hósdagur 22. januar 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. januar 2015
sosialurin 9
15
– Búfólkini eru jú so sera ymisk, og
hava ymsan tørv í gerandisdegnum,
men vit gera einki fyri at stimbra
teirra persónligu áhugamál, sigur
Mary.
Menniskjarættur
at sleppa út
Tað eru ikki bara ítrivini, sum eru
spard burtur. Eisini grundleggjandi
menniskjarættindi eru skúgvað til
viks orsakað av sparingum.
– Tað er ein menniskjarættur at
sleppa út í fríska luft, men ikki ein
gongd tað hava vit stundir til. Tey sita
bara inni allan dagin, sigur Mary, sum
týðiliga er ávirkað av støðuni.
Mary vísir á, at hon er greið um, at
tá talað verður at, so kann ein skjótt
gerast ópopulerur. Men hon heldur,
at slíkir tankar mugu skúgvast til viks
nú støðan er so hættislig.
– Vit hava tillagað okkum til tær
kravdu sparingarnar nú í fleiri ár,
men nú má tað steðga. Tað ber snøgt
sagt ikki til at spara meira, sigur Mary.
Gongur útyvir førleikarnar
hjá búfólkunum
Áðrenn Tjarnargarður fór undir at
spara starvsfólk burtur, varð tað so
leiðis skipað, at starvsfólkini royndu
at eggja búfólkunum til at klára seg
sjálvi, tí tað er ein háttur at halda
sinnið og kroppin við líka.
Starvsfólkini hjálptu búfólkunum
at vaska sær, at lata seg í og so fram
vegis, og royndu at geva teimum ta
tíð, tað tók, so at tey ikki skuldu missa
hesar førleikar.
– Í dag er tað so, at starvsfólkini
gera tað heldur sjálvi, tí vit hava ikki
stundir til at lata búfólkini gera tað.
Og tað merkir, at búfólkini gloyma,
hvussu tey skulu vaska sær, hvat
ein lappi er til og so framvegis, og so
stívna tey meira í kroppinum, tí tey
einki gera sjálvi, sigur Mary.
Hon vildi ynskt, at tíðin strekti til
at stimbra tey gomlu, men orsakað
av nógvu uppgávunum, sum starvs
fólkini í dag hava, so er tað bert tað
mest grundleggjandi, sum búfólkini
fáa.
Mary hugsar mest um tey gomlu,
og hvussu tey vera forsømd í ger
andisdegnum. Men tað er ein sann
roynd, at sum arbeiðspláss er Tjarnar
garður ikki tað, sum tað var, tá ið
Mary byrjaði fyri sjey árum síðani.
Í dag eru fleiri starvsfólk koyrd
niður í tíð, tey kenna seg strongd av
arbeiðsumstøðunum, og lønarum
støðurnar eru ikki góðar. Hóast hetta
er tó gott samanhald millum starvs
fólkini, og Mary heldur, at høvdu
fleiri starvsfólk verið um tey eldru,
so hevði tað eisini bøtt munandi um
arbeiðsumhvørvið, tí tá hevði sam
vitskan ikki verið so ring, sum hon
er í dag.
Samstundis vísir Mary á, at hon
og hini starvsfólkini eru vónrík, nú
kommunurnar hava yvirtikið eldra
økið, og hon vónar, at støðan verður
betri komandi tíðina.
– Tað er ein
menniskjarættur at
sleppa út í fríska luft,
men ikki eingongd tað
hava vit stundir til. Tey
sita bara inni allan dagin
Mary Antonsdóttir
Á Tjarnargarði eru tríggjar lonir. Í tveimum
teirra eru 12 búfólk, meðan 10 eru í triðju
lonini. Mary starvast á einari lon við 12
búfólkum. Gerandisdagar eru trý fólk til
arbeiðis, tann fyrsti møtir klokkan 7 og
fer til hús klokkan 13. Hini bæði møta
klokkan 8, og annar teirra fer heim klokkan
14, meðan hin verður til klokkan 15.
Sostatt eru bert trý starvsfólk til arbeiðis
samstundis millum 8 og 13. Eftir tað eru
tey tvey starvsfólk á lonini. Um kvøldið eru
tvey starvsfólk og ein er um náttina. Fyrr
var køkshjálp bæði um dagin og kvøldið,
men nú er matgerð eisini ein partur av
uppgávunum hjá starvsfólkunum. Nógv
búfólk eru tað, tey kalla fyri dupult
brúkarar. Tað merkir, at tey hava tørv á
hjálp frá tveimum fólkum, og sostatt eru
altíð tvey starvsfólk um tey.
Tjarnargarður í dag
Fasta normering við lóg, so at tað ikki
ber til at skerja í starvsfólkatalinum
meira enn gott er.
At øll áhugað skulu sleppa at arbeiða
8 tímar.
At køkshjálp er um dagin og um kvøldið.
Meira tíð til búfólkini.
At eykajáttanir skulu síggjast aftur á
gólvinum, so búfólkini fáa betri sømdir.
At ein fysioterapeutur er knýttur
at heimunum.
At meira orka verður løgd
í rehabilitering.
At ein ítrivsstova er á hvørjum heimi.
Sum nú er eru ítrivsstovur á summum
heimum kring landið.
At tað verður krav, at tey gomlu fáa
fríska luft hvønn dag.
At hugsað verður um at eggja ungum til
at fáa sær útbúgving innan eldrarøkt.
Tað merkir betri arbeiðskor og hægri løn.
Mary er nevndarlimur í Tign, álitisfólk á Tjarnargarði og hevur 20 ára royndir innan økið.
Hon sigur, at hetta er tað, sum starvsfólkini innan eldraøkið ynskja.
Hetta ynskja starvsfólkini
Dagurin hjá einum búfólki á Tjarnargarði:
Morgun: Tá búfólkini vakna, vera tey latin í, hjálpt á ves og at vaska
sær, og síðani fáa tey morgunmat. Tey fáa eisini drekkamunn, um tey eru
nóg tíðliga uppi. Síðani vera tey sett í hvør sín stól.
Á middegi: Tey fáa døgurða umleið klokkan 12, og síðani fara tey flestu
at fáa sær døgurðaslang.
Seinnapart: Tá tey koma upp aftur, fáa tey ein drekkamunn og síðani
nátturða um klokkan 18. Og so fara tey í song stutt eftir tað.
Tiltøk: Tríggjar ferðir um vikuna skipar Tjarnargarður fyri einum tíma
av undirhaldi. Tá er sangløta og bingo á skránni. Eisini er eitt búfólkaráð
á Tjarnargarði, sum skipar fyri tiltøkum einaferð um mánaðin. Hetta
rinda búfólkini 100 krónur fyri um mánaðin.
savnsmynd
modelmynd