu tíðina vóru tey fleiri starvsfólk á stovninum, og tá vóru stundir til at fara túr við teimum gomlu, at fara til handils, á café, biltúr og mangt annað. Tá var tað eitt stuttligt arbeiðspláss, sum kendist gott hjá starvsfólkunum. Men eldraøkið í Føroyum hevur gingið støðugt afturá síðani, og í dag er Tjarnargarður blivið eitt par­kerings­pláss. Tey gomlu sita meginpartin av degnum í einum stóli og stara út í tóman heim. – Tey eldru hava tørv á at blíva hoyrd, sædd og viðurkend, men vit hava ikki stundir til tað longur. Og tað er hart at vera um fólk, sum tú veit keða seg, og sum hava tørv á meira enn tú kann geva, sigur Mary. Áður hevði Tjarnargarður eina ítrivsstovu, har alskyns møguleikar vóru innan seyming, binding, máling og annað. Men á Tjarnargarði er hendan stovan spard burtur, so eingin er at hjálpa búfólkunum við teim­um ítrivum, sum tey hava áhuga fyri. – Sparingar oman á sparingar hava havt við sær, at eldraøkið í Føroyum ikki longur er mennandi fyri okkara eldri borgarar. Tað er heldur vorðið eitt parkerings­ pláss, har vit geva teimum ta mest grundleggjandi røktina og lítið og einki annað, sigur Mary Antonsdóttir, sum er álitisfólk á Tjarnargarði í Havn Tey gomlu keða seg á ellis­ heimum Eldraøkið er niður­pínt, og tann tænastan, vit bjóða okkara borgarum, er bein­leiðis láturlig« Mary Antonsdóttir, álitisfólk