hósdagur 22. januar 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. januar 2015
sosialurin 9
17
Barbara Holm
T
ey álit, sum millum ár
og dag eru skrivað um
eldrarøktina mæla øll
til, at fáa eitt greiðari
ábyrgdarbýti millum land og
kommunur, tí tað var ov fløkt.
Eldrarøktin er nú flutt undir ein
myndugleika, tann kommunala,
sum harvið ger ábyrgdarbýtið
greiðari. Tað hevur víst seg
í verki at kommunurnar
hava tikið ábyrgd tá landið
hevur lagt týðandi uppgávur
til kommunurnar at fyrisita.
Tað sigur Annika Olsen,
landsstýriskvinna í Almanna
málum við Sosialin.
Hon vísir á, at tað eru
ymiskar ásetingar í
lógini, sum gera, at eitt
ávíst tænastustøðið
verður um alt land
ið. Eitt nú sigur
lógin, at komm
unurnar skulu
taka avgerð um
tilboð og tænast
ur til borgaran
eftir lógini. Og at
avgerðirnar skulu vera grundaðar
á fakliga tørvsmeting.
Men annars er ikki stórvegis
ítøkilig boð uppá hvussu tørvurin
skal nøktast, og tí letur landið í stór
an mun kommunurnar hava sjálv
ræði á hvussu lógin skal fylgjast.
Annika Olsen vísir á, at tæn
astan í teimum ymsu økjunum var
ymisk tá ið landið hevði
ábyrgdina, so í so
máta er tað eingin
nýggjur trupul
leiki.
Tænastan
verður nærri
borgaranum
– Tænasturnar verða betri, tí
tænastan verður nærri borgar
anum og ein og sami myndugleiki
veitir eina heildartænastu
barbara@sosialurin.fo
modelmynd
Men í dag gera vit fleiri uppgávur fyri
tey, sum tey kundu gjørt sjálvi, tí vit
hava snøgt sagt ikki tíð at bíða, sigur
Jón Pauli.
Eisini hann er harmur um støð
una, tí tað er ógvuliga strævið at
starvast við fólki og vita, at tú ikki
gevur teimum tað, tey hava tørv á.
Starvsfólkið merkir eisini spar
ingar við at tímatalið, ið vanliga er 8
tímar um dagin, er broytt til 7 tímar
um dagin í dagvakt. Hetta inniber so,
at starvsfólk mugu møta ein til tveir
dagar meira til arbeiðis um mánaðin
fyri at arbeiða ta tíð, tey eru sett
til. Hetta ger arbeiðið enn tyngri og
kostar nógvum óneyðugan pening til
og frá arbeiði.
Jón Pauli hevur eisini royndir
frá einum útlendskum ellisheimi, og
hann vísir á, at vit kunnu læra nakað
við at hyggja út um landoddarnar.
Aðrastaðni hava tey størri skilnað
millum tey eldru, tí tað er ógvuliga
ymiskt, hvussu tørvurin er. Eitt nú
hava tey eitt dagtilhald, tað er eisini í
Vági, men tey hava eisini eitt dagheim
við ymiskum ítrivi og røkt, har fólk
koma inn og fáa alla røkt, tey hava
tørv á, og síðani fara heim til sín sjálvs
um kvøldið. Tey kunnu á hendan
hátt búgva so leingi, sum tey megna,
í egnum heimi.
– Hetta krevur eitt nú eina góða
heimatænastu, reingerðing og
døgnrøkt. Hetta krevur eisini eina
náttarvakt úti í økinum, men eisini
hendan náttarvaktin er spard burtur
her hjá okkum, vísur Jón Pauli á.
Eisini er tað eitt hugskot at skilja
millum fólk við demensi og onnur
búfólk.
– Fólk við demensi hava tørv á
meira hjálp, meðan tey, ið ikki eru
dement, hava aðrar tørvir, sigur Jón
Pauli.
Tí er umráðandi at skipa so fyri, at
tað verður ein størri skilnaður millum
tey ymisku búfólkini.
– Tað verður ógvuliga trupult hjá
kommunum at fáa eitt nøktandi
tilboð til tey eldru, tí landið hevur
ígjøgnum fleiri ár spart og spart.
So her skal meira peningur til, enn
landið hevur brúkt undanfarin ár,
vísur Jón Pauli á.
Jón Pauli er tó við góðari vón nú
eldraøkið er yvirtikið, og hann vónar,
at kommunurnar fara at skipa eldra
økið betri enn landið hevur gjørt.
Hetta so, at meira tíð verður til tey
gomlu, bæði tey, sum eru á stovni, og
tey, sum búgva heima.
barbara@sosialurin.fo
Visti tú?
Eitt hugskot er at
skilja millum fólk
við demensi og
onnur búfólk
Mynd: Áki Bertholdsen