hósdagur 22. januar 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. januar 2015
sosialurin 9
16
tema Eldraøkið
Barbara Holm
H
já okkum eru tað bara
sparingar omaná spar
ingar, sigur Jón Pauli
Olsen, tá ið hann verður
spurdur um, hvørt støðan eftir
hansara tykki veruliga er so vánalig,
sum Mary Antonsdóttir greiðir frá
aðrastaðni í blaðnum.
Og tað er hon, sambært Jón Paula.
Á ellisheimum kring landið er ikki
møguleiki at geva búfólkunum ein
innihaldsríkan dag, tí tíðin røkkur
ikki til annað enn tað mest grund
leggjandi.
– Ella... Tíðin strekkir ikki so frætt
sum tað mest grundleggjandi. Tað
eigur at vera so á einum stovni, at tú
veitir hjálp til sjálvhjálp. Tú hjálpir
teimum eldru til at gera tingini sjálvi,
so tey kunnu verða aktiv og halda seg
í gongd so leingi tilber, so tey ikki
steðga upp og sita passiv og stívna.
– Vit hoyra dagliga um, hvussu væl tað gongur í samfelagnum, og hvussu
gott fólkið hevur tað, men eg haldi ikki, tey eldru ella starvsfólk innan eldra
røktina merkja nakað til hetta. Heldur hinvegin. Tað sigur Jón Pauli Olsen,
sum starvast sum heilsurøktari í heiminum á Hamragarði í Vági
Stásiligir
karmar við
ov lítlum
innihaldi
Tað verður
ógvuliga trupult
hjá kommunum
at fáa eitt nøkt
andi tilboð til tey
eldru, tí landið
hevur ígjøgnum
fleiri ár spart og
spart. So her skal
meira peningur
til, enn landið
hevur brúkt
undanfarin ár«